Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 29. mai 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN MAI 2017 6 MAGGA stýrir MAGGIES – HON ER STJÓRI, BÓKHALDARI, VASKIKONA, SUPPUMAKARI, KASSAMEISTARI OG ALT MØGULIGT AFTURAT MAGGIES = MARGRETH Sigur tú Maggies so hugsa fólk Terji Rasmusen. Tað eru góð tvey ár síðani at kafé/barrin/spælistaðið Maggies lat upp í Nólsoy, og tað kann ikki sigast at vera annað enn ein dundrandi sucsess. Men hóast Terji er andlitið út eftir, og at hann er tann sum oftast stendur handan diskin, so er tað kona hansara Margreth sum eigur staðið, og tað er eisini hon ið staðið er uppkallað eftir. Maggies er staðið hjá Maggu (soleiðis sum summi nevna Margreth). Navnið Maggies var eitt av nógvum nøvnum sum bleiv drigið upp úr einari stórari krukku við samanrullaðium lepum, har familja, vinir og kenningar høvdu skriva niður hugskot til nýggja staðið. ‘Maggies Place’ stóð á seðlanum, men vit vildu heldur kalla tað Maggies Kafé. Vit valdu kafé, heldur enn bar, fyri ikki at avmarka okkum ov nógv. Vit selja eisni kaffi, sodavatn og te, umframt mat. BARR Í KJALLARANUM Tað munnu vera nógv sum einaferð hava droymt um at fáa sær eina barr í kjallaran, um ikki annað eina minibarr til sín sjálvs, men soleiðis var ikki hjá Margreth. Ha! Nú hugsaði tú allar helst at tað var dreymurin hjá Terja at opna barrina, og at Margreth bara fylgdi við í hansara dreymum, men so stereotypisk er søgan heldur ikki! Upprunaliga bygdi Terji sær eitt studio í kjallaranum, hann arbeiddi parttíð í barnagarðinum í Nólsoy og gjørdi annars ymiskar upptøkur fyri føroyskar tónleikarar. - Ein lítlan hugnakrók má man hava. Nakrar sofur og kanska eina lítla minibarr til tónleikararnar ið koma at taka upp? Segði Margreth ein dagin. - Eg veit ikki hvør tað var ið segði tað, eg, mamma ella Terji, men knappuliga kom hugskotið um at hava opið onkuntíð, bjóða fólki inn at lurta eftir eini konsert. Í 2014 lántu vit skeinkiloyvi úr Havn og skipaðu fyri 20 konsertum. Tað komu ótrúliga nógv fólk, og tá ið heystið kom valdu vit at fara undir neyðugu útbyggingarnar til at fáa okkara egna skeinkiloyvi. Soleiðis bleiv tað, sum skuldi vera eitt studeo í kjallaranum, brádliga til eina barr sum hevur opið hvønn dag alt árið. FAMILJULÍVIÐ KRING MAGGIES Eg hati tað at kvinnur altið fáa spurningar um familjulív o.a., tá ið samrøðurnar snúgva seg um okkurt heilt annað. Eg hugsaði tí hvat eg hevði spurt Terja, um tað var hann eg gjørdi samrøðuna við. - Er tað torført ikki at drekka alt ølið? spurdi eg. Margreth bara flenti. - Eg havi eina fasta øl um vikuna. Tað er mín fríggjadagsøl, eftir at eg komi aftur frá arbeiðið í Havn. Hóast nógv er at gera á Maggies, so hevur Margreth fram til nú hildi fram í sínum arbeiðið hjá BETRI, hetta fer tó skjótt at broytast. - Eg havi sagt upp frá 1. juni. Eg havi tørv á nýggjum avbjóðingum og leingist eftir at menna meg. Eg havi tí søkt inn á Fróðsparsetri og vóni at sleppa at byrja at lesa í heyst. At ikki hava fast starv fer eisini at gera at eg havi meira tíð til familjulív og til Maggies. Tað rennur nógv saman. Familjulívið og Maggies. Tað verður ein partur av gerandisdegnum og av rutinuni. Eg plagi at koma niðurundir at geva Terja eitt góðanátt klemm áðrenn eg fari at leggja meg. Um vit skulu hava eitt forhold, so má tað vera her. Tí at vit arbeiða ymiskar so ymsikar tíðir, og ein so stórur partur av okkara lívi snarar kring Maggies. Spurd um hon einaferð ætlar sær at arbeiða fulla tíð á Maggies hugsar hon (allar helst): Tað geri eg longu… afturat øllum hinum. Nei, Margreth svarar - Kanska. Vit fáa at síggja. Eg havi eitt langt arbeiðslív fyri framman, og mær dámar væl nýggjar avbjóðingar.