mánadagur 29. mai 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2017
12
DIY RÁIR STAKAR
BIRITA BLACK ER ÚR KLAKSVÍK, HAR HON BÝR SAMAN VIÐ
SÍNUM LÍVSKÆRLEIKA, ODDURI OG BØRNUNUM, ARCHIA
OG VITALIU. BIRITU HEVUR ALTÍÐ DÁMAÐ SERA VÆL AT
TAKAST VIÐ TAD KREATIVA, AT LATA HUGFLOGIÐ REIKA OG
SKAPA, OG HEVUR FYRR VERIÐ VIÐ Í FLEIRI KREATIVUM VERKÆTLANUM.
Hesu ferð havi eg valt at gera stakar
úr koparfittings og træi. Hetta tilfarið
er sera stuttligt at arbeiða við, tí
møguleikarnir eru nógvir. Hetta kann
eisini málast ella sproytast, sum tú hevur
hug til. Her er tað einans hugflogið, ið
setir mørk.
Eg havi valt einans at sproyta fittings
lutirnar svartar á øðrum stakanum, tí
eg haldi tað hóskar seg væl til træ
detaljurnar, sum eg vildi varðveita. Hin
stakan gjørdi eg onki við, fyri at vísa á, at
tað ikki nýtist at gera nakað við hann.
Tilfar:
Ein 22 mm rundstokk 1 m
Fittings: T x2 - Bend x2 - Skoytir x2
- proppur x1
"Prime Super" grundara "Gloss Super"
svart Tec7 lím (ella annað, ið hóskar seg)
Fyrsta stig:
Grunda fittingslutirnar og sproyta síðani
við svørtum minst tvær ferð
Næsta stig:
Saga rundstokkin í 6 stykkir:
a) 11 cm - b) 11 cm - c) 14 cm
d) 14,5 cm - e) 16,5 cm - f) 23,5 cm
Triðja stig: Líma runt kantarnar á hvørj
um træstykki og set fast í fittingslutirnar
(sí tekningar). Um tað er ov nógv av lími,
turka so við vatnpinni. Alt kann límast í
einum, um tað far frið at standa og torna.
Ansa tó eftir, at stakin stendur, sum hann
skal, aðrenn tú fert frá honum.
P/F Blikksmiðjan í Klaksvík hevur
stuðlað við tilfari