Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN MAI 2017 Eg havi ein vinmann, sum kvepptist við, tá ið eg fortaldi um hugskotið til ‘handy- woman’ greinarnar. ‘Altso skulu kvinnur ikki vera kvinnur’?… Jú, kvinnur kunnu sagtans vera kvinnur (hvat enn nú tað er?)… ja, eg haldi egentliga at kvinnur kunnu vera júst tað tær hava hug til at vera. Eg kann við­merkja at eg merkti einki brot á mína elsk­aðu og elsku­ ligu kvinnuligheit, tá ið eg lærdi meg at fáa luft­ina úr ra­dia­tor­unum - kamarið gjørdist bara eitt sindur heitari, og tað var tað. Ein handy-woman er ikki nakað tú ert, men nakað tú verður - HON vísir tær á veg Soleiðis fært tú luftina úr radiatorinum Ja, eg veit at onkur allar helst flennur, nú eg skrivi eina vegleiðing uppá at tøma luftina úr radiatorinum - tí tað EIGUR man at duga, tað duga ØLL. Well, eg eri ikki øll, og eigi ikki so nógv - og tað munna vera fleiri við mær. Eg ímyndi mær at tað eru nógv fólk, sum ongantíð hava tømt luftina úr einum radiatori, og hava tørv á eitt sindur av vegleiðing áðrenn tey leypa út í tað. Eldri fólk og heilt ung fólk, tað eru tey sum oftast ringja eftir hvs-manninum/konuni (tað fortaldi mín lokali handy-man mær). Tey eldri tí at tey eru bangin fyri at royna, og tey yngri tí at tey ikki vita hvussu man ger. Hendan vegleiðingin er til tykkum: 1. Syrg fyri at skrúva radiatorin niður, soleiðis at hann ikki er alt ov heitur. Hetta er so at tú ikki brennur teg av heita vatninum. 2. Skrúva ventilin við lykli ella skrúvu - ein umgang runt. 3. Halt eini skál (ella bláari súltutoysspann) undir ventilinum og bíða til vatn kemur úr radiatorinum (plagar at taka umleið 1 til 2 minuttir). Tað at vatn rennur úr merkir, at øll luftin er farin og bara vatn er eftir. 4. Skrúva ventilin fyri aftur. 5. Liðugt. ÁVARING! 1: Far ikki frá opna ventilinum. Eg veit at tað er mogið at standa og hyggja at einum radiatori í 1 til 2 minuttir. men tað ER rotnari at skula turka alt vatnið upp aftur, um vatn byrjar at renna úr radiatorinum ímeðan tú ert burturi og plejar títt ótolni. So halt út, og far IKKI burturfrá ímeðan ventilurin er opin. ÁVARING! 2: Skrúva ikki ventilin so nógv at hann dettur av, tí so rennur brádliga ein rúgva av vatni niður á gólvið. UM tað skuldi hent er hitt mest týdningarmikla at tú IKKI PANIKKAR. Tað er bara vatn. Finn ventilin og set hann á aftur. Tað er ikki verri enn so. PREIÐ 1: Eftir at tú hevur tømt luftina úr radiatorinum kann tað henda at ov lítið vatn er í skipanini, og at trýstið tá ikki er nógv høgt til at føra heita vatnið runt í alt húsið (ofta eru radiatorarnir á ovastu hæddini tá (hálv)kaldir. Um so er mást tú fylla vatn á ketilin (ikki tann í køkinum, men tann í kjallaranum… nei, tvætl, tað veit eg at tú visti… ). Á ketlinum er ein mátari, sum mátar trýstið í skipanini. Trýstið skal liggja um 1 BAR. Við eini vatnslangu fyllur tú vatn á, til mátarin mátar á leið 1 BAR. Hvussu veit eg hvar eg skal fylla vatn á? - Ja, tað er tilfar til eina aðra grein til eitt annað blað. Um tú bara byrjar við at tøma luftina í radiatorinum, so skal eg fara at kanna hatta við áfylling av ketlinum til næstaferð. Deal? PREIÐ 2: Um máling er á ventilinum (eg hugsaði ikki um at ventilurin hevur eina funktión, seinast eg málaði radiator), so er best at skøva hana av runt kantarnar, soleiðis at luftin sleppur út. Ver ikki freista av at skrúva ventilin ov nógv, tí so er vandi fyri at hann dettur av. ER TÍN RADIATORUR TONG-RADIATORUR ELLA LYKLA-RADIATORUR? Tað finnast í høvuðsheitum tvey sløg av radiatorum í Føroyum. Hesir hava hvør sítt slag av ventili. Annar ventilurin skal loysast við tong, hin við einum serligum lykli. Er ventilurin rundur og flatur, so skalt tú brúka tong, er hann ikki flatur, so er tað lykilin tú skalt brúka. Flestu húsarhald eiga ein slíkan radiatorslykil, um tú ongan eigur kanst tú læna hann frá grannanum, ella keypa ein í einum hvs-handli*. Teir kosta uml 10 kr. * Hetta er ikki meint sum reklama, men bara sum ein kunning til onnur sum eru líka óvitandi sum eg: ein hvs-handil eru handlar sum Maria Poulsen (ikki búnýtisdeildin, men hin sum selur wc kummu o.l.), Sven Krosstein o.s.fr. HVS stendur fyri: Hiti, vatn og sanitet. Um at vera ein Handy-woman