Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2017 4 Í nakrar mánaðar eri sovnað til ljóðið frá luftbløðrunum sum ferðast í radiatorinum - klunk, klunk, klunk. Tað eina kvøldið eg lá inni í kalda kamarinum (radiatorurin riggar ikki so væl, tá ið hann er fullur av luftbløðrum) og googlaði meg í svøvn*, mintist eg bláu súltutoysspannina sum hekk á radiatorinum heima hjá ommu, og stóru jarntongina í hondini á ommu. Omma var veruliga ein ommulig omma, sum eg ongantíð áðrenn ella eftir sá við øðrum amboðum í hondini enn køksamboðum ella stokkum. Hiti var ikki í húsinum, so luftin mátti úr radiatorinum! Í fyrriklæði, við stokkunum undir arminum, brúkti hon stóru tongina at sleppa luftini út - sum var tað hitt mest nattúrliga í verðini… og tað var tað eisini. ‘How to clear air out of radiator’ googlaði eg. Eftir eitt sindur av lestnaði sovnaði eg lættað til ljóðini úr radiatorinum. P.s. Bláa súltutoysspannin var til at fanga teir droparnar sum komu úr radiatorinum sum tekin uppá at øll luftin var farin úr. * at googla seg í svøvn er allar helst ikki serliga sunt; men av og á eru so nógvir tankar, spurningar og spekulatiónir í høvdinum at eg ikki fái sovnað. Tá hjálpur at googla meg fram til svarini uppá nakrar av nógvu spurningunum. Tá fái eg meira fri og kenni meg klára og fyrireikaða til ein nýggjan dag. Handy- woman Soleiðis fært tú luftina úr radiatorinum