mánadagur 29. mai 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN MAI 2017
14
HARMONIE
23,95 KR FYRI 200 GRAM
At smørið var eyka gult í kantunum boðaði
beinan vegin frá, at alt møguliga ikki var,
sum tað skuldi. Lukturin var eitt sindur
fiskakendur. Smørið smakkaði frægari,
enn tað luktaði, men tað hevði ógvuliga
ringan eftirsmakk. Vit máttu kanna
dagfestingina á pakkanum, tí vit hugsaðu,
at tað kanska var ov gamalt, men so var
ikki. Hesin pakkin av smøri fær onga
stjørnu… Helst er smørið ikki goymt rætt,
ella er okkurt hent undir framleiðsluni,
og tað er spell. Um Harmonie smørið ofta
hevur hendan trupulleikan, veit eg ikki.
Kanska vóru vit bara óheppnar.
THISE
22,95 KR FYRI 200 GRAM
Bæði liturin og konsistensurin av Thise
smørinum sá heilt perfektur út. Lukturin
var eisni góður. Tá smørið varð testað
einsamalt, kendist smørið fantastiskt í
munninum: Tað smeltaði beinanvegin og
smurdi munnin. Men uppi á breyðnum
kendist bleyta og mjúka smørið lumpisligt
- eitt sindur, sum tá man smyr smør
á nýbakaðar bollar - tað bara hvarv.
Yvir miðal smør, men ikki fantatsiska
fantastiskt.
LURPAK
22,95 KR FYRI 250 GRAM
Sama hvussu nógv vit stríðast ímóti, so
er torført ikki at hava fordómar. Soleiðis
er við Lurpak smørinum. Flest okkara
minnast Lurpakksmørið frá tí tíðini, tá
vit vóru børn - og onkusvegna kennist tað
smørið bara minni ‘fínt’ enn tað føroyska
og tey vistfrøðiligu. Altso, altso, hví eru vit
so løtt at lumpa. Fyri at tryggja okkum, at
vit ikki verða á virkaði av pakkanum, hava
vit skipað royndinar sum blindroyndir.
Lurpak smørið luktaði ikki av so nógvum.
Liturin var heldur ikki nakað at leggja til
merkis. Smørið kendist eitt sindur fastari
enn hini, hóast tey øll høvdu ligið í sama
temperaturi.
Smakkurin
yvirraksaði
tó. Serliga á ljósa breyðnum var Lurpak
smørið gott.
FØROYSKT SMØR
15,95 KR FYRI 250 GRAM
Hitt føroyska smørið var lætt at kenna
aftur. Sjálvt mín forkølaða nøs kendi
luktin aftur. Føroyska smørið tykist at
vera súrari enn hini donsku. Nei, súrari er
møguliga ikki rætta orðið - meira súrgað,
er kanska betur orðað. Tað er ikki sagt
sum nakað negativt sum so, men heldur
bara sum ein staðfesting. ‘Tað smakkar
væl men súrt, og kanska hevur tað ein
eitt sindur beiskan eftirsmakk’ segði
ein. ‘Tað smakkar av ógvuliga nógvum’
segði ein onnur. Eftir eina løtu komu
tær ásamt um, at súrgaði smakkurin og
beiski eftirsmakkurin trekti eitt sindur
niður. Men alt í alt so er Føroyska smørið
miðalgott, og eg fari heilt vist at halda
fram við at keypa tað. Keyp Føroyskt ;)
BAKKEDAL
14, 95 KR FYRI 200 GRAM
Tað smakkaði ikki illa, men heldur ikki
væl. Tað smakkaði eitt sindur súrgað (sum
hitt føroyska), men hevði samstundis
ein løgnan atsmakk, sum trekti niður.
Afturat løgna atsmakkinum, trekti eisini
konsistensturin niður. Smørið kendist
ikki gott í munninum.
NATURLI’ SMØRBAR
19,95 KR FYRI 225 GRAM
‘Hetta er ikki smør og smakkar ikki sum
smør, men tað smakkar væl’. Naturlig er
eitt veganskt alternativ til smør - og tað
hevur fyri so vítt einki at gera í hesum
ummælinum. MEN fleiri og fleiri minka
um sína nýstlu av animalskum vørum, so
tá ið vit sóu hendan pakkan, hugsaðu vit:
Hví ikki royna? ‘Hetta hevði gott kunnað
erstattað smør fyri meg’ segði ein. ‘Eg kann
ikki liva uttan smør’ segði ein onnur. Vit
vóru allar samdar um, at sum ‘smyrjilsi’
fær naturli’ tríggjar stjørnur - men vænta
tær ikki smør!
HON UMMÆLIR SMØR
Í MEÐAN SUMMI STRÍÐAST VIÐ AT GERA
SEG BIKINIKLÁR, HAVI EG SAVNAÐ MÆR
SAMAN NAKRAR KULAR KONUR -SUM
IKKI EIGA BIKINI - RUNDAN UM SEKS
SMØRPAKKAR. SJÁLV ERI EG FORKØLAÐ,
OG BYRJAÐI IKKI AT ETA SMØR FYRR
ENN EG VAR 20 ÁR - SO EG ERI EINGIN
EFTIRFARANDI SMØR-UMMÆLARI.
TÆR, HARAFTURÍMÓTI, HAVA ALLAR
DRÚGVAR ROYNDIR SUM SMØR-
ÁTARAR, OG TAÐ ER TÍ VIÐ FULLUM
ÁLITI, AT EG Í HESUM HON-BLAÐNUM
LATI ORÐIÐ YVIR TIL TEIRRA
Fyri at tryggja okkum eina so rætt
vísa
smør-smakking
sum
gjør
ligt, keyptu vit smør, sum hevði á
leið sama framleiðsludato. Fyri at
tryggja okkum mótvegis ‘fordóm
um’, varð smakkingin gjørd sum
blindsmakking.
Smørið bleiv smakkað bæði bert og
á ljóst breyð.
UM AT GOYMA
SMØRIÐ RÆTT
Tað hevur sera stóran týdning, at
smør verður goymt rætt. Tí hóast
tú møguliga ikki smakkar nógv til
smørið, tá ið tað er goymt undir ein
um tjúkkum lagi av makrelsalati, so
smakkast gamli tránaði smakkurin
væl aftur, um tú steikir í smørinum,
ella um tú etir tað á nýbakaðum
bollum. Ofta er tað ikki allur pakkin
í køliskápinum, sum er spiltur - síð
urnar og kantarnir fara ofta fyrst.
Spillingin er heldur ikki so markant,
men hendir ofta so líðandi.
Ljós og luft gera, at smør spillist. So
goymir tú tað ljós- og lufttætt, so
heldur tað sær best. Ein smørkrukka
er ein góð íløga. Smørkrukkan kann
standa á borðinum í nógvar dagar,
uttan at smørið ferst (tó treytað
av, at tað ikki er heitari enn 20 stig í
rúminum). Eigur tú onga smørkruk
ku, so er pappírið, sum er rundan um
smørið, tá ið tú keypir tað besta boð
ið. Pakka smørið VÆL inn - einki við
at sleingja pakkan inn aftur í kulda
skápið hálv opnan. Tá ferst smørið
skjótt.
Visti tú: At smør heldur sær í nógvar
dagar uttanfyri kuldaskápið? Av tí at
feitt prosentið í smøri er so høgt, og
tí tað ofta er saltað, so spillist smør
ikki so lætt sum aðrar mjólkavørur.
Er tað ov heitt í rúminum so kann tó
henda, at feittið í smørinum tránar -
og ver tá ikki fyri!