Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Pætur Albinus FIMLEIKUR Fleiri føroysk lið hava um vikuskiftið luttikið í HM í estetiskum fimleiki, sum varð hildið í finska høv­uðs­ stað­num Helsinki. Serliga tað eina føroyska liðið gjørdi um seg, nevniliga ung­linga­lið­ið Team Eina hjá Havnar Fim­leik­ar­felag, sum við stiga­tal­in­um 14,70 slapp við í HM-fin­al­uni. Í finaluni, sum var í gjár, vóru 12 lið við, og við stiga­tal­inum 15,00 og samlaða stiga­tal­in­ um 29,70 endaði Team Eina á einum 9. plássi. Hetta var besta avrikið av nøkr­um norðurlendskum liði, og endaðu tær beint framm­an­ fyri Team Elina úr Danmark. Mine­tit úr Finnlandi vann ung­linga­kapp­ing­ina. Nevn­ ast kann eisini, at Jónvá Ell­ ings­gaard og Ingibjørg Mohr Arna­dóttir, venjarar hjá Team Eina, sjálvar hava gjørt seri­una hjá føroyska liðnum. FORMIL 1 Grand Prix-kappkoyring var í gjár í Monaco, har týski Sebastian Vettel (Ferr­ari) gjørdist nummar eitt framm­ an­fyri liðfelagan, finska Kimi Raikkonen. Á triðja plássi endaði Daniel Ric­ ciar­do, meðan danski Kevin Magnussen (Renault) bleiv nummar 10 og fekk eitt stig til samlaðu kappingina, har Sebastian Vettel eftir triðja sigurin í gjár økti um leiðsl­ una. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og lið­felagarnir í Bjerringbro- Silke­borg tryggjaðu sær í gjár bronsuheiðursmerkini í bestu donsku hond­bólts­ deild­ini, tá ið tað gjørd­ist til 32-26-sigur ímóti Ribe- Esbjerg í seinna bronsu­dyst­ in­u­m. Í fjør gjørdist Bjer­ ring­bro-Silkeborg danskur meist­ari, men tað hevur ikki hepn­ast eins væl í ár, har lið­ið hevur havt eitt drúgt kapp­ing­ar­ár við eitt nú Champi­ons League-luttøku og yvir 60 spældum dystum. Jóhan á Plógv Hansen hevur ikki spælt við síðani hann sleit krossbandið mitt í febru­ar, men hann er komin væl áleiðis í uppvenjingini og verður væntandi tøkur at spæla aftur frá byrjan av næsta kappingarári. POKER Føroyski Sigurð D. Carlsson framdi ein vørr, tá ið poker- kapp­ingin Unibet Open Copen­hagen var í Casino Copen­hagen á Amager um viku­skiftið. 404 spælarar vóru við, og Sigurð var við heilt fram til tveir vóru eft­ir, har hann í heads-up hitti Kaarel Lepik úr Est­ landi. Tríggjar ferðir var Sig­urð um reppið at fara av­stað við sigrinum, men est­iski mótstøðumaðurin var heppin og kom aftur á odda, har hann við einum raði vann ímóti trimum eins hjá Sigurði. Fyri 2. pláss­ið í kappingini fekk Sig­urð 362.100 krónur, með­ an Kaarel Lepik fór av­stað við steypinum og 562.300 krónum. Ein annar før­oy­ ing­ur, Bárður Brimvík, bleiv numm­ar 34 og vann 20.000 krón­ur.