mánadagur 29. mai 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 29. mai 2017 · Nr. 62
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Í morgin fer Lars Olsen at út
taka føroyska hópin, sum 9.
juni skal spæla ímóti Sveis.
Longu nú er greitt, at Finnur
Justinussen verður millum
teir útvaldu. Hann hevur
fingið væl av spælitíð fyri
Fremad Amager, sum bjarg
aði sær lívið í næstbestu
deildini við máli, sum Finnur
Justinussen sjálvur skoraði.
Gøtumaðurin hevur fyri
kortum longt sáttmálan við
Fremad Amager, so tað tykist
sum áleyparin hevur fingið
fótin fyri seg í donskum fót
bólti.
Tað er greitt, at Gunnar
Nielsen, Jónas Tór Næs, Vilj
ormur Davidsen, Kaj Leo í
Bartalsstovu, Hallur Hans
son, Gilli Sørensen, Rene
Shaki Joensen og Finnur
Justinussen verða ímillum
teir 23, sum hesaferð fara at
fáa landsliðsboð.
Rás2 sendir beinleiðis frá
tíðindafundinum, sum verð
ur í FSF-húsinum í morgin
klokkan 10.
U21 landsliðið úttikið
Nýggi U21-landsliðsvenjarin,
Eli Hentze hevur nú úttikið
hópin til fyrsta dystin í
komandi EM-undankapping.
Hósdagin 8. juni spælir før
oyska U21-landsliðið fyrsta
dystin í komandi EM-undan
kapping. Dysturin verður á
útivølli ímóti Litava, og um
framt Føroyar og Litava, eru
Danmark, Finnland, Georgia
og Pólland eisini við í bólki
num.
-Nú gleða vit okkum
at koma í gongd við eina
nýggja undankapping. Vit
hava ein góðan hóp, og fleiri
av teimum, sum eru úttiknir
hesaferð, hava royndir frá
seinastu kapping, sigur Eli
Hentze, U21-landsliðsvenjari,
við heimasíðuna hjá FSF.
-Eg havi sæð tveir venj
ingardystir
hjá
litaviska
U21-liðnum, og avbjóðingin
verður at standa ímóti teirra
vælvirkandi umstillingum.
Men vit fara fyrst og fremst
eftir góða avrikinum, ið er
eyðkent av føroyska stríðs
viljanum, og vit skulu eisini
hava dirvi í okkara leikhátti,
sigur Eli Hentze.
Í fyrstu atløgu hevur venj
arin boðsent 17 spælarum
til dystin ímóti Litava, men
ætlanin er at úttaka ein
afturat.
Hósdagin var ein tann minniligasti dysturin
í nýggjari fótbóltssøgu í Føroyum. B36 vann
við níggju monnum á arvafíggindanum og
grannanum úr HB. Dysturin verður mintur
fyri undirtalið hjá B36 og seinna málið hjá
Róaldi Jakobsen, tá hann í 120. minuttir
skorar úr 72 metum og staðfestur sigurin.
Dysturin fekk eina óhepna vend, tá dómarin
metti skeivt og vísti Patrik Johannesen av
vøllinum, tá hesin nokk í størri mun átti
brotsspark, ella málspark til HB. Gult kort
var tað so ikki til áleyparan hjá B36. Løtu
seinni sær Eli F. Nielsen beinleiðis reytt
kort, har allir dómarar og dómarakøn, sum
eg havi tosað við siga, at tað er rætt dømt.
Í hinum endanum eru HB arnir ónøgdir við,
at Tórður Thomsen í málinum hjá B36 slapp
at drála ov nógv. Eisini verður funnist at
frísparkinum, sum Róaldur Jakobsen seinni
skorar upp á í umdystinum. Dómaraavrikið
hevur fingið óhepnar fylgir og tað sæst
best á netinum, har áskoðarar báðum
megin við hava uppført seg sum tápulingar.
Áskoðarar, sum gjarna aldrin hava dømt ein
dyst í lívinum.
Tað, sum eg havi lisið og hoyrt í tíðini eftir
dystin, sømir seg ikki í einum vanligum
samfelag. Tað var annars hugaligt at hoyra
hvussu nógv áskoðararnir livdu við í
Gundadali, men vit mugu eisini kunna skilja
í millum, nær tað er í ordan at ilskast, og
nær vit fara ov langt.
Fyri at seta tað í perspektiv, so kundi tú,
sum hevur verið ósømiligur, fyristillað tær
hvussu tað hevði verið, um orðadrátturin
var líka ljótur móti Patriki Johannesen, sum
kundi avgjørt hálvfinaluna, um bara hann
tók røttu avgerðina og spældi bóltin. Móti
Eli F. Nielsen, sum sveik liðið við sparki út
eftir spælara hjá HB. Móti liðskiparanum
hjá HB, sum gav dómaranum møguleikan at
bríksla fyri frísparki. Ella øllum álopinum
hjá HB, sum stóð í skugganum av Bartali
Wardum, sum var vandamiklasti spælarin á
liðnum.
Málburður um at nýta harðskap, sjálvt um
tað bara er í orðum, móti einum dómara er
ikki ordan. Spælarar hjá bæði B36 og HB
kundu havt tikið betri avgerðir, men øll gera
feilir. Eisini dómarar!
Tróndur Arge
Ov grovur
málburður
LANDSLIÐIÐ
ÚTTIKIÐ Í MORGIN
U21 landsliðshópurin:
Elias Rasmussen, Víkingur
Karstin Hansen, NSÍ
Ari Olsen, Skála
Benjamin Heinesen, B36
Bjarni Petersen, B36
Bartal Wardum, HB
Ólavur Niclasen, KÍ
Erlendur Magnusson, B36
Betuel Hansen, NSÍ
Jákup B. Andreassen, KÍ
Hákun Edmundsson, Skála
Dan í Soylu, EB/Streymur
Jann J. Benjaminsen, NSÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Teit Jacobsen, SønderjyskE (DEN)
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
U21 undankappingin 2017/2018
2017:
8. juni: Litava – Føroyar
31. august: Føroyar – Danmark
5. september: Finnland – Føroyar
10. oktober: Føroyar – Georgia
10. november: Føroyar – Pólland
2018:
23. mars Georgia – Føroyar
8. juni Føroyar – Finnland
7. september: Pólland – Føroyar
12. oktober: Føroyar – Litava
16. oktober: Danmark - Føroyar
Endaligi landsliðshópurin til HM 2018 undankappingardystin
móti Sveis verður úttikin í morgin. Longu nú er greitt,
at Finnur Justinussen er við aftur í landsliðshópinum
Finnur Justinussen