Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HETTA ER NÓGV STØRRI ENN VIT GEVA OKKUM FAR UM Hetta hevur verið tungt og tað hevur verið ein dýrtkeyptur sigur hjá nógvum, sigur Sonja Jógvansdóttir, tingkvinna Áki Bertholdsen – Eg haldi, at hetta er nógv størri enn vit í roynd og veru geva okkum far um. Tað sigur Sonja Jógv­ans­ dótt­ir, sum er fyrsti limur á Før­oya Løgtingið, ið alment við­urkennur, at hon er sam­ kynd. Í Løgtinginum hevur hon eisini gingið á odda at fáa samkyndum borgarlig rætt­ indi til at kunna ganga sam­ an í hjúnalag. Og seinnapartin í gjár varð endaliga komið á mál, tí tá varð tað endaliga samtykt í Løg­tinginum, at samkynd kunnu sleppa at giftast í Før­ oy­u­m. Nú er bara nakað av um­ sit­ingarligum arbeiðið eftir at gera í sambandi við at lógin skal lýsast í Før­oy­um og í Danmark og tá ið tað er avgreitt, er klárt hjá sam­ kyndum at giftast í Før­oyum. Tað verður vænt­andi seinni í summar, ella tíðliga í heyst, at tað verður veruleiki. Ein tungur burður Sonja Jógvansdóttir ásannar, at hetta hevur verið ein tung­ ur burður. – Tað eru nógv fólk, sum hava offrað alt fyri at vit nú eru komin her til.Vit hava ver­ið til jarðarferðir hjá sam­ kyndum, sum hoyknaði und­ ir trýstunum, tað hevur ver­ið at vera samkyndur í Før­oy­ um, og hava tikið sítt egna lív. Og tað eru onnur, sum eru far­in í útlegd, tí tey hava ikki følt, at pláss er fyri teimum í Før­oy­um, staðfestir hon. –  Men nú hava vit tikið tað stóra og avgerandi stigið til tað rúmliga samfelagið, har tað er pláss fyri øllum, sig­ur Sonja Jógvansdóttir. Hinvegin heldur hon, at í hugaheiminum á fólki hev­ur samfelagið verið nógv rúm­ lig­ari í longri tíð. – Í sínum hugaheimi hev­ ur fólkið verið frammanfyri lóg­ar­smiðirnar. Men í gjár fingu vit so staðfest, at lóg­ar­ verk­ið fylgir við, sigur Sonja Jógv­ansdóttir. Avgerandi skifti Sjálv heldur løgtingskvinnan, at eitt avgerandi skifti hendi í 2006, tá ið meirlutin í Løg­ ting­inum samtykti at broyta grein 266 B í revsi­lóg­ini, so at tað eisini varð bann­að at gera seg inn á fólk fyri teirra kyns­liga samleika. – Tá fingu vit eitt veruligt kjak um hesi viðurskiftini og hóast tað bara tryggjaði okk­um ímóti haturstalu og hat­urs­brotsverkum, fekk tað stóran týdning fyri við­ ur­skiftini hjá sam­kynd­um. Hon heldur, at tá ið grein 266 B var til viðgerar, varð kjak­ið munandi harðari og skitn­ari enn tað er nú. –  Men eg haldi, at tá ið tað málið varð lagt afturum, broytt­ust kjakmentanin á hes­um øki, hóast hon fram­ veg­is til tíðir kann tykjast hørð. Og tað er eisini týðiligt, at tað eru alsamt fleiri og fleiri sam­kynd í Føroyum sum al­ ment viðurkenna tað. – Tað gjørdu tey ikki fyrr, tí fyrr duldu tey flestu sam­ kyndu sín kynsliga samleika sum mansmorð. Men Sonja Jógvansdóttir held­ur eisini, at tey sam­ kyndu sjálvi broyttist. Trýstið uttanífrá er eitt, men í roynd og veru hevur sjálvkúganin, tey samkyndu løgdu seg undir, verið tað ring­asta. –  Men tað eru fleiri og fleiri samkynd sum ikki long­ur ganga við boygdum høvd­ið, men ásanna, at sam­ kynd­leiki er er ikki nakað at skamm­ast av, tí tað er nakað, vit eru, heldur hon. Tað er eisini týðiligt, at tað er lættari hjá avvarðandi hjá samkyndum at tosa um tað og at góðtaka tað alment. –  Fyrr varð tað hildið í loynd­um, tí tað var so nógv s k o m m forbundin við tað. H ó a s t S o n j a Jógv­ans­ d ó t t ­i r held­ur, at kjak­ment­an­in á hesum øki er broytt til tað betra, ásannar hon, at kjak­ið er framvegis stundum hart. Men hon sigur, at hon hev­ur miðvíst roynt at hildið høvd­ið kalt og at vera siðilig, tó at hon eisini viðgongur, at tað er hent onkuntíð, at hon er provokerað yvir evni og er lop­in framav og hevur sagt ym­iskt, ið var betur ósagt. – Men tað er ein royndur lut­ur, at tað eru løgtingsfólk, sum hava eina djúpa og inna­liga andstygd ímóti at sam­kynd fáa somu rættindi sum onnur. Men ístaðin fyri at siga sum er, verður tann homo­fob­iski hugburðurin pakk­að­ur inn í føgur orð. Tað er ómansligt og tað hevur ver­ið ótolandi til tíðir, heldur hon. – Viðhvørt fáa vit tað fat­ an, at samkynd verða ikki um­rødd sum menninskju, men meiri sum ein lutur, ein tunn­il ella ein vegastubbi. Men tað hevur sína ávirkan, tí tey samkyndu eru vanlig menn­iskju, og tey hava eis­ ini familju, næstringar og vin­fólk, sum tað rakar hart, og sum taka sær tað. –  Politikarar hava eina ser­liga ábyrgd fyri, hvussu teir orða seg, og hvussu teir um­tala onnur menninskju, men tað hava teir ikki al­tíð liva upp til, heldur løg­tings­ kvinn­an.  Giftast í heyst Sjálv er Sonja Jógvansdóttir í parlagi við Annlis Bjark­ham­ ar og hon væntar at tey fara at giftast í heyst.   –Tað er einki at ivast í, at vit fara at brúka hesi borg­ar­ligu rættindi, vit hava fing­ ið, sigur Sonja Jógv­ans­ dótt­ir. Nakar dagur er ikki ásett­ur, tí tað skal lagast til arb­eið­ið og annað. Tey stermba ikki eftir at vera tey fyrstu samkyndu sum giftast, tí tað heldur hon hev­ur minni týdning. – Tað hevur størri týdning at tað verður gott sigur Sonja Jógv­ans­dóttir. SAMKYNT HJÚNALAG Politikarar hava eina serliga ábyrgd fyri, hvussu teir orða seg Viðhvørt fáa vit tað fatan, at samkynd verða ikki umrødd sum menninskju TUNGT – Hetta hevur verið ein tungur burður og tað eru nógv fólk, sum hava offrað alt fyri at vit nú eru komin her til, sigur Sonja Jógvansdóttir