Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2004 27 Óli Johannesen fer eftir øllum at døma um teir 70 dystirnar mikudagin, men sam- bært leikaranum sjálvum, so hevur hetta ongantíð verið nakað mál í sjálvum sær LIÐSKIPARIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Hóast troyttur, so helt Óli Johannesen seg ikki kunna vera heilt nøgdur um, at talan gjørdist um javnleik niðri á Cypern. Og í øllum førum vildi hann ikki góðtaka, at føroyska liðið longu undan dystinum vildi selt hendan fyri ein javnleik. – Hugburðurin má vera, at tú altíð fert á vøllin fyri at vinna. Og í fyrra hálv- leiki vístu vit eisini, at vit høvdu møguleikan til hetta. Vit høvdu bóltin nógv, og spældu í løtum fram eftir vøllinum, og tað er als ikki óuppiborið, at vit vóru á odda. – Eftir steðgin verður tal- an tó um eitt øgiligt trýst, sum stóð á fram til dystarenda, og í so máta kanst tú nokk siga, at vit eru nøgdir um javnleikin. Trýstið var øgiligt Um tað at føroyska liðið bleiv trýst somikið langt aftur, helt Óli, at tað meira var Cypros, sum átti æruna av hesum, heldur enn at okkara duttu ov langt aftur á vøllin. – Teir fluttu nógv fólk niðan í álopið, og tó at vit royndu, so varð tað ótrúliga tungt hjá okkum at spæla okkum úr trupulleikunum. Í løtum vóru vit nokk eisini hepnir, og so skal Jákup hava rós fyri hasar bjargingarnar, sum hann ger móti dystarenda. Og tá tosað verður um dystarendan, so slepst neyvan undan at nevna dómaran, sum legði merk- isvert nógv tíð afturat, og sum eisini læt spælið halda fram, tá teir fýra ásettu eykaminuttirnir vóru lidnir. Sjálvur var Óli eisini nakrar ferðir uppi og prátaði við dómaran, men hóast vit spurdu liðskiparan, hvat hann helt um dømingina, so vildi hann ikki gera stórvegis av viðmerk- ingunum til júst hetta. – Tað var nokk ikki heimsins besta dómaraav- rik. Eg vil ikki siga, at hann kostaði okkum nakað stig í dystinum, men eg helt kortini, at hann ofta gav teimum dekan ov nógv, meðan vit fingu í minna lagi. Men hatta eru so treytirnar. Tú hevur ikki altíð dómaran við tær, og tað mugu vit so bara góðtaka, helt liðskiparin. Metið veksur Hendir ikki okkurt heilt óvæntað, so er einki at ivast í, at Óli verður millum fyrstu ellivu menninar, tá spælt verður í Dublin. Tað fer at hava við sær, at hann sum fyrsti føroyski leikarin fer um teir 70 altjóða dystirnar, men hóast hetta eru flott hagtøl, so er tað at hava dystarmetið ikki mál í sjálvum sær sambært honum. – Sjálvandi havi eg lagt til merkis, at talan nú verður um 70 dystir, og eg eri sjálvandi glaður um, at eg havi havt so nógvar dystir á landsliðnum. Men tað er als ikki soleiðis, at metið er nakað, sum eg gangi og hugsi um. Eg taki bara ein dyst í senn, og so má tíðin fara at vísa, hvussu nógv tað verður til- samans. Men talan er hóast alt um eitt met. Er tað ikki nakað, sum tú kanska fert at hugsa um, tá gaggurnar einaferð verða settar. – Tað kann gott vera, at tað fer at hava nakað at siga tá, men eg veit so ikki, hvussu leingi metið sleppur at standa. Tað eru jú fleiri leikarar, sum hava nógvar dystir, sum eisini framvegis spæla á liðnum. Tað er sjálvandi stuttligt at hava metið, men tað er so ikki tað, sum tað snýr seg um fyri mítt viðkomandi, sigur Óli Johannesen at enda. Metmaðurin hugsar ikki um metið – Tað var nokk ikki heimsins besta dómaraavrik, segði Óli um dómaran, men hetta tóktist tó ikki vera nakað, sum føroyski liðskiparin vildi nýta nakra serliga orku til at hugsa um Tað hevur ikki ging- ist nakað serligt hjá føroyska U19-lands- liðnum í teimum báðum fyrstu dyst- unum í EM-undan- kappingini, sum í hesum døgum er í Føroyum U19-KAPPING Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Fríggjadagin fór EM-und- ankappingin hjá føroyska U19-landsliðnum av bakkastokki á heimavølli. Hini trý londini í bólkin- um, sum føroyska liðið kappast við, eru Grikka- land, Ungarn og Wales. Føroyar hava longu spælt móti grikkum og ungarum, og tað hevur ikki gingið meiri enn næstbest. Stórtap fyri Grikkalandi Fyrsti dysturin hjá før- oyska landsliðnum var móti Grikkalandi á Svangaskarði fríggjadagin. Tað sást beinan vegin í dystinum, at grikkar vóru væl sterkari enn okkara, og tað gingu ikki meiri enn níggju minuttir,so hevði Stelios Iliadis lagt Grikka- land á odda. Føroyingarnir vóru nógv trýstir í fyrra hálvleiki, og tá ið komið var um miðjan fyrra hálvleik, økti Antonis Petropoulos til 2-0 fyri grikkar. Christos Lisgaras gjørdi tað til 3-0 stutta løtu seinni, og beint fyri hálv- leiki var Antonis Petropou- los aftur á blettinum og legði Grikkaland á odda 4- 0, sum eisini var hálvleiks- støðan. Eftir steðgin fingu før- oysku unglingarnir skip- anina hjá sær at virka betur, og tískil blivu grikk- arnir ikki eins vandamiklir, sum teir høvdu verið í fyrra hálvleiki. Eisini eydnaðist tað føroyingun- um at spæla seg til onkran málmøguleika, men uttan at nakað tó spurdist burtur úr. Bert tað eina málið kom í seinna hálvleiki, og tað syrgdi innskifti grikski miðvallarin, Charalambos Perperidis, fyri, tá ið eitt ein hálvur tími var eftir at leika. Føroyska liðið móti Grikkalandi var hetta: Tórur Thomsen NSÍ, Jónas Tór Næs BK Frem, Fritleif í Lambanum ÍF, Poul N. Poulsen VB, Jóhan V. Gunnarsson B36, Símun Louis Jacobsen GÍ, Arn- bjørn T. Hansen EB/- Streymur (59. Bogi Her- mansen BK Frem), Páll M. Joensen HB, Julian Samu- elsen KÍ (67. Johan E. R. Mouritsen HB), Jóhan Pet- ur Poulsen B68 og Leif Niclasen EB/Streymur(80. Poul T. Dam HB) Javnari móti Ungarn Sunnudagin var føroyska liðið aftur í eldinum, tá ið spælt varð ímóti Ungarn á Tórsvølli. Hesa ferð gekk betri hjá føroyingunum, sum tó aftur hesaferð noyddust at síggja mót- støðuliðið leggja seg á odda heilt tíðliga í dystin- um, tí at bert fimm minutt- ir vóru leiktir, tá ið Balazs Dzsudzsak legði Ungarn á odda. Hetta fekk tó ikki før- oysku leikararnar at fella í fátt, og teir stríddust manniliga. Onkrir møgu- leikar vóru eisini hjá okk- ara at fáa mál, men ístaðin økti Ungarn um leiðsluna beint fyri steðgin, tá ið Istvan Ladoczki var á rætta staðnum. Í seinna hálvleiki var spælið rættuliga javnt, men Ungarn hevði helst eina lítla yvirvág. Tað var tó rættuliga týðuligt, at móts- tøðuliðið hesaferð ikki var eins sterkt, sum tað grikska, ið føroyingarnir høvdu dystast við tveir dagar frammanundan. Ungarar fingu tó eitt mál afturat, tá ið ein hálvur tími var eftir at leika. Brots- spark var dømt til gestir- nar, og tað setti Balazs Dzsudzsak trygt í netið til 3-0, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Teir ellivu, ið byrjaðu dystin móti Ungarn fyri Føroyar, vóru hesir: Gunnar Nielsen BK Frem, Jónas Tór Næs BK Frem, Poul N. Poulsen VB, Jóhan V. Gunnarsson B36, Símun Louis Jacobsen GÍ, Páll M. Joensen HB, Julian Sam- uelsen KÍ, Jóhan E. R. Mouritsen HB, Jóhan Petur Poulsen B68, Leif Nicla- sen EB/Streymur, Bogi Hermansen BK Frem. Í dag skulu føroysku unglingarnir aftur í eldin, og tá verður mótstøðuliðið Wales. Tann dysturin verður leiktur á Svanga- skarði í dag klokkan 15, og tað er ókeypis atgongd til dystin. Dysturin móti walisum verður óivað sera trupul, tí Wales hevur í sínum báð- um fyrstu dystum vunnið 1-0 á Ungarn, og spælt javnleik 0-0 móti Grikka- landi. Seinasti dysturin í EM-undankappingini í Føroyum verður á Tórs- vølli í dag klokkan 15, tá ið Grikkaland og Ungarn hittast. Tungt hjá føroyska U19-liðnum 27 26 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Kundi verið enn betri Tað stóð nógv á før- oyska venjaranum í seinna hálvleiki, men sjálvur helt hann, at talan kundi verið um enn betri úrslit VENJARIN Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Undan landsdystinum leyg- ardagin segði Henrik Lar- sen, at hann vildi verið feg- in, um tað skuldi eydnast føroyska liðnum at fáa ein javnleik, og at tað annars fyrst og fremst ráddi um at fremja eitt gott avrik. Og tá vit eftir dystin fingu orðið á hann, segði hann eisini, at hann var nøgdur. – Hyggur tú eftir fyrra hálvleiki hjá okkum, so haldi eg so heilt avgjørt, at vit høvdu uppiborið javn- leikin. Vit stríðast sera væl alla tíðina, og fyri steðgin hava vit eisini heilt nógv spæl. – Eftir steðgin verða vit sjálvandi trýstir, men vit hava nakrar kontra-møgu- leikar, sum kundu givið úr- slit. Men samanlagt haldi eg tó, at 2-2 var eitt gott úr- slit hjá okkum. Ótrúligur dómari Tað er eingin loyna, at før- oyska liðið varð trýst langt aftur á vøllin so skjótt sum seinni hálvleikur byrjaði. Og sjálvur helt føroyski venjarin, at liðið her læt seg trýsta ov langt aftur. – Tað hevur ofta víst seg, at tá vit hava møguleikan fyri einum góðum úrsliti, so hava vit ein tendens til at bakka ov nógv í royndun- um at verja leiðsluna. Sjálvandi verða vit so eisini skerdir í steðginum, tá Claus noyðist út. Hann var heilt klárt besti leikarin hjá okkum fyri steðgin, og hann megnaði væl at halda bóltinum koyrandi. So tað var ein stórur smeitur, at hann mátti út. Nýggjur maður fyri Claus varð Atli Danielsen. Hóast hann hevur havt nakrar minuttir á liðnum fyrr, so var hetta fyrsta ferðin, at hann av álvara kom undir slík trýst, og alt í alt tóktist landsliðsvenjarin at meta avrik hansara sum góðkent. – Hann ger nakrar feilir at byrja við, men hann kemur fyri seg aftur. Og tað er so púra víst, at hatta ikki var nakar lættur dystur at koma inn í. – Móti dystarenda koyrdu vit alvorliga upp á pumpurnar. Vit verða trýstir allan vegin, og eg haldi heilt avgjørt, at hatta liðið hevur nógvar góðar leikar- ar. Og so hava teir eisini ein dómara, sum ikki var ser- liga góður við okkum. Eg haldi næstan, at tað er ótrúligt, at vit kláraðu at halda 2-2 við hasum dóm- aranum, staðfesti føroyski venjarin at enda. Føroyski 12. maðurin setti sín dám á GSP- leikvøllin leygardagin 12. MAÐUR Jákup Mørk/ Álvur Haraldsen Nicosia, Cypros: Tað er einki at ivast í, at føroysku áskoðararnir settu sín dám á landsdystin í Nicosia mikudagin. Beint omanfyri 100 fólk vóru í føroyska ferðalagnum, og longu einar tríggjar tímar undan dystinum byrjaðu hesi at gera seg galdandi. Cantinuøkið við leikvøll- in var at kalla hersett, og fáu cypriotisku áskoðarar- nir, sum vóru komnir til dystin, høvdu snøgt sagt ikki eitt orð at skula sagt. At hesir vóru so fáir í tali, komst einamest av, at Grikkaland um sama mundi leikti landsdyst móti Ukraina, og at sjónvarping- in av hesum dróg meira, enn hugurin at síggja cypri- otiska liðið spæla. Máling og trummur vórðu funnin fram, og so var bara hjá føroysku áskoðarunum at rigga seg til. Málið varð eisini tikið í nýtslu alt fyri eitt, og tó at hetta byrjaði longu tríggjar tímar undan dystinum, so var eisini nakað eftir av málinum til dystin. Tjóðsangin sungu okkara í øllum førum nakað nógv betri og harðari enn mót- støðufólkini, og størsta partin av dystinum vóru tað eisini okkara, sum vóru tey ljódligastu. Ikki minst var stuðulin ljódligur, tá cypri- otar høvdu skorað. »Før- oyar, Føroyar« rungaði um stóra leikvøllin, og einki er at ivast í, at hetta eisini var nakað, sum var við til at toga leikararnar uppaftur. So er spurningurin, hvussu verður í Írlandi. Har ljóðar í øllum førum, at talið av føroysku áskoðar- unum verður fleirfaldað. Og hóast írsku mótstøðu- menninir tá verða fjøl- mentari, enn tey á Cypros vóru, og hóast hesir helst eisini kunnu gerast ljódligir við hjálp av eitt sindur av Guinnes, so plaga føroying- ar vanliga at hoyrast, har sum teir eru. – Tað hevur ofta víst seg, at tá vit hava møguleikan fyri einum góðum úrsliti, so hava vit ein tendens til at bakka ov nógv í royndunum at verja leiðsluna, helt Henrik Larsen eftir dystin 12. maður vann sín dyst Longu tríggjar tímar undan dystinum hevði føroyski 12. maðurin hersett cantinuøkið við Stadion Hermund Jacobsen er als ikki ókunnugur við trummunum, og hann megnaði eisini væl at seta lív í føroysku fjøldina Málingin skuldi eisini finnast fram. Her er tað Jónleif Frederiksen, sum verður smurdur av Duritu Rouch C M Y K 26