týsdagur 30. mai 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
20
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tey, sum reka virksemi í
Handilsgøtuni í miðbýnum
í Havn, høvdu leygarkvøldið
hin 29. apríl í ár eitt sera
hugnaligt
og
væleydnað
“Open-by-Night” tiltak við
ymiskum á skránni.
Fyrireikararnir vóru púr
asta ovfarnir av, at tað eydn
aðist at savna so nógv fólk í
gøtuni til langt út á kvøldið
og náttina við.
Eftir tiltakið var semja
um, at tey, sum reka virksemi
í gøtuni, vóru komin at kenn
ast nógv betri.
– Áður kendu fólk nóg
illa hvønn annan. Men, í
dag virkar alt meira sum ein
familja. Nú koma vit hvørj
um øðrum meira við, og um
hvørvið er soleiðis vorðið
enn hugnaligari, enn tað
nakrantíð hevur verið áður.
Soleiðis søgdu fólk, sum
reka virksemi í Handilsgøt
uni í miðbýnum eftir tiltakið,
29. apríl.
Áðrenn vit fara at siga,
hvat verður á skrá, nú enn
eitt tiltak verður í gøtuni,
kunnu vit sláa fast, hvør
Handilsgøtan í miðbýnum í
Havn er, og her eru fyrireik
ararnir samdir.
– Meginæðrin í Handils
gøtuni er Dr. Jakobsensgøta,
og síðugøturnar eru Trónd
argøta, Sverrisgøta, Magn
us
Heinasonargøta,
Bø
gøta
og
Tórsgøta.
Her
eru nógvir handlar, bæði
klædna-, skógva-, búnýtis-og
matvøruhandil, og her eru
eisini frisørar, ferðaskriv
stova og hotell.
Nú Mentanarnátt verður
í Havn fríggjakvøldið, 2. juni,
hava tey í Handilsgøtuni í
Havn aftur tikið seg saman
og hava skipað eina forvitn
isliga skrá fyri seinnapartin
leygardagin og leygarkvøldið.
Samlaða skráin er við
í serblaðnum í dag, og um
tónleikanøvnini, sum fara
at framføra í Handilsgøtuni,
kunnu vit siga:
Eitt sindur um Lenu
Lena letur stóra pall á upp á
Mentanarnáttini í Dr. Jakob
sens gøtu, og gøtan verður
ein sannur miðdepil fyri upp
livingar – við mótasýning,
tónleiki av trimum pallum,
barnatiltøkum, gykli, hoppi
borgum, grilling og nógvum
øðrum.
Millum nøvnini, sum fara
at framføra, verður Lena
Andersen. Lena er ein song
kvinna og sangskrivari við
heilt serligum gávum. Henn
ara sangir eru søgur, ið røra
og løgini hava funnið lykilin
til føroysku hjørtuni, eitt nú
løgini Eagle in the Sky, Oh
Brother With the Broken
Wing og Home Sweet Home
av nýggjastu útgavúni - fyri
at nevna nøkur fá úr hennara
djúpu skjáttu av løgum, ið
eru vorðin fólkaogn.
Hetta sleppa fólk at upp
liva, tá hon fer á pall Mentan
arnáttina klokkan 19.
Lena fær nevniliga heið
urin at lata stóra pallin upp.
Umframt stóra pall, verða
FK torgið, Bedford pallurin,
og DJ pallurin karmar um
tiltøk í Handilsgøtuni hetta
kvøldið.
Ráa røddin rokkrøddin
Ráa rokkrøddin hjá Jens
Marna fer at fylla náttar
luftina við góðum fangandi
rokkløgum, tá kollfirðing
urin fer á stóra pall í Hand
ilsgøtuni.
Longu í Kjølum fyrst
í nítiárunum gjørdi Jens
Marni um seg á føroyska
tónleikapallinum, seinni var
tað í bólkum sum All That
Rain og Showmonnum, at
Jens Marni spældi seg inn í
føroysku hjørtuni.
Men, tað er eingin loyna,
at tað er sum einstaklingur,
at Jens Marni hevur vunnið
sær nógv størsta heiðurin,
um tað er sum hittmakari á
fløgu, til Planet Awards ella
í Eurovision – ella sum upp
hiting hjá Bon Jovi.
Jens Marni er fólkaogn,
og hetta sleppa vit at upp
liva, tá hann fer á pall á
miðnátt
Mentanarnáttina.
Hann verður bert eitt av
nøvnunum á stóra palli, tá
Handilsgøtan verður fylt
við tónleiki og øðrum undir
haldstiltøkum.
Elektroniski
gandakallurin
Frostfelt verður eitt av nøvn
unum á stóra palli. Líggjas
Olsen, ið gjørdist kendur á
føroyska tónleikapallinum
við bólkum, sum Deja Vu og
Diatribes, hevur seinnu árini
funnið fasta legu í elektron
iska tónleikinum við bólkin
um Frostfelt. Tónleikurin er
persónligur og inniligur, og
við frálíka klaverspælinum
og framúrskarandi røddini
tekur Frostfelt okkum inn
í sítt Frostfelt, og sjálvt um
summarnáttin
er
vorðin
heitari seinastu vikurnar, so
verður eitt frostfelt í Hand
ilsgøtuni klokkan 22.15.
Eitt sindur um Frum
Ein av okkara mest spenn
andi ungu songkvinnum fer
eisini á stóra pall í Handils
gøtuni á mentanarnáttini.
Jenny Kragesteen, sum
undir navninum Frum, hev
ur vakt ans bæði heima og
úti, kemur við sínum ganda
kenda tónleiki klokkan 20.20.
Frum er eitt nýtt navn á
føroyska tónleikapallinum,
men Jenny er millum annað
kend sum songkvinna í
Steso.
Tað var í fjør, at Frum
breyt ígjøgnum á føroyska
tónleikapallinum við fleiri
stakløgum, sum eru nógv
spæld.
Hóast hon er nýggj, var
hon í uppskoti til heiðurin
“Ársins songkvinna”, um
framt til heiðurin sum “Árs
ins nýggja navn” á Faroese
Music Awards.
Umframt stóra pall verða
FK torgið, Bedford pallurin,
og DJ pallurin karmar um
tiltøk í Handilsgøtuni hetta
kvøldið.
HANDILSGØTAN
FYLT VIÐ TÓNLEIKI
Lena Andersen letur stóra pall á upp á Mentanarnáttini í Dr.
Jakobsens gøtu, og gøtan verður ein sannur miðdepil fyri
upplivingar – við mótasýning, tónleiki av trimum pallum,
barnatiltøkum, gykli, hoppiborgum, grilling og nógvum øðrum