mánadagur 29. mai 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FIMLEIKUR
BESTAR Í
KONGARÍKINUM
Tróndur Arge
Tað hevur verið eitt drúgt og
tungt tak fyri estetiskan fimleik
í Føroyum, at vinna seg fram í al
tjóða fimleiki. Nú fáa føroysk lið
javnan millum 14 og 16 stig fyri sínar
framførslur. Tá hava føroysk lið ein
møguleika at koma í finaluna.
Hesa ferð var tað Team Eina hjá
Havnar Fimleikafelag, sum megn
aði at gera bragdið og vinna seg í
HM finaluna saman við 11 øðrum
liðnum. Hetta er aðru ferð, at eitt
kvinnuunglingalið úr Føroyu er
komið í HM finaluna. Fyrsta liðið
at klára tað var Alda hjá Havnar
Fimleikafelag, tá HM í estetiskum
fimleiki var í Føroyum í 2015.
Hesa ferð bleiv Team Eina bleiv
nummar níggju við 15 stigum í
finaluni. Tað verður mett sum eitt
megnar úrslit og ein staðfesting av
framgongdini hjá estetiskum fim
leiki í Føroyum.
Avrikið var eisini betri enn nak
að, sum tað danska liðið kláraði.
Tí best í kongaríkinum. Tað sama
kann sigast um kvinnuliðið hjá
Ljósinum, Hydra. Tær endaðu
eisini frammanfyri donsku liðini
og harvið best í kongaríkinum. Tær
fingu 15.3 stig í undankappingini,
men tað rakk ikki til pláss í finlauni
hjá kvinnum.
Heimagjørd seria
Tað er vanligt í estetiskum fimleiki
at lið keypa sær seriur frá serkønum
fólki, sum tey gera. Sermerkt við
seriuni hjá Team Eina er, at tað eru
venjararnir, Jónvá Ellingsgaard og
Ingibjørg M. Arnadóttir, sum sjálv
ar hava gjørt seriuna. Slíkt er høgt
í metum í umhvørvinum hjá estet
iskum fimleiki.
- Tað var eitt heilt fantastiskt
upplivilsi at síggja genturnar fram
føra seriuna, sum vit hava gjørt,
frammanfyri
7000
áskoðarum,
sigur Ingibjørg M. Arnadóttir.
Tað
hevur
staðið
nógv
á
venjarunum seinastu tíðina, men
í gjár eftir finaluna var lagið gott.
-Tað er ein avbjóðing at gera
seriu til unglingar. Tað krevur
nógv meira, enn tað ger, tá tú ger
seriur til yngri lið, tí serian skal
flóta væl og samstundis innihalda
øll krøvini. Hesa avbjóðingina vil
du vit alíkavæl taka av, tí vit ken
na genturnar so væl, og føldu at
vit kundu gera eina seriu, sum
hóskaði væl til tær. Evnið í seriuni
er inspirerað av kvænum um Ólav
Riddararós, greiðir Ingibjørg M.
Arnadóttir frá úr Finnlandi.
Hertil kann nevnast, at tað er
ikki sum við øðrum liðítrótti, har tú
bara kanst skifta ein íðkara út við
ein annan. Ein seria krevur ótrúliga
hart arbeiði og harða venjing, har
allir lutir skulu spæla væl saman,
fyri at fáa eitt gott úrslit.
Eitt gott kappingarár
fyri Hydra
Kvinnuliðið Hydra hevur luttikið í
øllum kappingum her heima, um
framt at tær vóru í Italia fyrst í
apríl, í Danmark til Easter Cup á
páskum og nú til HM í Finnlandi. Til
Easter Cup á páskum, megnaðu tær
at blíva bestar í kvunnubólkinum í
danska kongaríkinum.
Tá tær komu heim aftur úr
Danmark, fóru tær beint at venja
til FM. Tær vóru nummar eitt til
innleiðandi við 15,97 stigum, og
til finaluna fingu tær 16,19 stig,
sum er tað besta tær hava fingið
til heimligu kappingarnar. Hetta
tryggjaði
kvinnuliðnum
Hydra
eisini FM heitið í estetiskum fim
leiki í 2017.
Í oktobur í fjør fingu íðkararnir
á kvinnuliðnum Hydra boð um,
at Antton Laine fór at koma til
Føroyar og gera íðkanina til teirra.
Úr Ljósinum verður sagt, at hann
hevur gjørt teimum eina ómetaliga
góða íðkan, ið hóskar sera væl til
tær. Við Eyð Strøm á odda, hava
hesar ungu kvinnur ment seg sera
nógv í gjøgnum veturin og standa
nú sum FM vinnarar og sum besta
kvinnulið í estetiskum fimleiki í
danska kongaríkinum.
Fyri framførsluna til HM fingu
tær 15,30 stig, og er hetta besta
føroyska úrslitið í nýggjari tíð.
Bæði íðkararnir og venjarin, Eyð
Strøm, eru ótrúðliga glaðar fyri
úrslitið. Frá kappingini í Italia, tá
fingu tær 13,9 stig, er hetta ein stór
framgongd.
Leggjast kann afturat, at Eyð
Strøm hevur játtað at vera venjari
hjá kvinnuliðnum Hydra hjá Ljósi
num komandi fimleikaár.
Fýra føroysk lið við
Í estetiskum fimleiki er tað so, at
FM vinnarin sleppur við til HM
kappingina, sum “landsliðið”. Í
hesum førinum vóru tað Vípan
hjá Støkk, sum er FM vinnari hjá
kvinnuunglingum, og Hydra hjá
Ljósinum hjá kvinnum.
Team Eina og Svalan hjá kvinnu
nu í Støkk meldaðu sjálvar til í
samstarv við Fimleikasambandið.
Í heims høpi eru Russland og Finn
land frammaliga í estetiskum fim
leiki. Estetiskur fimleikur í Føroy
um hevur nú flutt seg á eitt hægri
stig. Tað prógva úrslitini til HM
kappingina í Finnlandi.
trondur@sosialurin.fo
HM í estetiskum fimleiki:
Bæði Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag og Hydra hjá Ljósinum fingu so góð úrslit til HM kappingina
í estetiskum fimleiki í Finnlandi um vikuskiftið, at tær eru bestar í sínum flokki í kongaríkinum
Her eru úrslitin hjá
føroysku liðunum
í innleiðandi
kappingini:
Kvinnulandsliðið:
15,30 stig
Kvinnuunglingalandsliðið: 13,45 stig
Kvinnuunglingar Eina:
14,70 stig
Kvinnur Svalan:
14,00 stig
HM finalu úrslit kvinnuunglingar:
1
Minetit úr Finnlandi
38,10 stig
2
Ovo junior team úr Finnlandi
37,45 stig
3
Victoria úr Russlandi
37,10 stig
4
Victoria Strela úr Russlandi
36,05 stig
5
Rytmika Perfetto junior úr Estlandi
34,40 stig
6
Janika Rosett úr Estlandi
33,35 stig
7
Etar elit úr Bulgari
32,20 stig
8
Ritmica cartagena úr Spania
30,35 stig
9
Team HF Eina úr Havnar Fimleikafelag
29,70 stig
10
Team Elina úr Danmark
29,65 stig
11
Delica junior úr Ukraine
29,10 stig
12
Gimnastica sant cugat úr Spania
28,10
Íðkarar ovast: Fía
Haldursdóttir Smith
Mittasta rekkjan: Victoria
Martha Hansen, Maria av
Fløtum Mittún, Birita Mohr
Balle, Ró Reginsdóttir á Lofti,
Anna Elmarsdóttir Ósá.
Niðasta rekkja: Lea
Arnfríð Jacobsen, Barba
á Brúnni, Barba á Brúnni