týsdagur 30. mai 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað var ein góður dagur í
gjár!
Tað staðfestir Eiler Fagra
klett, samkyndur føroyingur
og virkin limur í LGBT.
Hann er ein av teimum,
sum hava gingið undan at
útvega samkyndum føroy
ingum somu rættindum at
ganga saman í hjúnalag sum
hinskyndir føroyingar hava
Og í gjár hendi tað, at
Føroya
Løgting
samtykti
endaliga at samkynd kunnu
sleppa at giftast borgarliga í
Føroyum og sostatt fáa tey
somu rættindi at giftast sum
hinskynd.
Eiler Fagraklett ásannar,
at hetta var ein stórur dagur,
tí nú er eitt áralangt stríð
hjá samkyndum føroyingum
fyri sjálvsøgdum rættindum,
komið at enda.
Og nú málið er endaliga
samtykt, er bara nakað av
umsitingarligum pappírsarb
eiði eftir, so kunnu samkynd
í Føroyum giftast borgarliga.
Gongur tað heilt skjótt,
kann tað verða longu í
summar.
Men
hetta
er
nettupp tíðin tá ið summar
frítíðin leggur nógv arbeiðs
pláss meiri ella minni lamin,
so tað er meiri sannlíkt, at
tað verður seinni, kanska 1.
september.
Eitt langt og hart stríð
Eiler Fagraklett ásannar, at
hetta hevur verið eitt langt
stríð at vera komin hertil, at
samkynd nú fáa rættindini
at ganga saman í hjúnalag.
– Øll hesi árini hava vit
livað í skugganum, og at liva
í samfelagsins skugga í so
nógv ár, er ómetaliga leingi.
– Í Føroyum er hetta eitt
stríð, ið byrjaði so smátt
fyrst í nítiárunum, tá ið Bogi
Davidsen, samkyndur føroy
ingur í Danmark, reisti kjakið
um at seta lóg um skrásett
parlag í gildi í Føroyum.
– Tað kjakið var uppi av
og á til 2006, tá ið meirilutin
í Løgtinginum samtykti at
broyta tiltiknu grein 266 b
í revsilógini, so at tað varð
bannað at gera seg inn á fólk
fyri teirra kynsliga samleika.
Tað var ein varði í søguni
hjá samkyndum føroyingum
og tað kyndi av álvara upp
undir aftur kjakið hjá sam
kyndum í Føroyum.
Eiler Fagraklettur sigur,
at ein annar marknaðsteinur
var 1. juni í 2011, tá ið LGBT í
Føroyum varð stovnað at
stríðast fyri rættindunum
hjá samkyndum, tvíkyndum
og eindarkyndum, ella trans
persónum.
Tá varð miðvíst farið
undir stríðið fyri javnbjóðis
rættindum hjá samkyndum.
Ein góður dagur
LGBT gjørdi rættiliga skjótt
greitt, at endamálið er ikki at
loyva samkyndum at ganga
saman í skrásettum parlagi,
tí tíðin var líkasum farin frá
tí. Tvørtur ímóti er enda
málið at samkynd skulu fáa
akkurát somu borgarlig rætt
indi sum øll onnur at ganga
saman í hjúnalag.
Sostatt fyllir LGBT seks
ár í dag, 1. juni, sjálvan føð
ingardagin
hjá
Rólanti
Samuelsen, sum var ein
tann fyrsti føroyingur, ið
alment viðurkendi at hann
var samkyndur, og var ein
undangongumaður hjá sam
kyndum í Føroyum.
– Hetta varð ein góður
dagur og ein góð føðingar
dagsgáva, staðfestir Eiler
Fagraklett.
Og tað hevur verið drúgt,
tí uppskotið er felt einaferð,
men í fjørð varð tað samtykt.
Og í gjár varð so samtykt at
broyta stykki tvey í grein 14 í
hjúnabandslógini, so at sam
kynd ikki kunnu fáa hjúna
bandið signað í kirkjuni.
Hvørja ferð hava málini
verið til umrøðu í Løgtingin
um tríggjar ferðir.
– So tá ið vit sótu í Løg
tinginum í gjár og lýddu á
orðaskiftið, var tað sostatt
níggjundi ferð, at vit sótu
og hoyrdu, hvussu vit verða
umrødd á sjálvum løgtings
ins røðarapalli, sigur Eiler
Fagraklett.
Sárt at hoyra
Og Eiler Fagraklett viðgong
ur, at tað er sárt at hoyra,
hvussu samkynd verða um
rødd av landsins kosnu løg
tingsumboðum.
– Húðin harðnar við tíð
ina, men tað hevur verið
ómetaliga hart at hoyra eitt
orðaskifti, har summi ting
fólk als ikki hugsa um, at tað
eru livandi menniskju, tey
umrøða.
– Hóast vit sita á áhoyr
araplássinum í Løgtinginum,
og tey hyggja okkum í eyguni,
verða verða vit umrødd sum
vóru vit als ikki menniskju
við somu kenslum, sum onn
ur menniskju, og við avvarð
andi sum eru góð við okkum.
Tað nívur og tað er undr
unarverd, at løgtingsfólk
kunnu vera so kensluleys,
sigur Eiler Fagraklett.
– Tað er sárt at hoyra løg
tingsfólk umrøða djórasex
í sama andadrátti sum tey
umrøða samkynd, leggur
hann afturat.
Hann vísir á, at hetta eru
mál, sum eru ógvuliga per
sónlig, tí hetta nemur við
innasta privatlívið hjá fólki.
Eiler Fagraklett vísir eisini
á, at grundin til, at stríðið
hevur borið á mál, er, at tað
hava verið nakrir politikarar,
og onnur fólk, ið hava staðið
sum drangur í brimi, og ikki
hava verið til at vika. Sam
stundis heldur hann eisini,
at tíðin hevur arbeitt við
teimum.
Hann sigur eisini, at LGBT
hevur eisini havt ein greiðan
arbeiðssetning, og tað er
altíð at vera siðilig og aldrin
at blanda átrúnað upp í hetta
kjakið.
– Vit síggja onki endamál
ið at royna at fáa trúgvandi
fólk við eini ávísari áskoðan,
at taka undir við okkara
rættindi. Heldur hava vit
lagt kreftirnar í at tosa til vit
og skil hjá fólki, sigur Eiler
Fagraklett.
Flyta heim aftur
Tað er ikki ókent, at sam
kyndir føroyingar eru fluttir
uttanlands og hava livað í út
legd, tí teir halda ikki, at rúm
hevur verið fyri teimum í
Føroyum.
– Og tað er ein hørð lagna
at hava kensluna av, at tað
ikki er pláss fyri teir í tínum
egna landi. Og vit hava eisini
dømi um, at trýsti á samkynd
hevur verið so stórt, at tey
hava ikki sæð sær annan
útveg enn at beina fyri sær.
Og so eru tað onnur, ið føla
seg kroyst til at liva saman
í einum ólukkuligum hjúna
lagi, sum tey ikki hoyra
heima í.
– Men hesi seinastu árini
er tað týðiligt, at føroyska
samfelagið er vorðið rúmlig
ari og at vend er komin í.
Samkyndir føroyingar eru
farnir at flyta heimaftur og
tað er ein av orsøkunum til,
at vit nú eru yvir 50.000 fólk
í Føroyum.
Eiler Fagraklett vísir eis
ini á, at tá ið Exit Føroyar
kanningin varð gjørd, vóru
tað mong sum søgdu, at ein
forðing fyri at tey fluttu
aftur til Føroya, var nettupp,
at samfelagið var so trong
skygd.
– Men tað er broytt, sam
felagið er rúmligari og tað
fær fólk at flyta heimaftur,
sigur hann.
Sjálvur hevur Eiler Fagra
klett ikki tikið støðu til, nær
hann sjálvur fer at gera brúk
av hesum nýggju, borgarligu
rættindunum, hann hevur
fingið, tí tað liggur í tí óvissa.
Nú Føroyar hava samtykt,
at samkynd kunnu giftast,
eru tað bara Norðurírland
ogVatikanið í Vesturevropa,
har samkynd hjúnlag ikki er
loyvt.
Tað er hart at hoyra løgtingslimir umrøða okkum sum um vit ikki
vóru menniskju, sigur Eiler Fagraklett, samkyndur føroyingur.
Men dagurin í gjár var ein góður dagur, leggur hann afturat
SAMKYNT HJÚNALAG
Tað nívur og tað er undrunar
verd, at løgtingsfólk kunnu
vera so kensluleys
HETTA
HEVUR
VERIÐ
ØGILIGA HART