týsdagur 30. mai 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VITJAN
Vilmund Jacobsen
Tað er mikudagur 17. mai, tjóðar
dagur Noregs. Yvirav mær í stovuni
hjá Amaliu Poulsen í Norðurrás
12 í Havn sita norsku hjúnini,
Edel Risberg og Halvard Toften.
Tey búgva við Toftenes í Øksnes
kommunu ella norðalaga í Lofoten.
Saman við manni sínum er Edel
komin til Føroya at halda sín sjeyti
ára føðingardag, sum var mánadag
in 15. mai.
Seinast, hon og maðurin vitjaðu
í Føroyum, var í 1977. Tá vóru tey
gestir hjá Amaliu Poulsen og mann
inum, Dánjali Jóhan Poulsen, sum
í fleiri ár var stjóri á Føroya Sjó
mansskúla.
Eisini á hesi ferðini í Føroyum –
nú 40 ár seinni – eru tey gestir hjá
Amaliu og Dánjali Jóhan, tó at tey
hesaferð hava valt at búgva á Hotel
Føroyum.
Hugtikin av Føroyum
Men, sambandið millum Edel og
Amaliu røkkur longur aftur enn so.
Tær gingu báðar á Føroya Lærara
skúla. Amalia byrjaði á skúlanum í
1964 og Edel í 1966.
Edel Risberg hevði lisið um Før
oyar, og hon gjørdist forvitin eftir
at uppliva Føroyar, men hon kendi
ongan her heima, tá hon gjørdi av
at koma higar at ganga á lærara
skúla.
Táverandi
rektarin,
Martin
Holm, spurdi Amaliu, sum tá hevði
gingið á læraraskúla í tvey ár, um
hon kundi taka sær av einari norsk
ari gentu, sum var komin heim til
Føroya at lesa.
Amalia kendi tá ikki gentuna,
men hon kendi umhvørvið í Horna
bø, har hon vaks upp. Tað endaði
við, at Edel fekk eitt leigumál hjá
Edvin Thomsen í Hornabø.
Men, tíðin hjá norsku Edel Ris
berg í Føroyum gjørdist stutt. Hon
gavst nevniliga á læraraskúlanum
longu til jólar sama ár, tí hon sum
norsk ikki kundi fáa studning, eins
og
aðrir
læraraskúlanæmingar
fingu.
– Føroyar vóru tað, eg hevði lisið
og droymt um. Eg stórtreivst í Før
oyum, og mær dámdi væl í skúlan
um. Vit gjørdu ymiskar útferðir
um heystið, og mær dámdi væl
tey fólk, eg var saman við í Havn.
Sjálvandi var føroyska málið og
føroysku tekstirnir í skúlanum
ein avbjóðing, men tað var í fyrsta
lagi tann fíggjarligi parturin sum
gjørdi, at eg kendi meg noydda at
gevast til jólar og fara yvir aftur til
Noregs.
Í Noregi gjørdi hon sína útbúgv
ing sum lærari lidna.
Heilt síðan tær báðar – Edel
og Amalia – komu at kennast fyri
meira enn fimmti árum síðan, hev
ur samband verið teirra millum.
– Vit hava sent hondskrivað jóla
kort, og vit hava sent jólagávur, og
hvørt ár til jólar havi eg sent henni
føroysku dagbløðini og eitt nú
Skúlablaðið, sum Edel hevur verið
glað fyri at fáa. Hóast hon ikki fekk
stundir at læra seg føroyska mál
ið til fulnar, fekk hon tó so mikið
burtur úr tí hálva árinum í Føroy
um, at hon so nøkulunda kundi lesa
og skilja føroyskar tekstir, sigur
Amalia Poulsen.
Edel kendi Nicodemus
Nú SvF herfyri sendi sendingina
“Ást fjalir lýti” um syrgiligu hend
ingina í Havn í 1967, tá ungur lær
araskúlanæmingur fyrst gjørdi av
við fyrrverandi unnustu sína, 22
ára gomlu norsku Ann Alfredsen
og síðan gjørdi av við seg sjálvan,
kunnu vit nevna, at Edel Risberg
og Nicodemus gingu í sama flokki
á læraraskúlanum.
Hóast báðar vóru norskar, kend
ust Edel og Ann ikki, men Edel kom
at kenna unga føroyingin sum ein
stillan og friðarligan mann, bæði í
skúlanum og á ymiskum útferðum,
sum læraraskúlaflokkurin gjørdi
hetta heystið.
Meðan vit sita í stovuni hjá
Amaliu og skifta orð, sigur Edel, at
hon ongantíð hesi fimmti árini hev
ur hoyrt um tað, sum hendi í Havn
henda feigdarmorgun.
– Tað var ikki, fyrr enn eg kom
heim til Føroya hesaferð, at eg skilti,
at ungi læraraskúlanæmingurin frá
1966, sum eg gekk í flokki saman við,
longu árið eftir doyði fyri egnari
hond, eftir at hann fyrst hevði
tikið lívið av fyrrverandi unnustu
síni. Í gjárkvøldi untist mær eisini
at síggja dokumentarsendingina –
Ást fjalir lýti – og eg má siga, at eg
gjørdist ógvuliga kedd og skakað av
at hoyra um hesa syrgiligu hending.
Edel Risberg vísir á, at tað, sum
hendi í Havn henda morgun, má
Í 1966 kom ein ung norsk genta heim til Føroya at ganga á læraraskúla, men hon noyddist at gevast
longu til jólar, tí hon kundi ikki fáa studning. Ein av næmingunum í flokkinum var Nicodemus Debes
av Oyri, men nú norska kvinnan á øðrum sinni vitjaði aftur í Føroyum, hevði hon ongantíð hoyrt um
syrgiligu hendingina í Havn fyri fimmti árum síðan. Tað var dokumentarsendingin – Ást fjalir lýti
– sum leiddi Edel Risberg aftur til tíðina, tá hon og Nicodemus gingu á læraraskúla saman
FEKK EG
STUDNINGIN
HEVÐI EG IKKI
FINGIÐ MANNIN
Amalia Poulsen og Edel Risberg á Kongabrúnni