Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 194 - 12. oktober 2004 29 Eftir lemjandi tapið í áttanda talvinum, hevur Kramnik nú fýra talv at rætta uppá gongdina TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Hvør hevði trúð tí, at Peter Leko nú er á odda, eftir hann tapti fyrsta talvið í dystinum við hvíta fólk- inum? Leko bardi seg aftur í dystin eftir eitt tungt fimta talv og gjørdi síðani ikki mætari enn at fullkomiliga niðurspæla Vladimir Kram- nik við svarta fólkinum í áttanda talvinum. Ein sonn perla, sum er við í blaðnum í dag. Í hesum kanska avger- andi talvinum, valdi Leko at telva við risiko. Sama kann sigast um Kramnik, sum leikti sera skjótt og vísti týðiligt, at hann var væl fyrireikaður til upp- gerðina. Báðir luktaðu blóð og loksins varð tað Leko sum slaktaði Kramnik. Niðurstøðan, ella moral- urin, eftir talvið er, at ikki er tað nokk einans at vera væl fyrireikaður við teldu- útrokningum innan sjálvt talvið. Tað tók nevnliga langa tíð (ca. hálvan minutt) innan telduforritið Fritz sá, at tað faktiskt var Leko, ið hevði vinnandi støðu eftir frúgvaoffrið hjá Kramnik. Helst hevði Kramnik støðuna frammi á telduni innan talvið og metti at hvítur hevði greið- an fyrimun. Kramnik rósti Leko fyri talvið, hóast hann týðiliga var skuffaður yvir úrslitið. Í níggjunda talvinum valdi Leko við hvíta fólk- inum at taka ímóti remistil- boðnum hjá Kramnik. Ein- ans sekstan leikir. Skuffandi, men hinvegin nóg gott hjá Leko, sum higartil ikki hevur havt stórvegis trupulleikar við svarta fólk- inum. Sunnudagin í tíggj- unda talvinum leikti Kram- nik seg fram til góða støðu í miðspælinum, men Leko leikti presist og fekk av- viklað støðuna til javnleik. Kramnik telvaði væl, men av øllum at døma skal meira til fyri at koppa Leko. Endaspurturin Týsdagin fara HM-aspi- rantarnir í holtur við ellinta talvið. Støðan er 5,5 - 4,5 til avbjóðaran Leko. Kram- nik endurvinnur HM um úrslitið verður 7-7. Spurn- ingurin er hvussu Kramnik nú leggur taktikkin. Fer hann at satsa einans uppá at vinna við hvítum og leika trygt við svørtum? Tað hev- ur ikki riggað væl higartil, tí einasta talvið hann hevur vunnið var við svørtum. Kanska er álop besta verja hjá Kramnik. Við báðum litunum! Í øllum førum má Kramnik telva øll tey sein- astu fýra talvini heilt út og ikki bjóða javnt við svørt- um í byrjanarspælinum. Tað hevur hann ikki ráð til longur. Leko hevur meldað út, at hann má fáa meira burturúr hvíta fólkinum. Hann við- gongur at Kramnik ov ofta lættliga útjavnar støðuna. Velur Kramnik at telva ov trygt við svarta fólkinum, kann tað saktans koma at kosta. At spæla uppá remis er torført og lítið moti- verandi fyri ein sjálvan. Eitt tap aftrat er katastrofalt fyri Kramnik. Mítt tipp er, at Kramnik hevjar sítt spæl, fær útjavn- að og harvið endurvinnur HM-heitið. Seinastu fýra talvini verða leikti týsdag- in, hósdagin, leygardagin og sunnudagin. Heini í IM-kapping Heini Olsen luttekur í løt- uni í einari IM-kapping í Faaborg á Fjóni. Millum luttakararnar eru IM Emil Hermansson og IM Steffen Pedersen. Tíggju telvarar taka lut og telvast skulu níggju umfør. Heini hevur fingið eina ynskibyrjan: 1,5 stig eftir fyrstu tvey talvini. Hann vann við svørtum móti IM Suren Petrosian (2393) og leikti síðani javnt móti IM Steffen Pedersen (2441). OL nærkast Mikudagin fara teir seks telvararnir á landsliðnum - Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen, Olaf Berg, IM John Rødgaard, Eyðun Nolsøe og Carl Eli N. Samuelsen - til Talv- olympiaduna á Mallorka. Eini 140-150 lond taka lut í tí 36´indi Talvolympiaduni. Meira er og verður at frætta á www.faroechess. com og www.36chess- olympiad.com. Undir OL ber til at fylgja við á portal- inum (www.olivant.fo), har sagt verður frá gongdini niðri í hitanum á Mallorka. Leko tikið leiðsluna 01 02 03 04 05 06 07 08 09 10 11 12 13 14 stig Vladimir Kramnik 1 = = = 0 = = 0 = = 4,5 Peter Leko 0 = = = 1 = = 1 = = 5,5 NSÍ hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Trygva Mortensen um at taka sær av besta liðnum hjá runavíkingum. VENJARASETAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er nú greitt, at tað verð- ur Trygvi Mortensen, sum skal loysa Jógvan Martin Olsen av sum høvuðsven- jari hjá NSÍ. Jógvan Martin er farin í fulltíðarstarv í FSF, og tí noyddust runa- víkingar út at finna sær ein nýggjan venjara. Uppvaksin í felagnum Trygvi Mortensen er sjálv- ur uppvaksin í NSÍ, og hann hevur spælt øll síni fótbóltsár í barndómsfel- agnum. Somuleiðis hevur Trygvi nakrar ferðir áður havt ábyrgdina av besta liðnum hjá NSÍ, eins og hann eisini hevur verið venjari hjá ávíkavist B68 og EB/Streymi. Trygvi var eisini eitt skifti hjálpar- venjari hjá Jógvan Martin Olsen í NSÍ, so ikki kann sigast annað, enn at NSÍ hevur fingið ein venjara, sum kennir væl allar leik- ararnar og felagið innaní- frá. Kramnik,V (2760) Leko,P (2743) WCh Brissago SUI (8), 07.10.2004 1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5 a6 4.Ba4 Rif6 5.0-0 Be7 6.Re1 b5 7.Bb3 0-0 8.c3 d5 (Marshall varianturin í sponsku byrjani, har svartur letur finnu fyri gott spæl. Nógvir sterkir stórmeistarar nýta hendan variantin tá møguleikin uppstendur) 9.exd5 Rixd5 10.Rixe5 Rixe5 11.Rxe5 c6 12.d4 Bd6 13.Re1 Fh4 14.g3 Fh3 15.Re4 g5 16.Ff1 [g-finnan kann ikki takast orsakað av: 16.Bxg5? Ff5!] 16...Fh5 (Leko hugsaði 50 min. uppá hendan leik. Frúgva- avbýti gevur eisini svørt- um gott spæl, men sjáldan betri enn til javnleik. Leko hugsaði kanska longu nú um at fara eftir sigrinum! Kramik nýtti onga tíð, alt var fyrireikað heima) 17.Rid2 Bf5 18.f3 (Áhugavert. Hvítur fær øgiligt spæl fyri kvalitetin og Leko valdi tí klókt at lata rókin fáa frið) 18...Rif6 19.Re1 Rae8 20.Rxe8 Rxe8 21.a4 Fg6! 22.axb5 Bd3 23.Ff2 (Helst hevði Kramnik fyrireikað frúgvaoffrið sum kemur, eftirsum hann flutti óvanliga skjótt. Men Leko finnur kortini vegin til sigurs á borðinum) 23...Re2 24.Fxe2 Bxe2 25.bxa6 Fd3! 26.Kf2 (Besti leikur. a7 hevði tapt: 26.a7 Fe3+ 27.Kg2 Bxf3+ 28.Rixf3 Fe2+ 29.Kg1 Rig4 30.a8F+ Kg7 31.Fxc6 Ff2+ 32.Kh1 Ff1+ 33.Rig1 Rif2# flott, flott...) 26...Bxf3! 27.Rixf3 Rie4+ 28.Ke1 Støðu- mynd. Talvið hesa vikuna Støðumynd eftir 28.Ke1 28...Rixc3! (hóttur Fe2 mát) 29.bxc3 Fxc3+ 30.Kf2 Fxa1 (Genialt! Leko hevur mótoffrað seg til sigurs. Kramnik kann leggja kongin) 31.a7 h6 32.h4 g4 0-1 Trygvi skal venja NSÍ Trygvi Mortensen og Dánjal Jákup Højgaard frá NSÍ geva hvørjum øðrum hondina, eftir at Trygvi og NSÍ hava skrivað undir tvey ára sáttmála 29 28 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Aðalskrivarin í FSF, Ísak Mikladal, sigur, at tað var ógvuliga óheppið, at føroyska landsliðið ikki slapp av Kypros fyrr enn 19 tímar seinni, enn ætl- að var. Ísak Mikladal sigur, at FSF ongantíð áður hevur havt slíkar trupulleikar í sam- bandi við landsliðs- ferðir. SEINKAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað gjørdist ein drúgvur steðgur hjá føroyska lands- liðnum á Kypros. Eftir ætl- an skuldi farast av Kypros heilt tíðliga sunnumorg- unin, men føroyska ferða- lagið noyddist at sita eitt langt og annað breitt og bíða eftir at sleppa avstað. Skal endurskoðast Ísak Mikladal greiðir frá, at FSF hevur fingið Atlantic Airways at taka sær av øllum viðurskiftum í sam- bandi við ferðing hjá lands- liðnum. – Vit hava altíð havt eitt frálíkt samstarv við Atlantsflog, og tað er so ikki teirra orsøk, at lands- liðið gjørdist so nógv seinkað til Írlands, sigur Ísak Mikladal. Aðalskrivarin í fótbólts- sambandinum sigur, at teir ongantíð fingu veruliga greiðu á, hví seinkanin av Kypros var so nógv. – Vit fingu at vita, at talan var um maskinbrek á flogfar- inum, men spurningurin er, um hetta er veruligi sann- leikin. Einir 100 írar skuldu við sama flogfari sum før- oyska landsliðið, og teir blivu sendir við bussi til ein annan bý, hagani teir skuldu flúgva, men teir komu aftur. Sum eg havi skilt, so tóktist tað bara sum um, at flogfelagið bara royndi at skúgva sær undan at seta eitt annað flogfar inn fyri at spara pengar, sigur Ísak Mikladal. Somuleiðis sigur Ísak Mikladal, at meðan føroy- ingarnir á Kypros allatíðina fingu at vita, at farið varð avstað um ein hálvan ella heilan tíma, so vóru meld- ingarnar úr Dublin heilt nakrar aðrar. – Eg tosaði við ferðaleiðarin, ið tekur sær av landsliðnum í Dublin, og hann segði, at tey høvdu tosað við flog- vøllin í Dublin, og hagani vóru boðini, at tað gingu fleiri tímar, áðrenn flog- farið við føroyska landslið- num fór av Kypros. Hetta var samstundis sum, at okkara menn á Kypros høvdu fingið at vita, at farið var um ein hálvan tíma. Teir kendu tað, sum bleiv tað logið beint upp í andlitið á teimum, sigur Ísak Mikladal. Tá ið føroyska ferðalagið kemur aftur til Føroya seinni í vikuni, hevur leiðslan í fótbóltssamband- inum ætlanir um at seta seg niður saman við Atlantic Airways og endurskoða mannagongdina, soleiðis at tað vónandi slepst undan slíkum tilburðum í fram- tíðini, tá ið føroyska lands- liðið er úti í heimi og ferð- ast, sigur Ísak Mikladal. Føroyska ferðalagið kom tó í øllum góðum til Dublin, har flogfarið setti seg klokkan 04.22 mána- morgunin. Útlúgvaðir fór føroyski hópurin beinleiðis á hotellið, har menn sluppu at sova, áðrenn farið verður av álvara undir fyrireiking- arnar til dystin móti írum í annaðkvøld. – Tað er ógvuliga óhepp- ið, at okkara menn gjørdust so nógv seinkaðir, tí at nú er vent um upp á dag og nátt hjá teimum, og tað tekur eitt sindur av tíð, áðrenn tað er komið í rætt- lag aftur, og teir hava ikki so nógv tíð, sigur FSF- aðalskrivarin. Nógvir føroyingar í Dublin Stuðulin til føroyska lands- liðið undir dystinum móti Kypros leygardagin var góður, og væntast kann, at hann verður minst líka góður á Landsdowne Road í Dublin mikukvøldið. Sambært Ísaki Mikladal hevur FSF útvegað eini 450 til 460 atgongumerkir til føroyingar, ið fara til Írlands at hyggja eftir dyst- inum. Hetta er ein tann mesta av føroyskum áskoð- arum, ið hava verið til ein útidyst hjá landsliðnum. Ongantíð havt slíkar trupulleikar áður Fyri fyrstu ferð í nógv ár skal føroyska kvinnuliðið í kvøld royna seg á heima- vølli, tá ið tær taka dystin upp við írsku kvinnurnar í Klaks- vík. LANDSDYSTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Klaksvíkingar hava í nógv ár verið einaráðandi í før- oyskum kvinnufótbólti, og tí er tað ikki meiri enn náttúrligt, at landsdysturin millum Føroyar og Írland í kvøld verður leiktur á vøll- inum í Klaksvík, tá ið nú írar hava góðtikið at leika á graslíki. Ein trupul uppgáva Føroyska landsliðið savn- aðist mánadagin fyri at fyrireika seg til dystin í kvøld, og liðið hevur eisini havt fleiri aðrar savningar í farnu viku, soleiðis at tær kundu fyrireika seg sum best møguligt til torføru uppgávuna í Klaksvík. Landsliðsvenjarin, Álvur Hansen, sigur, at tað verður ein torfør uppgáva hjá føroyska liðnum í kvøld. – Vit hava spælt ímóti teim- um tvær ferðir áður og tapt báðar dystirnar. Hetta eru nøkur ár síðani, men meðan vit næstan ongar royndir hava fingið síðani tá, hevur írska landsliðið øll árini tikið lut í ymiskum undan- kappingum og harvið fing- ið sær týðandi altjóða royndir, sigur Álvur Hansen. Írska landsliðið kom til Føroyar sunnudagin, og tær vandu fyrstu ferð á graslík- inum í Klaksvík fyrrapartin mánadagin. Dysturin á Djúpumýru í Klaksvík verður í kvøld klokkan 17.30, og tað verður vágb- ingurin Páll Augustinussen, ið skal døma. Tvær broyingar eru gjørdar í føroyska hópinum til dystin. Ása Dam á Neystabø og Unn Krage- steen eru koyrdar úr hóp- inum, tí tær valdu at venja hondbólt heldur enn fót- bólt, og ístaðin fyri tær eru komnar Silja á Borg Færø og Ása Christiansen. Landsdystur í Klaksvík í kvøld Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sigur, at FSF ongantíð áður hevur havt slíkar trupulleikar í sambandi við ferðing hjá landsliðnum. savnsmynd Malena Josephsen úr KÍ er ein av royndaru leikarunum á føroyska landsliðnum, sum í kvøld skal dystast við Írland í Klaksvík. savnsmynd C M Y K 28