Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 hava skelkað allar Føroyar, eins og tað hevur verið hart hjá fam­ilj­un­ um báðum, bæði teirri føroysku og teirri norsku. – Í aðrar mátar leiddi sendingin meg aftur til ta gomlu tíðina í Havn, har eg kendi nógv støð aftur, eins og klæðini, sum fólk vóru í, mintu meg á tíðina, tá eg kom til Føroya at ganga í skúla, sigur hon. Veldugar broytingar Edel Risberg vísir á, at bæði Havnin og allar Føroyar hava verið fyri veld­uga stórum broytingum og fram­burði hesi fimmti árini. Maður henn­ara, Halvard Toften, sum var við á ferðini í Føroyum í 1977, er púr­asta samdur og ovfarin av fram­ burð­inum. – Eg sá eisini nógvar broytingar, tá eg vitjaði aftur í Føroyum fyrstu ferð í 1977, og nú eg og maðurin á øðrum sinni eru her, hava broyt­ing­ arnar hesi seinastu 40 árini sjálv­ sagt verið enn størri. Tey eru bæði á einum máli um, at Havnin ikki er at kenna aftur, so­ leið­is sum hon er vaksin, serliga á Hálsi, Hoyvík og á Norðasta Horni. – Føroyar hava fingið eitt avbera flott vegakervi við brúgvum, byrg­ ing­um, nýggjum og breiðum vegum og undirsjóvartunlum. Edel Risberg sigur, at tá tey á ferð­ini hesaferð vitjaðu á Viðareiði, sóu tey kortini bæði tað nýggja og tað gamla, har tunlarnir Norður um Fjall eru rættiligir fløskuhálsar í vega­kervinum. – Men, sum heild hevur fram­ burð­urin verið ómetaligur, og vit halda bæði, at føroyingar kunnu vera errnir av, at samferðslukervið er so væl útbygt hesi 40 árini síðan 1977. Tá hon gekk á læraraskúla í Før­oy­um í 1966, gingu tey í grót­ bygn­inginum, har býráðið og bý­ ráðssalurin eru á Vaglinum í dag. Nú tey bæði vitjaðu aftur, slapp Edel eisini at vitja í gomlu skúla­ stovuni aftur, og á vitjanini í bý­ ráðs­húsunum fingu tey bæði eisini høvi at heilsa upp á borgarstjóran í Tórshavnar kommunu, Anniku Ol­sen. Ein stór løta Mánadagin, 15. mai, tá Edel Risberg fylti sjeyti ár, skipaði Amalia Poul­ sen soleiðis fyri, at ein fittur partur av skúlaflokkinum hjá Edel frá 1966 og nøkur úr flokkinum hjá Amaliu sjálv­ari frá 1964 savnaðust inni í stov­uni á Norðurrás 12. Edel og Halvard, sum bæði vóru á Hotel Føroyum henda morgunin, vistu ikki av nøkrum. Amalia Poulsen sigur, at tá allir fyrr­verandi skúlanæmingarnir vóru komnir heim í hennara stovu at sita um middagsleitið henda mánadag, komu Edel og Hal­vard oman av Hotel Føroyum. Tá tey so komu innar í stovuna í Norð­ur­rás 12 um 12.30-tíðina, stóðu fyrr­ver­ andi næmingarnir og sungu fyri teim­um. – Vit vóru eini 12-14 fólk inni í stov­uni hesa løtu, flestu úr flokk­ in­um hjá Edel, og tá norsku hjúnini trinu innar, sungu vit “Einki er sum summarkvøld við strendur” hjá Christiani Matras, sigur Amalia Poul­sen. Edel Risberg sigur, at hetta var ein stór, hug­vekjandi og rørandi løta, men tað var bert tey fæstu, hon við fyrsta eygna­bráð bar kenslu á frá skúla­tíð­ini fyri hálvari øld síð­an. Men, sum løtan leið, bar hon kenslu á fleiri, og hetta var fyri hana ein gevandi løta í heiminum hjá Amaliu og Dánjali Jóhan Poul­ sen. – Bæði maður mín og eg hava verið lærarar í nógv ár, og tá eg hevði undirvíst í 43 ár, fór eg frá. Mað­ur mín hevur verið rektari, og eg havi eisini verið skúlaleiðari í ein­um lítlum skúla. Lívsleiðin hjá fleiri av teimum, sum Edel og maður hennara vóru sam­an við hesa løtu í Norðurrás 12, hava havt eitt langt lív sum lær­ar­ar ella hava starvast innan skúla­um­ sit­ing. – Amalia og Dánjal Jóhan hava ikki verið í Noregi og vitjað okkum enn, men eg vóni, at tey fara at finna eitt høvi til tað. Umframt bú­ stað­in í Toftenes í Øksnes komm­ unu norðalaga í Lofoten, hava vit eisini eini summarhús. Tað er okk­ ara vón, at vit eisini fáa høvi at vísa føroysku vinfólkum okkara blíð­skap her í Noregi og okkara nátt­úru. Meðan vit skifta orð, spyrji eg Edel Risberg, um hon hevði ver­ið verandi í Føroyum og gjørt lær­ ara­skúlan lidnan, um hon fekk studn­ing. Svarið er, at tað hevði hon allar helst, tí henni dámdi so væl Føroyar og fólkið, sum hon var kom­in at kenna. – Men, fekk eg studningin, so hevði eg neyvan havt fingið mann­ in, Halvard Toften, sigur hon bros­ andi. Grindadráp ræddi ikki Meðan Edel Risberg gekk á lær­ ara­skúla í Føroyum, doyði eisini ein grind í Havn. Sjálvt um grinda­ menn rokaðust dúgliga hesa løtu, og Havnarvág var blóðdálkað, so var grindadrápið ikki nakað, sum á nakr­an hátt ræddi tá ungu norsku gent­una. – Noreg var hvalaveiðitjóð, og sild­rekatvøst hevur altíð verið ein part­ur av okkara døgurðamati. So, eg hevði ongar trupulleikar við at skilja, at føroyingar drepa hval. Hetta snúði seg um at fáa mat, og so­leiðis var tað eisini hjá okkum í Nor­egi. Í Føroyum hava Edel Risberg og Halvard Toften eisini roynt ser­føroyskan mat, ið teimum sum heild dáma væl, men teimum líkar ikki so væl skerpikjøtið, soleiðis sum føroyingar eta tað. – Men, hevði føroyska seyða­kjøt­ ið fyrst verið saltað og síðan turkað, so hevði okkum ivaleyst dámt tað betri, siga hesi fryntligu norsku hjún­ini í samrøðu við Sosialin. VITJAN Vinkonurnar, Edel Risberg og Amalia Poulsen, Dánjal Jóhan Poulsen og Halvard Toften Edel Risberg gerst ovfarin, tá hon møtir gomlu floksfeløgunum