Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 gongur fyri seg burtur frá almenna ljósinum. – Mann kann undrast á, at so nógvir rossahandlar verða gjørdir millum politikarar. Tað kann síggja løgið út hjá fólki, tá ið tað skulu nógvar millumrokningar til fyri at fáa tingini at ganga upp, og eg haldi, at vit politikarar eiga at hugsa um hetta, held­ ur Ruth Vang. – Í politikki verður tú noydd at taka atlit til ymisk viðurskifti, og viðhvørt mást tú atkvøða fyri málum, sum tú ikki ert so fegin um. Tað mugu allir politikarar gera við hvørt, um teir skulu verða partur av einum samstarvi millum ymiskar flokkar og ymiskar politikarar. – Politikkurin hjá Fram­ sókn er í dag reyðari, enn hann hevði verið, um vit vóru í samgongu við Fólkaflokkin og Sambandsflokkin. Vit eru ein lítil flokkur í sam­starvi við tveir størri vinstra­ vend­ar flokkar, og vit førka politikkin til høgru. Høvdu vit verið í samgongu við Sam­bandsflokkin og Fólka­ flokkin, høvdu vit havt ann­ an leiklut. Soleiðis er polit­ iskt samstarv. Samstundis sum Ruth Vang viðurkennir partar av politiska spælinum, hevur hon trupult við at góðtaka aðrar partar. – Við hvørt er polit­iska spælið skitið. Fiskivinnu­poli­ tikkur er eitt dømi um tað. Tað er ilt at siga, nær talan er umyvirskipað atlit, og nær talan er um atlit til ávísar bólkar ella ávís øki. Nær eru politikararnir í lummanum hjá onkrum, spyr hon. – Eg havi verið ideologiskt sinnað, og eg royni at halda meg til tað, hóast tað viðhvørt er ógjørligt. Eg vil tó altíð venda aftur tann vegin, strembi eftir, at vit taka yvirskipað atlit í okkara arbeiði og gera tað, sum er best fyri flest og fyri okkara samfelag. Eg ynski ikki at blíva burtur í einum skitnum spæli um at flyta smáting, sum kunnu vera til egnan fyri­mun. Persónlig virði Flestu politikarar munnu uppliva, at tað viðhvørt blív­ ur ein kampur millum per­ són­lig virði og eitt politiskt mál. Hvussu nógv vilja polit­ ik­arar offra av sær sjálv­um fyri at náa einum politiskum máli og ber tað til at vera erligur í politikki? – Ja, tað ber til, og eg eri sann­førd um, at tað loysir seg at vera erlig. Tá ið eg hoyri onkrar politikarar tosa uttan um í miðlunum, hugsi eg við hvørt, um tað ikki hevði loyst seg nógv betur hjá teimum at sagt júst, sum tað var. Tað er ein vanvirðing av veljarunum at tosa so nógv uttanum, og onkuntíð virkar tað, sum politikarar halda, at veljarin er óvitandi, men tað er hann ikki, sigur Ruth Vang. – Erligheit kann tó ikki standa einsamøll. Eg kann ikki siga alt, tá ið eg havi hug at siga tað, og eg má virða av­ talur og vera loyal mót­veg­is einum samstarvi. Ruth Vang sigur, at hon er blivin meira varin við, hvat hon sigur í almenna rúm­in­ um. – Við hvørt minnir Face­ book meg á, hvat eg havi sagt fyri tveimum árum síðani, og tá hugsi eg ups, hatta hevði eg ikki sagt soleiðis í dag. Eg havi verið ein persónur, sum brúkti meg meira, enn eg geri nú. Eg hugsi nú meira um, hvussu fólk uppfata meg, og tí ansi eg betur eftir, hvat eg sigi, og helst er tað bara gott. Hóast kjakið í løg­ting­in­ um kann vera hart, og poli­ tikkur í løtum kann kennast eirindaleysur, trívist Ruth Vang sera væl í løgtinginum. – Tað er komið óvart á meg, hvussu vinarligt um­ hvørv­ið í løgtinginum er. Kjak­ið kann vera hart í ting­ sal­inum, og onkur mál kunnu ávirka stemningin, men sum heild er stemningurin mill­ um politikararnar sera góð­ ur, sigur hon. – Men løgtingið er eisini ein onnur verð enn okkara sam­felag annars, tí tá ið eg havi havt fleiri langar arbeiðs­dagar í løgtinginum, er tað gott at koma burtur frá og út í eina meira fjølbroytta verð, sigur Ruth Vang. UNDIR FÝRA EYGUM Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Eg eri glað fyri nógv ting, sum eg eigi, men næsta alt kann skiftast út. Eg havi fleiri listaverk, sum eg eri glað fyri, og so havi eg arvað stell frá ommunum báðum, sum hava stórt virði fyri meg. Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja? - Eg havi verið fleiri ferðir í USA, men eg kundi hugsað mær at farið aftur hagar og sæð meira av landinum. Bíbilskur liviháttur skal ikki ásetast við lóg Ruth Vang er ein av fleiri politikarum, sum hava staðið fyri skotum í mál­ inum um skrásett parlag. Hon tekur undir við, at sam­kynd kunnu ganga saman í hjúnaband, og tað halda summi er í andsøgn við hennara bakgrund í krist­nari samkomu. – Hetta er eitt ógvusligt mál, og tú ávirkast av tí. Tað liggur nógvur autoritetur í, at mann sigur seg umboða Vár­harra í politikki, sum nøk­ur fólk gera, men tað býð­ur mær nógv ímóti. Hetta við at »Gud og eg eru samd­ir, tí skalt tú boyggja teg fyri míni hugsan« er jú mis­brúkt ígjøgnum øldir, sigur Ruth Vang. – Myndugleikar skulu geva fólk møguleikan at trúgva og liva eftir egn­ ari sannføring, og tað skal eisini vera pláss fyri teim­ um kristnu, sum eru stokk­ konservativ, men tað skal ikki ásetast við lóg, at fólk skulu liva eftir einari ávísari fatan av Bíbliuni. Ruth Vang heldur, at tað nýtist ikki at vera and­søgn í at taka undir við ein­ari bíbiliskari fatan av hjúna­ band­inum og vilja loyva skrá­settum parlagi. – Tað ber til at vera fyri, at samkynd fáa borgarlig rætt­indi sum øll onnur, hóast mann kann halda, at samkynd hjúnaband er skeivt sambært Bíbliuni. Vit skulu rúma hvørjum øðrum, og tað er ikki neyðugt, at vit fagna hvørjum øðrum fyri tað. Samkynt hjúnaband snýr heilt einfalt um, at sam­kynd skulu hava nøkur borgar­lig rættindi, sigur Ruth Vang. – Í politikki verður tú noydd at taka atlit til ymisk viðurskifti, og viðhvørt mást tú atkvøða fyri málum, sum tú ikki ert so fegin um. Tað mugu allir politikarar gera við hvørt, um teir skulu verða partur av einum samstarvi millum ymiskar flokkar og ymiskar politikarar, sigur Ruth Vang Mynd: Álvur Haraldsen