Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 Vilmund Jacobsen Kendi og fryntligi skúv­ oy­ing­urin, Tummas Frank Joen­sen, hevði sunnudagin 28. mai verið 37 ár í starvi hjá Strand­faraskipum Lands­ins, og her er hann fram­veg­is. Hann er føddur hin 9. september í 1949, men tað er einki, sum bendir á, at hann ætlar sær at gevast á hend­ur. Tá hann ikki er umborð á Teistanum, reka hann og kon­an ferðavinnu í Skúvoy, har tey bæði í fleiri ár hava havt ból og bita og annars taka sær av at skipa fyri út­ ferð­um í oynni. Í Skúvoy hava teir havt stór ferðaløg, og tá talið av fólki hevur verið størst, hava tey verið noydd at boðsenda kokk út at matgera. Annars skipa tey fyri øllum mati í Skúv­oy sjálvi og fólk, sum vitja í oynni, fáa eisini ein døg­urðabita, um tey ynskja tað. Tummas Frank Joensen byrj­aði sína yrkisleið við Strand­faraskipum Landsins um­borð á Teistanum, sum tá lá á Skála. – Hetta var hin 28. mai í 1980, og tá var Teist­in akku­ rát keyptur. Í átta­ti­ár­un­ um sigldi eg við Teist­an­um um summarið, men um veturin varð hann lagd­ur, og tá plagdi eg at sigla við Dúgvuni millum Skála­fjørð­ in og Havnina. Men, Tummas Frank Joen­sen hevur eisini roynt eitt sindur av hvørj­ um umborð á skipum hjá Strandfaraskipum Lands­ins, og hann hevur eis­ini siglt uttanlands fyri arb­eiðs­gev­ ar­an. Tummas Frank Joensen sig­ur, at hann fór umborð á Trónd hin 28. september í 1991, og øll árini síðan hevur hann siglt á farleiðini um Skop­un­arfjørð, tey seinastu nógvu árini – ella síðan 2001 – við Teistanum. – Eg stórtrívist hjá Strand­faraskipum Landsins, og eg haldi, at SSL er ein fant­ast­isk­ur arbeiðsgevari, sig­ur Tummas Frank Jo­en­ sen. ­ Rekur ferðavinnu í frítíðini OYGGJADAGUR: Hóast Tórshavnar kommuna avlýsti Oyggjadagin leygardagin, hildu nólsoyingar kortini dagin í allar fagrasta veðri, og tað vóru nógv, sum komu út til Nólsoyar at hugna sær. Vilmund Jacobsen Streymurin er harður, og í løtuni eru fáa línuskip til fiskiskap undir Føroyum Tvey línuskip eru til fiski­ skap í íslendskum sjógvi. Ann­að skipið frystir fiskin um­borð, og hitt ísar og kem­ur heim at landa seinni í hesi vikuni. – Eitt línuskip er til fiski­ skap á djúpum vatni undir Før­oy­um, eitt er á Reykja­ nes­rygginum, og eitt línu­ skip er farið til Grønlands at fiska. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at fleiri línu­skipini liggja, og óvist er, nær tey loysa aftur. Um útlitini til útróður, verð­ur sagt, at streymurin verð­ur harður í byrjanini av vik­uni, men hann batnar, sum vikan gongur. – Útlit eru til eitt sløð av út­róðr­ar­fiski í vik­uni, halda tey á Fiskamarknaði Før­ oya. Við ætlaðu dokkhøllini á Skála vónar MEST at fáa fleiri viðskiftafeløg og fleiri útlendsk skip til Føroya Kappin í skeljar Vilmund Jacobsen Rækjutrolarin Kappin hjá O.C Joensen hevur sein­astu mánaðirnar ligið á Oyri, har skipið er vorðið um­ bygt til at veiða skeljar. Kapp­in hevur fingið loyvi at gera royndir eftir skelj­um við Bjarnoynna og Svaldbard, og her­ fyri varð loyst. Loyv­ið til skeljaveiði er lið­ur í verkætlan sam­ an við Havstovuni, sum stuðulsgrunnurin - Fiski­ vinnu­roynd­ir - eisini stuðla. Noreg, sum umsitir ræð­ is­rættin yvir Bjarnoynni og Svaldbard, er við í verk­ætlanini og fer at fáa allar upplýsingar í sam­band við royndirnar. Sein­astu fjórðingsøldina hev­ur eingin skeljaveiða ver­ið við Bjarnoynna og Svald­bard, tí stovnurin sam­bært fiskifrøðini hevur ver­ið niðurfiskaður. 15 mans eru við Kapp­ an­um, og skipari er Tóri Simonsen. Tað veit Facebook-síð­an hjá Føroysku Sjó­mans­ missi­ónini at siga. Fáir húkar í sjónum Fleiri línuskip liggja, og óvist er, nær tey loysa aftur Í arbeiðstíðini er hann umborð á Teistanum, og í frítíðini rekur hann saman við konu síni ferðavinnu í Skúvoy Mynd: Vilmund Jacobsen Tummas Frank Joensen, sum hevur siglt fyri Strandfaraskip Landsins í 37 ár, rekur saman við konu síni eisini ferðavinnu í Skúvoy í frítíðini