mánadagur 29. mai 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsfólk
til dagstovnin
í Hvalba
Hvalbiar kommuna søkir eftir námsfrøðingum,
hjálparfólkum og avloysara til nýggja dagstovnin
í Hvalba.
Vit sóknast eftir
• 6 námsfrøðingar 30 tímar um vikuna
• 1 námsfrøðingi 20 – 25 tímar um vikuna,
tíðaravmarkað 1/8-17 til 1/1-18.
• 2 hjálparfólk 30 tímar um vikuna
• 2 hjálparfólk 25 tímar um vikuna
• Einum avloysara, tá tørvur er á, onki fast
tímatal.
Størvini verða sett frá 17. juli 2017 ella eftir nærri
avtalu.
Okkum tørvar námsfrøðingar sum kunnu leggja
til rættis, útinna í verki, skjalprógva og eftirmeta
námsfrøðiliga arbeiði. Vera kveikjandi,
vegleiðandi og kunna samskifta á ymiskum støði.
Gera námsfrøðiliga arbeiðsætlan saman við
øðrum starvsfólkum.
Um ikki nóg nógvir skikkaðir námsfrøðingar
søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Vit vænta at
• tú kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
• tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
• tú kanst geva børnunum ein tryggan,
mennandi og fjølbroyttan gerandisdag
• tú ert tolin og nærverandi
• tú ert áhugað í sjálvsmenning
Vit kunnu bjóða
Eitt starv við sera góðum arbeiðsumstøðum.
Dagstovnurin liggur í einum náttúruríkum
umhvørvi, har náttúran er ein týðandi partur av
gerandisdegnum.
Eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst
verða við til at mynda og seta dám á virksemi á
stovninum.
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðs-
gev arafelag Føroya.
Størvini innibera, at tú eftir tørvi kann hjálpa til á
øðrum stovum og at tú tolir broytingar í
starvinum.
Umsókn
Umsókn saman við revsiváttan, møguligum
viðmælum, upplýsingum um útbúgving og
royndir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í
seinasta lagi mánadagin 12. juni 2017 kl. 12.00.
Hvalbiar kommuna
Bíarvegur 2
Fo-850 Hvalba
ella til hvalba@hvalba.fo
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til
Siri Næs Olsen, stovnsleiðara, tlf. 237580
SØKIR:
HEILSURØKTARA
frá 01.08. 17 at rokna - ella eftir nærri avtalu.
Talan er um 25 tímar um vikuna
HEILSUHJÁLPARA
frá 15.08.17 til 01.02.18. Talan er um 25 tímar
um vikuna í kvøldvaktum.
Arbeiðið umfatar røkt, stuðul og vegleiðing til
borgarar,sum búgva heima
Lønar-og setanartreytir eru sambært galdandi
sáttmála
Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú
vælkomin at at seta teg í samband við Annfríð
Neslíð, deildarleiðara ,tlf 793304 ella tpost
rodin@rodin.fo
Lýsingin sæst eisini á okkara heimasíðu:
www.rodin.fo
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal
verða okkum í hendi í seinasta lagi 8. juni 2017.
Umsóknin, merkt ”umsókn, skal sendast til :
rodin@rodin.fo ella
ROÐIN - økistænastan
Friðartún 1
FO-620 Runavík
TROTABÚGV
I konkursboet P/F
Faroe Seafood, Vestara
Bryggja , Postboks
3183, 110 Tórshavn,
reg.nr. 2216, SKS
3-279/2010, har
skifteretten stadfæstet
tillægsopgørelse med
en yderligere
dividende på 0,1538 %
til § 97-fordringer.
Der bortses ved
efterudlodningen fra
fordringer, som ikke vil
afkaste 500 kr. i ekstra
udlodning.
Udlodning finder sted
den 27. juni 2017.
RETTEN PÅ FÆRØERNE,
den 22. maj 2017
Útbjóðing:
ReingeRð av skRivstovuhølum
í JóannesaR PatuRssonaRgøta 32-34
www.JaRdfeingi.fo
Jarðfeingi flytur í nýumvældu húsini í Jóannesar Paturssonargøta
32-34, og í hesum sambandi verður reingerðin av hølunum boðin út.
Nærri ásetingar um, hvat reingerðin fevnir um og treytir
annars, fáast við at venda sær til Jarðfeingi á telefon 357000, ella við
at senda teldupost til: jardfeingi@jardfeingi.fo.
Tilboð skulu verða Jarðfeingi í hendi
í seinasta lagi tann 12. juni 2017 kl. 16:00.
Jarðfeingi, Postboks 3059, FO-110 Tórshavn, Føroyar
jardfeingi@jardfeingi.fo
eblaðið
sos.fo