Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hey Patrik! Heldur tú, at út átti brotsspark ímóti HB? Ja, tað haldi eg. Teitur tekur bara beinini, hattar verður dømt 9 út av 10 ferð. Hvat hugsaði tú, tá ið tú fekk gult kort fyri sjónleik? Eg hugsaði, um hann var seriøsur. Eg haldi, at eg tók tað nokk so væl, tí eg visti at vit enn høvdu kjans fyri at koma í finaluna. So eg fór av vøllinum uttan at siga nakað við Dagfinn. Hvussu var at sita og eygleiða comeback hjá liðfeløgunum? Tað var ræðuligt! Eg sá ikki serliga nógv av dystinum, aftaná eg var tveitt­ur út. Eg sá kanska 10 min av tí vanligu leiktíðini. Eg sat í skift­ ing­ar­rúminum tá Róaldur javnaði til 2-2, síðan stóð eg beint við skýlið hjá okkum restina av dystinum.. Hvat væntar tú tær av steypafinaluni ímóti NSÍ? Tað verður ein finala, ið kann fara báð­ar vegir. Bæði liðini spæla góð­an fótbólt, so tað verður eisini ein und­ ir­haldandi dystur. Sjálvandi vera tað vit, ið standa við steypinum aftaná 90 min. Hvussu trívist tú annars í høvuðsstaðnum? Tað var ein stór avbjóðing at fara frá fam­ilju og vinum har suðri, til eitt lið har eg ikki kendi nógvar leikarar áðr­enn eg kom. Eg føli meg heima í Havnini. Mamma og pappa koma norð­ur hvønn sunnudag at vitja. Man kann siga, at eg stórtrívist her norð­uri. Vikan ið fór KÍ er framvegis oddalið í landskappingini í fótbólti, eftir tepran sigur á 07 Vest­ ur. HB setti ungt lið á vøllin og vann 4-2 á botn­liðnum ÍF. Í kvøld spæla steypa­ finalistarnir úr NSÍ og B36 Klaksvíkingur vinnur á heimavølli, tá ársins fyrsti FM róður er. Argjabáturin, Fípan, Jallurin Hvessingur Rádni, Firvaldur og nýggi báturin HR, Ingjibjørg vunnu hinar róðarnar HB hevur kós móti steypa­ finaluni hjá kvinnum, eftir 4-1 sigur í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. EB/ Streymur/Skála og KÍ spældu 1-1, so har er alt púra opið AB vinnur fyri fimtu ferð upp í skal í 1.deild hjá monnum. Karstin Højgaard skorar einasta málið í 1-0 sigrinum á Víkingi. B68 er ávegis sigri, men í yvirtíðini javnar KÍ upp á brotsspark Team Eina hjá Havnar Fimleikafelag vinnur seg í HM finaluna í estetiskum fimleiki, har tær blíva nummar níggju. Fýra føroysk lið eru við og øll klára seg lutfalsliga væl Hallur Hansson er á vøllinum allar 90 minuttirnar, tá AC Horsens vinnur 3-2 á Esbjerg í niðurflytingaruppgerðini í Suprliguni. Sigurð D. Carlsson vinnur 362 túsund krónur í Unibet Open Copenhagen, sum er ein pokerkapping. Hann blívur nummar tvey í kappingini, men er um reppið at vinna og fáa 562 túsund í lumman Havnar Svimjifelag vinnur flest heiðursmerki til FM á langgeil í Páls Høll í Vági. Síðani koma Ægir og SuSwim. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningartil føroysk ítróttarfólk... Navn: Patrik Johannesen Aldur: 21 Ítróttur: Fótbóltsspælari (B36) Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Quizzin, svar: 1: 2006 2: 2002 3: Ongantíð – hetta er fyrstu ferð 4: 74 metrar 5: Evander “The Real deal” Holyfield 6: Patrik Johannesen og Eli F. Nielsen 7: Bernardo Silva 8: Luis Enrique 1 B36 er aftur í steypafinaluni, men nær hevur felagið seinast vunnið kappingina um Løgmanssteypið? 2 NSÍ er somuleiðis í finaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Nær vann NSÍ seinast steypakappingina? 3 Hvussu oftani hava B36 og NSÍ verið í steypafinaluni móti hvørjum øðrum? 4 Hvussu nógvar metrar var skotið hjá Róaldi Jakobsen, tá hann skoraði til 3-2 móti HB? 5 Ummælið er um dokumentar um Mike Tyson. Hann beit einaferð ein annan boksara – hvønn? 6 Hvørjir tveir spælarar hjá B36 fingu reytt kort móti HB? 7 Hvussu eitur spælarin, sum Manchester City hevur keypt frá Monaco? 8 Hvør er spælarin á myndini? Hetta er ein dokumentarur frá 2008 um heimskenda og um­ strídda boksaran, Mike Tyson. Hann er um nakað ímyndin av hvussu umskiftiligt ítróttarlívið og lívið sum kendur kann vera. Hann er yngsti heimsmeistarin í boksing nakrantíð og hevði kós móti hæddunum, men endaði so í geglinum og msiti evni at liva sum boksari og vanligt menniskja. Í dokumentarinum fortelur Mike Tyson sjálvur frá fleiri hendingum í lívinum hjá sær. Tú sleppur heilt tætt og kraftmikli boksarin við óhuganligari slagstyrkini greiðir bersøgin frá sínum uppvøkstri, avbjóðingum um umstríddur boksari og ikki minst um privat­lívið. Dokumentarurin verður styrktur við, at allar tær umstríddur løturnar eru við. Tað vil siga, at sokumentarurin hevur rættindini til allar stórhendingarnar. Nokk mest hutakandi løtan er miðskeiðis í dokumentarinum, tá Mike Tyson greiðir frá hvussu hann vinnur sálarliga dystin á sínum mótstøðumannin. Væl laða uppundir av rættu myndum er løtan kanska tann mest hugtakandi av øllum. Í 90 minuttir sleppur tú tætt at Mike Tyson – við Mike Tyson. Hann er sjálvsama bersøgin um sína yrkisleið og sínar veikleikar. Tað gevur dokumentarinum eit kvalitetsstempul. Hygg um: Tú hevur nakran sum helst áhuga fyri Mike Tyson Ikki hyggja um: Um tú heldur at Mike Tyson er ein boskirobottur, sum ikki hevur kenslur ella veikleikar – vil halda hast í tí hugmyndini Hvussu er at hyggja: Ein sindur órógvandi í løtuni við grafikkinum, men annars væl gjørdur dokumentarur við øllum teimum røttu søguligu myndunum Hvat sigur tú: Hetta er á “must” listanum fyri ítróttaráhugaði, men vert at hava í huga, at málburðurin til tíðir er av grov slagnum Dokumentarurin er á Netflix undir heitinum “Tyson: The Movie”. Hann er 90 minuttir til longdar og hevur fingið 4 av 5 stjørnum har. ★★★★★★ UMMÆLI Tróndur Arge ummælir Dokumentarurin Tyson: The Movie Jóhan Troest Davidsen, liðskipari hjá HB, tekur í egnan barm, eftir útvístin móti B36 Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, um steypatapið fyri B36 – Eg havi dummað meg og tað viðgangi eg – Eg havi hugt eftir dyst­inum umaftur, og haldi ikki spæla so illa