mánadagur 29. mai 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KAPPRÓÐUR
Jóannes Hansen
Starturin í 2017 kappróðrar
árinum
var
kanóngóður.
Veðrið spældi við, vertirnir
vóru fyrireikaðir, sum tað
sømir seg, Róðrarsambandið
hevði syrgt fyri sínum, og
manningarnar vóru betri
at fáast við í sambandi við
startin og sjálvan róðurin,
enn tær plaga at vera í fyrsta
FM kappróðrinum.
Stórskíggi var á vestara
havnarlagnum, har tað bar
til hjá áskoðarunum at fylgja
við, og harvið var kappróð
urin meiri vinaligur yvirfyri
áskoðarunum,
enn
hann
higartil hevur verið.
Tað eru tríggjar vikur til
næsta róðurin, sum verður
á sundalagsstevnu leygar
dagin 17. juni. Hjá onkrum
manningum bar tað ikki til
at vera so ofta í bátinum
undan norðoyastevnu. Tí
ber tað væl til at ímynda
sær, at møguleiki er fyri, at
okkurt fer at síggja øðrvísi
út í næstu kappingini, enn
tað gjørdi leygardagin.
Heimasigrarnir
Tá ið 10-mannaførini fóru
um málið, dundi fýrverkið
yvir vánni og millum Kjølin,
Klakkin, Halgafelli og Háfjall.
Tað var stórur fagnaður mill
um róðraráhugaðu klaksvík
ingarnar, og tað var ikki so
undarligt.
Klaksvíkingur
vann
í
sannførandi stíli við blað
ungari manning, sum ongan
tíð áður hevur kappast í FM
kapping í 10-mannafarinum,
og dreingirnir á Fípuni Føgru
staðfestu við trivaligum sigri,
at tað verður sett við í Klaks
víkar Róðrarfelag.
Úrslitini hjá vertunum
vóru søgulig á tann hátt,
at hetta var fyrstu ferð
yvirhøvur,
síðani
tað
i
1973 varð farið undir FM
kappróður í tí líki, sum tað
framvegis verður kappast,
at bæði 5-mannafarið við
dreingjum og 10-mannafarið
hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
vunnu á norðoyastevnu.
Tað hevur verið langt
millum sigrarnar á norðoya
stevnu hjá klaksvíkingum.
Tíggjumannafarið vann í 1970
og so ikki aftur fyrr enn í 2011
og 2012.
Hóast
Klaksvíkingur
vann FM í 2006 og aftur í
2009, so eydnaðist tað ikki
at vinna á norðoyastevnu.
Tað var tætt við, og tí var
vónbrotið stórt. Soleiðis var
tað eisini í 2015, tá ið Drekin
Reyði lá á Klaksvíkingi.
Síðani túsund ára skiftið
hava dreingirnir umborð
á Fípuni Føgru vunnið á
norðoyastevnu í 2002, 2014
og aftur í fjør. Fyri trim
um árum síðani vóru tað
teir, sum nú manna tíggju
mannafarið, ið sótu umborð
á Fípuni. Nú vunnu teir í
tíggjumannafarinum. Sam
an við teimum sótu tveir,
sum í fjør vunnu FM við
dreingjabátinum.
Harvið
tykist føðiketan at vera
tryggjað í kappróðrinum í
Klaksvík.
Sannførandi sigrar
Felags fyri avrikini og sigrar
nar hjá Fípuni Føgru við
dreingjum og Klaksvíkingi
var, at talan var um sann
førandi avrik og sigrar.
Í innleiðandi riðlinum
róðu dreingirnir taktiskt.
Fimm teir bestu í riðlunum
báðum kvalifiseraðu seg í
finaluróðurin. Har var eingin
ivi. Fípan Fagra fleyg avstað,
og hon var alla tíðina undan
hinum bátunum. Sílið og
Junkarin
kappaðust
um
næstfremsta plássið, og Sílið
vann ta kappingina.
Undan
norðoyastevnu
var spenningurin, hvussu
nýggja
manningin
á
Klaksvíkingi fór at takla
avbjóðingina,
sum
eitt
nú var, at fýra av teim
um, sum áður hava róð við
Klaksvíkingi, nú eru umborð
á Orminum Langa.
Klaksvíkingur sprakk av
stað. Tað var skjótt, at hann
vann eina hálva bátslongd,
og síðani økti hann stútt og
støðugt. Tá ið teir fóru um
málið, var fjarstøðan aftur
til næstu bátarnar meiri enn
ein bátslongd.
Ormurin
Langi
var
í
kapping um Drekan Reyða
um
næstfremsta
plássið.
Drekin Reyði hevur nýggja
manning, og henda mann
ingin royndist væl. Tað var
sera tætt í kappingina um
næstfremsta plássið, og ta
kappingina
vann
Drekin
Reyði.
Havnarbáturin
endaði
aftastur – eina bátslongd
aftanfyri Ormin Langa.
Høvuðsstaðurin
tók sín part
Seinnu árini hevur tað verið
longri millum sigrarnar hjá
Havnar Róðrarfelag, enn tað
plagdi at vera.
Luttøkan í hesum kapp
ingarárinum
boðar
frá,
at tað er nógv lív í sigurs
vanda felagnum, og á norð
oyastevnu sást, at manning
arnar ikki bara ætla sær at
luttaka, men at fleiri teirra
eru so væl fyri, at tær kapp
ast um gullið.
Nýggja 5-mannafarið hjá
Havnar Róðrarfelag eitur
Ingibjørg.
Hesin
báturin
vann barnaróðurin hjá bæði
gentum og dreingjum, og
bæði Sílið og Drekin vóru
væl við.
Í fjør var Erla Kongsdóttir
úr Fuglafirði einaráðandi í
kappingini millum 5-manna
før við kvinnum. Leygar
dagin
var
starturin
hjá
teimum úr Fuglafirði einki
serligur. Tær stríddu seg
fram at kappast um næst
fremsta plássið, men ta
kappingina taptu tær ímóti
Drekanum.
Eingin
skalaði
Jallin.
Nýggja
manningin
á
5-mannafarinum hjá Róðrar
felagnum Knørri var sera
sannførandi. Blái báturin
varð fremstur allan teinin,
og á málinum var fjarstøðan
aftur til Drekan tvær báts
longdir.
Millum 8-mannaførini var
so tætt, at tað er lagt upp til
spennandi kapping. Argja
báturin hevur vunnið nógv.
Í fjør var hann ikki millum
teir bestu, men nú er hann
aftur, har hann plagdi at
vera. Størsta kappingin var
við Tofta Regin úr Vági.
Firvaldur og Rádni
Í kappingini millum 6-man
nafør við kvinnum og 5-man
nafør við gentum gekk tað
soleiðis leygardagin, sum tað
gjørdi í øllum róðrunum í fjør.
Firvaldur
av
Tvøroyri
vann allar róðrarnar í fjør, og
Firvaldur vann leygardagin.
Tað var ein bátslongd aftur
til Drekan.
Rádni úr Fuglafirði vann
allar róðrarnar í fjør, og Rádni
vann leygardagin. Sigurin
var tepur, tí Sølmundur vísti
seg at vera sera treiskur av
bjóðari. Onkra løtu vaks
munurin til tað mesta av
einari bátslongd, men tá ið
bátarnir fóru um málið, var
munurin minni enn ein hálv
bátslongd.
Firvaldur heldur fram
FM vinnarin í fjør legði seg
við sigri á norðoyastevnu í
oddin í FM kappingini
Tað tykist framvegis at
vera soleiðis, sum tað var
í fjør. Tá var Firvaldur av
Tvøroyri føroyameistari í
kappingini millum gentur í
5-mannaførum.
Í dag var fyrsti róðurin í
ár á norðoyastevnu, har lík
indini at rógva kapp eru heilt
góð.
Firvaldur fleyg avstað,
og so var einki at rafla um.
Tvøragentur vóru fremstar
allan teinin, og á málinum
vóru tær meiri enn eina báts
longd undan teimum næstu.
Kappingin
um
næst
fremsta plássið var sera tøtt.
Fleiri vóru um boðið. So við
og við legði Drekin hjá Havn
ar Róðrarfelag hinar bátar
nar aftur um seg.
KLAKSVÍKINGUR OG
FÍPAN FAGRA VUNNU
SØGULIGAR SIGRAR
Fyri fyrstu ferð nakrantíð vunnu bæði 10-mannafarið
og dreingirnir í heimasjógvi á norðoyastevnu, har
høvuðsstaðurin streyk avstað við fýra sigrum