Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNUNÝSKIPAN Stórur mótmælisdagur í Havn fyri fiskimenn og navigatørar – fakfeløgini skipaðu fyri Árni Gregersen Mótmælini vóru í gongd longu tíðliga hendan dagin, tá ið Løg­ting­ið skuldi undir 1. við­gerð av upp­skot­in­um um ný­skip­an av fiski­vinn­ uni, sum lands­stýr­is­maðurin við fiski­vinnu­málum, Høgni Hoy­dal, hevur lagt fram Løgtingið fer eisini undir 1. við­gerð av einum upp­skoti, sum Sam­bands­flokk­ur­in hev­ur lagt fram um ný­skip­ an av fiski­vinnuni. Ølll tey stóru upp­sjóv­ar­ skipini komu til Havn­ar tíð­ liga í dag og fylla Tórs­havn­ ar havn. Eisini ein hóp­ur av fiskimonnum og navi­ga­ tørum sóust í Havnar gøtum tíð­liga í morgun. Fiskimennirnir og naviga­ tør­ur høvdu beina kós niðan í Klubba­garðin, beint yvir av ting­húsinum. Har var riggað til við ljóði og stórskýggja. Fyrstur á røðarapallinum var for­mað­ur­in í Føroya Fiski­manna­fe­lag. Hann byrj­ aði við at biðja fólk hava tøgn og minn­ast Hristjan Glyvra­ dal, sum doyði umborð á Gad­us. Ikki í lummanum á nøkrum Men so fór formaðurin í Fiski­ manna­felagnum í gongd. Tað lág honum á sinni bein­an­ veg­in at siga, at Fiski­manna­ felagið ikki er í lummanum á nøkrum. – Vit hoyra ferð eftir ferð fólk siga, at vit eru í lumm­an­ um á reiðarunum. Tað er ikki rætt, segði Jan Højgaard. – Vit hava lagt okkara egna uppskot fram. Tað gev­ur nógv fleiri pengar í landskassan og hesir peng­ ar verða tiknir frá reið­ar­ unum. Sjálvandi eru vit ikki í lummanum hjá teim­um, segði formaðurin í Fiski­ manna­fe­lagnum. Hann segði eisini, at hann heldur tað er særandi við øll­ um teimum neiligu við­merk­ ing­unum, sum verða vendar móti fiskimonnum. – Tað er ógvuliga særandi, ser­liga fyri okkara limir, sum dag­liga stríðast á havinum, legði hann afturat. Høvuðsgrundgevingin fyri at vera ímóti nýskipanini er uppboðssølan: – Vit vilja ikki seljast á upp­boðssølu og vit vilja held­ ur ikki at okkara arb­eiðs­ pláss verða seld á upp­boðs­ sølu. Tað skapar ótryggleika. Hvat høvdu akademikara og onnur sagt um teirra arb­eiðs­ pláss vórðu seld á uppboði? Eg spyrji bara, segði Jan Høj­ gaard. Navigatørarnir samdir Skipara- og Navigatørfelagið var hitt fakfelagið, sum skip­ aði fyri mót­mæl­is­fundinum, Annfinnur Garðalíð, for­ mað­ur var samdur við Jan Høj­gaard um, at tað ikki er rætt, at arbeiðsplássini í fiski­vinnuni verða seld á upp­boðssølu. – Vit siga avgjørt nei, tí hetta skapar stóran ótrygg­ leika fyri okkara limir, tí vit vita eisini, at nógv stór útlendsk reiðarí eru klár at fara inn at keypa rætt­indi. Tað gagnar ong­um, segði for­mað­ urin í Navi­ga­tør­fe­lag­num. Hann segði, at Na­vi­ga­tør­ fe­lag­ið stendur saman við Fiski­manna­fe­lag­num um at mótmæla skipanini, sum sam­gongan í Løgtinginum ætl­ar at atkvøða ígjøgnum. Tey bæði feløgini – Navigatørfelagið og Fiski­ manna­fe­lag­ið – skipaðu ein­sa­møll fyri tiltakinum. Mask­in­meist­ara­felagið var ikki við. – Men eg eri fegin um at nógvir maskinmenn eru møtt­ir fram og at vit vita, at meir­luti er í felagnum fyri at taka undir við mótmælunum, segði Jan Højgaard. Eftir fyrstu samlingina í Klubbagarðinum fóri fólk í tingsalin at lurta. Ting­við­ gerðin var eisini stroyma í Klubba­garðinum og einari mat­stovu í Klubbanumn. MÓTMÆLA AT A VERÐA SELD Á Nógvir sjómenn møttu til mótmælistiltakið í Klubbagarðinum