mánadagur 29. mai 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvat gert tú, tá ið tú slappar av?
– Mær dámar væl at ganga í náttúruni og at lesa bøkur,
men nógvar fríløtur havi eg tíverri hug at sita við
iPaddinum á Facebook ella hyggja at onkrum á
Netflix.
Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl?
– Tað er vónleyst at nevna ein ávísan sang, tí tað veldst um høvi – um tað er í
veitslulag, á møti ella fyri ommusoninum. Og nevndi eg ein sang í dag, var tað við
vissu ein annar um ein mánað.
Eyðun Klakstein
Fyri sløkum tveimum árum
síðani kom Ruth Vang fyri
fyrstu ferð í løgtingið. Hon
umboðar Framsókn og er
varafólk á løgtingi. Fyrsta
uppgávan hjá henni varð
at átaka sær sessin sum
forkvinna í mest týðandi
nevndini í løgtinginum –
fíggjarnevndini.
– Tað kendist sera ógvus
ligt at skula røkja hendan
sessin sum nýggj løgtings
kvinna, men umstøðurnar
gjørdu tað soleiðis, at eg
mátti átaka mær uppgávuna.
Eg kundi ikki siga nei, sigur
Ruth Vang.
Umstøðurnar, hon sipar
til, eru, at Framsókn slóðaði
fyri, at Annika Olsen skuldi
skifta úr Fólkaflokkinum
til Framsókn og fáa týðandi
álitissesin í løgtinginum. Tá
ið Annika Olsen eftir stuttari
tíð leitaði heimaftur í Fólka
flokkin, stóð Framsókn eft
ir við formanssessinum í
fíggjarnevndini, sum síðani
skuldi røkjast av antin Ruth
Vang ella Honnu Jensen, sum
vóru tey bæði løgtingsfólkini
hjá Framsókn. Hanna Jensen
var blivin forkvinna í ment
anarnevndini, og tí gjørdist
tað Ruth Vang, sum átók
sær stóru uppgávuna, sum
í grundini ikki varð ætlað
henni.
– Tað var sera nógv at
seta seg inn í, og nú hugsi
eg, at fólk hava verið fitt við
meg, tí um tey høvdu viljað
ligið úti eftir mær, høvdu tey
havt møguleikar til tað, sigur
Ruth Vang.
Sannførd um politikk
Ruth Vang er útbúgvin ljós
móðir og arbeiddi í fleiri ár
sum leiðari á Landssjúkra
húsinum.
– Tá ið eg hevði arbeitt
eina tíð sum ljósmóðir á
Landssjúkrahúsinum, kendi
eg meg vísa í, at eg var ikki
týpan, sum fór at vera á sama
arbeiðsplássi alt mítt lív. Tí
tók eg eisini HD í roknskapi
og fíggjarstýring, so at kundi
hava aðrar møguleikar í
framtíðini, sigur Ruth Vang.
Ruth Vang hevur starvast
í Eik Banka, og í 2013 gjørdist
hon leiðari á barna- og ung
dómsdeildini hjá Tórshavnar
kommunu.
– Eg havi altíð havt áhuga
í politikki, og sum ung var eg
virkin í ungdómsfelagnum
Viljanum hjá Fólkaflokkin
um. Síðani bleiv annað meira
áhugavert, og tá ið eg fekk
fyrispurningar um at stilla
upp í politikki, segði eg nei
meira enn einaferð.
Í 2011 tók Ruth Vang stigið
inn í politiska arbeiðið, tá ið
hon fór upp í nýggja flokkin
Framsókn.
– Framsókn var nýhugs
andi, og Poul Michelsen
dugdi væl at sannføra meg
um at stilla upp. Eg hugsaði,
at eg skuldi royna, og so bleiv
tað til, at eg stillaði upp, sigur
Ruth Vang.
Hon stillaði fyrstu ferð
upp í 2011, og á valinum í 2015
fekk hon 169 atkvøður og
gjørdist fyrsta varafólk hjá
Framsókn, sum fekk tvey
løgtingsumboð. Tá ið Poul
Michelsen fór í landsstýrið,
slóðaði tað fyri, at Ruth Vang
kom í løgtingið.
– Eg varð fangað av poli
tikki beinanvegin. Mær dámdi
væl valstríðið, og eg trívist
sera væl í løgtinginum. Tað
er nógv at seta seg inn í, og
tá ið vit bert eru tvey umboð
fyri Framsókn í løgtinginum,
mugu eg og Hanna Jensen
deila tey mongu málini ímill
um okkum. Tað er spennandi
at fáa innlit í ymisk mál, sum
eg frammanundan ikki hevði
áhuga fyri, sigur hon.
Ov stór uppgáva
Ruth Vang hevði so at siga
ongar politiskar royndir, tá
ið hon kom í løgtingið í 2015
og tók við sum forkvinna í
fíggjarnevndini.
– Eg setti meg í ein stól og
skuldi røkja eina uppgávu,
sum eg ikki visti, um eg
dugdi, men eg kundi ikki
bera meg undan. Eg visti, at
tað fór at verða hart, og at
eg ivaleyst fór at gera onkrar
feilir, men at eg visti eisini,
at eg fór at læra tað, og við
tíðini kunna gera nakað gott,
sigur Ruth Vang.
– Nú havi eg sjálvandi
nógv størri vitan um bæði
tað formliga og tað politiska
spælið, og eg kenni meg betri
føra fyri at røkja starvið. Nú
veit eg, hvat skal til fyri at
fáa ting ígjøgnum, og eg veit,
hvat tú ikki skalt gera fyri at
fáa okkurt ígjøgnum. Tá ið
eg líti aftur á fyrstu tíðina,
hugsi eg, at aðrir politikarar
gjørdu sær ikki dælt av, at eg
var so óroynd, sigur hon.
Ruth Vang hevur hesi
tvey árini gjørt sær royndir
og fingið innlit í politiska
umhvørvið.
– Politikkur snýr seg um
so nógv annað enn poli
tikk. Tað er nógv psykologi
í poltikki. Samspælið millum
fólk, relatiónir, álit og trú
virði eru sera týdningarmikil,
og tú kanst missa alt á gólvið,
um tú fært trupulleikar
við relatiónum til aðrar
politikarar. Hinvegin kunnu
góðar relatiónir við aðrar
politikarar – eisini teir, sum
tú ert ósamd við politiskt –
skapa møguleika fyri at fáa
ymisk mál ígjøgnum
– Politikarar eru forfeingi
ligir og sartir um sítt image.
Teir vilja ikki missa andlit, og
teir kunnu mótarbeiða ein
um máli, um tað ikki tærnir
teimum, hóast sakin er góð,
sigur Ruth Vang.
Kostar at samstarva
Í politikki ræður um at fáa
ávirkan, og partur av tí
veruliga politiska spælinum
LJÓSMÓÐIR Í
POLITISKUM
SPÆLI
UM RUTH VANG
Ruth Vang er 51 ára gomul og úr
Havn. Hon er útbúgvin ljósmóðir
og hevur HD í roknskapi og
fíggjarstýring. Síðani september
2015 hevur hon sitið á løgtingi sum
varafólk. Hon umboðar Framsókn og
er forkvinna í fíggjarnevndini. Ruth
hevur farloyvi frá starvi í Tórshavnar
kommunu. Ruth er gift Dániali Vang,
og tey eiga trý børn.
– Eg setti meg í ein stól og skuldi røkja eina uppgávu, sum eg ikki visti, um eg
dugdi, men eg kundi ikki bera meg undan, sigur Ruth Vang, sum byrjaði sína
tíð sum tingfólk sum forkvinna í mest týðandi nevndini í løgtinginum