Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2004 25 24 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Til tíðir sýndi før- oyska fótbóltslands- liðið heilt gott spæl í útidystinum móti Cypros. Serliga fyri steðgin gav hetta trúgv og vón um trý stig, men eitt øgiligt cypriotiskt trýst eftir steðgin førdi tó til, at javnleikurin nokk ikki var nakað órætt- víst úrslit LANDSDYSTUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Har stóð nógv á móti dyst- arenda. Heilt nógv. Men tá dómarin hevði blást í floytuna fyri seinastu ferð, var greitt, at Føroyar enn einaferð høvdu vunnu sær stig í altjóða kapping. Kanska ikki móti nakrari mætari fótbóltstjóð, men hóast alt móti eini tjóð, sum er væl omanfyri okkum á altjóða styrksilistanum, og sum vit eisini – uttan úrslit – hava verið í undankapp- ingarbólki við áður. Og hóast cypriotiska trýstið móti dystarenda, so var før- oyska stigið als ikki so óuppiborið. Hagtølini fyri dystin søgdu annars, at meðan okkara høvdu havt trý skot, sum raktu málið, so var tilsvarandi talið fyri Cypros ikki minni enn 13, men hesi mundu so í nógv størstan mun vera skotin eftir steðg- in. Fyri steðgin vóru tað nevnliga føroyingarnir, sum sótu á tí nógva. Cypern hevði annars við eini fram- rættaðari 3-4-3 uppstilling blást ígongd til álopsfót- bólt, men teir høvdu gloymt ,at áðrenn tú gerst slíkt, so eru ávísar grundreglur í spælinum, sum skulu uppfyllast. Her tóktust okkara vera munandi betri fyri. Við somu 4-5-1 uppstilling, sum riggaði so væl móti Fraklandi, eydnaðist skjótt hjá okkara at seta seg á miðvøllin. Nærdystirnir vórðu vunnir, og longu fyrstu løtuna var tvær ferðir um reppið, at heilt stórir møguleikar til ein fram- stormandi Rógva Jacobsen spurdust burturúr. Miðvøllurin átti málini Soleiðis sá tað heila slettis ikki so galið út, men við eitt sluppu vertirnir at leggja seg á odda. Vanliga plagar ein av stóru styrkunum hjá Jákupi Mikkelsen annars at vera útspælini, men hesa ferðina vann eitt útspark ikki rættiliga niðan á vøllin, og eftir eina millumstøð slapp Konstantinou somik- ið leysur, at hann fekk trýst eitt brotsspark burtur úr støðuni. Kanska var sjálvt brotssparkið eisini í bílig- ara endanum, men hetta tóktist framherjin ikki leggja stórvegis í, tá hann umsetti sparkið til sítt 20. landsliðsmál í 39 dystum! Tað er oftani hent áður – og vandin lúrdi eisini hesa- ferð - at føroyska liðið er farið eitt vet niður sálarliga av slíkum mótburði, men soleiðis var støðan ikki leygardagin. Als ikki. Hildið varð framvegis fast um grundskipanina á spæl- inum. Á miðvøllinum fingu okkara framvegis fatur í nógvum. Kantarnir vórðu nakrar ferðir sendir avstað, og blandingin av hesum førdi um miðjan hálvleikin til, at javnstøða kom á mál- talvuna. Og beint undan steðginum kom føroyski fagnaðurin í topp, tá okkara løgdu seg á odda. Tað hevur í fleiri førum verið sagt um føroysku miðvallar konstellatiónina við Fróða Benjaminsen og Julian Johnsson, at henda er ov lítið skapandi, og onkra tíð hevur verið roynt at trýst nakrar broytingar inn á hesum plássum. Part- víst mundu tey bæði før- oysku málini leygardagin tó tosa ímóti hesum pástand- um, tí í báðum førum var tað Fróði Benjaminsen, sum var ígongdsetarin av føroyskum álopum. Fyrru ferðina við at senda eina djúpa sending til Claus Bech Jørgensen, sum varð feldur úti á kantinum. Júst í slíkum støðum hava Føroy- ar fleiri ferðir sýnt seg sum sera vandamiklar, men kanska høvdu cypriotar ikki lisið nóg væl upp á hendan partin. Innleggið frá Súna kom sum ein pro- jektil inn í brotsteigin, og so kundi Claus Bech Jørg- ensen stútað sítt fyrsta landsliðsmál. Seinna málið var enn eitt dømi um, at Fróði væl maktar blandanina av at vera bóltspælari og – vinn- ari. Við eini góðari krops- tackling fekk hann fatur á bóltinum, áðrenn nýtt álop varð sett ígongd. Hetta endaði so við kanska bestu føroysku detaljuni í dystin- um, tá Jónhard legði bóltin út til Rógva, sum sera hegnisliga meira legði enn sparkaði bóltin oman í langa hornið. Toldu ikki leiðsluna Oftani verður sagt, hvussu týdningarmikið tað kann vera sálarliga, tá mál verða skotin beint undan steðgin- um. Og ivaleyst kom før- oyska málið eisini væl við hjá okkara monnum. Men kortini varð dysturin av álvara koppaður á høvdið, tá farið varð undir seinna hálvleik. Ein av orsøkunum til hetta var kanska júst málið, sum av álvara segði cypri- otum, at teir skuldu taka seg heilt nógv saman, um nakað skuldi spyrjast burt- urúr fyri teirra viðkomandi, men tað vóru so sanniliga eisini aðrar orsøkir. Fyri føroyska liðið var tað ein dyggur smeitur, at Claus Bech Jørgensen beint und- an steðginum mátti av vøll- inum. Eftir ein ordans lufttúr breyt kantspælarin eitt rivjabein, og so mátti føroyska liðið umskipast nakað. Atli Danielsen varð settur á miðvøllin, men hó- ast hann uttan iva er ein framtíðar leikari á lands- liðnum, so megnaði hann als ikki at lyfta tunga arvin eftir Claus, sum serliga í framrættaða spælinum støðugt var ein hóttan móti cypriotisku verjuni. Men kanska var týdning- armiklasti parturin av øllum hesum sálarliga spælið, sum altíð gongur fyri seg í einum dysti. Okkara vóru sjálvandi á odda við einum máli, men hóast trý korter framvegis vóru eftir, so tóktist óttin fyri at missa hesa leiðsluna bera við sær, at liðið frá fyrsta bríksli eftir steðgin fór í verjustøðu. Her plagar ítróttarsálarfrøðin oftani at tosa um tað at »tora at vinna«, og kanska var tað hetta, sum okkara ikki tordu nóg væl. Ballónin brast Og so fingu cypriotar loyvi til at vísa, at teir hóast alt hava fleiri spælarar, sum eru í altjóða flokki. Síðurnar vórðu tambaðar nógv úteft- ir, og serliga megnaði Stav- ros Georgiou at gera sær dælt av, at Súni Olsen ofta tóktist einsamallur í vinstra verjuborði hjá okkum. Innleggini skolaðu oman móti málinum. Skotroynd- irnar vóru nógvar í tali. Men ringast av øllum, so tóktist trýstið ikki at enda. Tað vanliga so týdningar- mikla korterið tóktist als ikki at vera til, og heldur enn at seta ferðina niður, so settu cypriotar bara enn meira trýst á tummilskrúv- urnar, og at enda brast so vónin um trý stig, tá Okkas sendi bóltin í kassan við sínum fyrsta landsliðsmáli. Og seinastu minutturnar kundi tað enntá verði enn verri fyri okkara viðkom- andi. Tvær ferðir hevði Ják- up sannar fepur-bjargingar, tá mótstøðan nú ætlaði at kanna sær sigurin, men tað hepnaðist tíbetur ikki. Høvdu møguleikar Og tað vildi helst eisini verið ein ov herskin biti hjá okkara at svølgt, um nú øll stigini skuldu gloppið av hondum. Grundað á fyrra hálvleik, so hevði føroyska liðið uppiborið at fáa nakað við sær úr dystinum, og hóast trýstið, so skaptu okkara eisini nakrar góðar kontrastøður, sum tíverri ikki góvu nakrar opnar møguleikar av sær. Ta einu ferðina kundi Jónhard væl sett kós beint móti málin- um, tá hann heldur dróg nakað úteftir, og serliga eftir at John Petersen kom inn, kom nakað av tí strukt- uri í álopsspælið, sum í so stóran mun hevði restað eftir steðgin. Tvær ferðir endaði gott samanspæl millum John og Jákup á Borg við, at hesin seinni slapp heilt inn um mótstøðuverjuna, men í hvørgum førinum eydnaðist tó at finna viðleikarar við seinastu sendingini. Og tá John so brádliga stakk av- stað sjálvur, megnaði dóm- arin á merkisverdan hátt at fáa tað til eina sjónleika- roynd, tá beinini vórðu feig- að undan skála-manninum, sum nærum hevði skrætt seg heilt leysan av verjuni. Og tá hevði talan enntá verið um fríspark beint í »Súni Olsen Territory« Ótrúligur dómari Annars kundi nógv pláss á hesum síðum verið nýtt til dómaraavrikið leygardagin, sum so avgjørt ikki var millum tey bestu, sum und- irritaði hevur sæð. Vantandi frísparksdømingin til John var bara ein av fleiri støð- um, har dómaraavgerðirnar gingu beinleiðis ímóti før- oyingum, men seinasta løt- an av dystinum fór út um alt mark. Steðgirnir í spæl- inum høvdu ikki verið so nógvir, men kortini vórðu boð givin um, at fýra min- uttir skuldu leggjast afturat. Tá hesir vóru runnir, gav dómarin cypriotum loyvi at gjøgnumføra álopið, sum teir vóru í holt við, at bert ein seinasta stórbjarging frá Jákupi forðaði fyri, at mál spurdist burturúr hesari. Eftirfylgjandi hornasparkið fingu teir eisini loyvi at taka, men tá hetta heldur ikki gav úrslit, valdi dómar- in loksins at blása av. Talv- an vísti framvegs 2-2, og føroyingar høvdu vissað sær sítt fyrsta stig í HM- undankappingini á hesum sinni. Tað er kanska ikki nóg mikið, til tess at vissa okk- um sess í endaspælinum, men minni kann eisini gera tað, og tað prógvaði enn einaferð, at við vilja, trúgv upp á egin evni – og eitt sindur av hepni, so kunnu okkara standa seg, tá harðast leikar á. Cypros-Føroyar 2-2 (1-2): Stóðu móti trýstinum Eina løtu sá annars heldur svart út, men hóast eitt býttisligt brotsspark ímóti okkara, so reistist leikararnir. Og tað kann helst staðfest, at Jákup bøtti um allan skaða við avrikinum eftir steðgin Cypros-Føroyar 2-2 (1-2) HM-undankapping GSP-Stadion, Nicosia 1-0: Michael Konstaninou (br.), 14. 1-1: Claus Bech Jørgensen, 21. 1-2: Rógvi Jacobsen, 42. 2-2: Ioannis Okkas, 82 Dómarabólkur úr Aserbadjan: Zohrab Gadiyev, Munis Abdullayev, Aydin Alakabarov, Imankhan Sultani. Dómaraeygleiðiar úr Spania: Manuel Lopez Fernandez FIFA-umboðsmaður úr Belgia: Jean-Marie Philips Cypros: 1. Nikos Panayiotou (Liðskipari) – 16. Asi- makis S. Krassas (17. Marinos Satsias, 46.), 13. Eli- as Charalambous, 6. Stelios Okkarides (2. Costas Kaiafas, 61.)–. 14. Stavros Georgiou, 3. Nikos Niko- laou, 7. Konstantinos Makridis (8. Marios Neofytou, 69.), 15. Marios Ilia – 9. Ioannis Okkas, 10. Kon- stantinos Charalambidis, 11. Michael Konstaninou Á beinkinum uttan at koma inn: 12. Michael Morphis, 4. Lambros Lambrou, 5. Loizos Kakoyi- annis, 18. Yiasoumis Yiasoumi Venjari: Momcilo Vukotic Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen – 4. Pól Thorsteins- son, 13. Óli Johannesen (Liðskipari), 5. Jón Rói Jacobsen, 2. Súni Olsen – 9. Jákup á Borg, 8. Juli- an Johnsson, 7. Fróði Benjaminsen, , Rógvi Jacob- sen (10. John Petersen, 76.), 12. Claus Bech Jørg- ensen (15. Atli Danielsen, 46.) – 11. Jónhard Frederiksberg (14. Andrew av Fløtum, 71.) GK: Jákup Mikkelsen, 14., Jákup á Borg, 41. Á beinkinum uttan at koma inn: 3. Heðin á Lakj- uni, 16. Jens Martin Knudsen, 17. Kári Nielsen, 18. Arnhold Berg FAKTA UM DYSTIN Mál! Við einum ótrúliga vøkrum skoti hevur Rógvi Jacobsen lagt føroyska liðið á odda, og so er klárt at taka ímóti fagnaðinum frá liðfeløgunum C M Y K 24