Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 André Olsen AC Horsens við Halli Hans­ son á liðnum og Vendsyssel FF við føroysku René Shaki Joen­sen og Meinhard E. Ol­ sen í hópinum, spældu um vikuskiftið avgerandi dyst­ir í ávikavist bestu og næst­ bestu donsku deildini. Hallur sendi Esbjerg niður AC Horsens og Hallur Hans­ son spældu ímóti Esbjerg í seinna play-off dystinum, har sessurin í donsku Super­ liguni var uppá spæl. Tap­ arin flutti beinleiðis niður í næstbestu deildina. Sæð við føroyskum eygum, var tað AC Horsens sum dró longra stráðið í seinna play-off dystinum. Meðan fyrra uppgerðin endaði við 1-1 javnleiki, eydnaðist tað AC Horsens sunnudagin at vinna seinnu uppgerðina á Casa Arena í Horsens við 3-2. Hallur Hansson var á vølli­num allar 90 minutt­ir­ nar og var eyð­sýnd­ur á mið­ vøllinum hjá AC Horsens, har hann millum annað eisini var við til at fáa ein leikara hjá Esbjerg útvístan, sum traðkaði á Hall Hansson eftir eina hevnisøku. Sostatt fær AC Horsens ein eyka møguleika til at spæla enn eitt ár í bestu deild­ini. Men tann møgu­ leik­an hava teir ikki heilt fing­ið enn, tí vinnarin av play-off dystinum millum AC Horsens og Esbjerg, sum altso endaði við at vera AC Horsens skal spæla upp og niðurflytingardyst móti felagnum sum endaði numm­ar tvey í næstbestu donsku deildini. Vendsyssel tapti finaluna í næst­ bestu deildini Felagið, ið endaði nummar tvey í næstbestu donsku deild­ini og sum skal spæla upp og niðurflytingardyst móti AC Horsens var før­oy­ inga­felagið í deildini, Vend­ syssel FF, sum hevur René S. Joensen og Meinhard E. Olsen í hópinum. Teir spældu leygardagin eina bein­leiðis finalu í deildini, tá teir spældu á útivølli móti Ho­bro. Undan dystinum vóru bæði liðini jøvn í stig­ um, og tí flutti vinnarin av dysti­num beinleiðis upp í Super­liguna, meðan tap­ ar­in skuldi spæla upp og niður­flytingardyst. Tí­ver­ri fyri føroysku leikar­ar­nar í Vendsyssel, var tað Ho­ bro, ið dró longra stráð­ ið leygardagin. Teir vun­ nu dystin 1-0, eftir at teir skoraðu mál seint í dysti­ num. Sostatt vóru tað teir, ið fluttu beinleiðis upp í Super­ liguna. Hallur hevur góðar vónir Fyri AC Horsens leikaran, Hall Hansson, er tað ser­ stakt, at spæla upp og niður­ flytingardystir móti Vend­ syssel FF. Hallur Hans­son spældi nevniliga í hálvt­ann­ að kappingarár við norður­ jút­lendska felagnum, har hann eisini er høgt í metum. Hallur Hansson greiðir eisini frá, at talan er um serstaka kenslu. 1. Tað verður serstakt og tað verður spennandi. Eg var hálvt annað ár í Vend­ syssel, so eg veit alt um teirra felag. Teir hava dugnaligar leikarar, men eg føli, at um vit spæla sum vit gjørdu móti bæði Viborg í seinna dysti­num og ímóti Esbjerg, so hava vit sera góðar møgu­ leik­ar fyri at klára okkum væl. Skal møguliga undir skurð eftir landsdystin Í heysthálvuni gekst ser­stak­ liga væl hjá Halli Hans­son og AC Horsens, men í vár hevur hilnast verri, og er felagið tí enda í niður­flytingar­ stríðnum. Hall­ur Hansson greiðir eisini frá, at talan hevur verið um skift­andi kappingarár hjá sær per­són­ liga, sum er býtt upp í tvey. 2. Eg var væl nøgdur við fyrru hálvuna av kappingini hjá mær, men seinna hálvan hev­ur ikki verið serliga góð. Eg havi stórar forvæntningar til mín sjálvan, og sjálvt um eg kanska havi gjørt tað fínt, so er tað ikki nóg gott hjá mær. Ein skaði í fóti­num hevur givið mær nógv­ar trupul­leikar seinastu mán­ að­ir­nar, har eg ikki havi vant serliga nógv, men bara spælt dystir. Nú er uppá tal at eg skal skurðviðgerast fyri tað aftaná landsdystin, so vón­ andi gevur tað mær møgu­ leika at siktað enn hægri, tí eg ætli mær allan vegin, greiðir Hallur Hans­son frá. Finnur og Viljormur frá byrjan Fleiri aðrir føroyskir útisetar hava eisini verið í dysti um viku­skiftið. Seinasta umfar var í næstbestu donsku deild­ini um vikuskiftið, har teir báðir føroysku lands­liðs­ leikararnir, Finnur Justinus­ sen og Viljormur Davidsen, báð­ir byrjaðu inni í sínum dystum. Finnur Justinussen og Fremad Amager spældu á úti­vølli móti Nykøbing FC í einum dysti, sum Nykøbing vann 2-0, meðan Viljormur Davidsen og Vejle spældu á úti­vølli móti FC Fredericia í ein­um dysti sum Fredericia vann 3-1. Liðini hjá teimum báðum endaðu lið um lið á stigatalvuni, har tey vóru jøvn í stigum – sum nummar 9 og 10. Men Vejle endaði oman­fyri, av tí at teir høvdu betri málmum enn Fremad Amager. Brann misti enn einaferð leiðsluna Í Noregi spældi Gilli Rólants­ son Sørensen allan dystin, tá Brann spældi 1-1 javnleik á heimavølli móti Aalesund. Brann førdi annars 1-0, men móti endanum av dysti­ num eydnaðist tað Aale­ sund FK at koma inn aftur í dystin, tá teir fingu javna til 1-1. Hetta er ikki fyrsta ferð­in at Brann missir leiðsluna móti endanum, tí tað er hent fleiri ferðir áð­ ur í kappingarárinum. Gilli R. Sørensen var heldur ikki nøgd­ur við at hann og lið­ felagar­nir enn einaferð mistu leiðsluna. 3. Hetta var ikki serliga stutt­ligt, tí vit spældu væl í 70 minuttir, har vit síðani steðgaðu fullkomiliga upp og fingu eitt reytt kort. Saman­ um­tikið var 1-1 eitt rættvíst úrslit, hóast vit høvdu fult tamar­hald á dystinum. Men persón­liga gekk tað væl. Eg spældi allan dystin, og føldi meg væl, greiðir Gilli R. Søren­sen frá. Gilli R. Sørensen og lið­ felag­ar­nir í Brann stríðast í oddi­num í norskum fótbólti, har teir bert eru eitt stig aftan­fyri Rosenborg á fremsta plássinum. FH er komið illa frá byrjan Í Íslandi spældu teir báð­ir før­oysku lands­liðs­leikar­ ar­nir, Gunnar Nielsen og Jónas Tór Næs, fullan dyst um vikuskiftið. Hin før­oyski leik­arin, Kaj Leo í Bartals­ stovu, kom ikki á vøllin. Jónas Tór Næs og ÍBV taptu á heimavølli 4-1 móti ÍA, meðan Gunnar Nielsen og FH spældu 2-2 á útivølli móti KR. Serliga fyri FH hevur byrjan­in í kappingini higartil verið skuffandi. Felagið, sum sein­astu tvey kappingarárini hev­ur vunnið meistaraheitið, ligg­ur á áttanda plássi eftir fimm tey fyrstu umførini, har bert seks stig eru komin í skjáttuna. ÍBV er eitt pláss omanfyri við sjey stigum. FØROYINGAR HITTAST Í UPP OG NIÐURFLYTINGARDYSTI Um vikuskiftið er vorðið greitt at tvey lið við føroyskum leikarum á liðnum í Danmark, skulu spæla upp og niðurflytingardystir ímóti hvørjum øðrum í næstum Dystir hjá útisetunum um vikuskiftið: AC Horsens (Hallur Hansson) – Esbjerg FB 3-2 Hobro – Vendsyssel (René S. Joensen & Meinhard E. Olsen) 1-0 FC Fredericia – Vejle BK (Viljormur Davidsen) 3-1 Nykøbing FC – Fremad Amager (Finnur Justinussen & Heini Vatnsdal) 2-0 Brann (Gilli R. Sørensen) – Aalesund FK 1-1 ÍBV (Jónas T. Næs & Kaj Leo í Bartalsstovu) – ÍA 1-4 KR – FH (Gunnar Nielsen) 2-2 FÓTBÓLTUR Hallur Hansson var eyðsýndur og stríddist væl á miðvøllinum hjá AC Horsens sunnudagin Hallur Hansson (við nummar 17 á rygginum) og liðfelagarnir kundu fegnast eftir 3-2 sigurin móti Esbjerg sunnudagin