týsdagur 30. mai 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63
Sosialurin
AKRANESGØTA
BJÓÐAR SEG FRAM
- Handlar og fyritøkur í Akranesgøtu fara fríggjakvøldið at hava opið
hús frá klokkan 17 til 19, og í gøtuni verður felags undirhald og ókeypis
smakkiroyndir av ymiskum slag, sigur Eyðun Hansen, stjóri í Blika
Vilmund Jacobsen
Akranesgøta
í
Havnardali
bjóðar seg eisini fram, nú stóra
tiltakið
–
Mentanarnáttin
–
verður í Tórshavnar kommunu
fríggjakvøldið, 2. juni.
Á skránni í gøtuni í tímunum
millum klokkan 17 og 19 verða
ymisk spennandi tiltøk, tónleikur
og ymiskar smakkiroyndir.
Eyðun Hansen, stjóri í Blika
í Akranesgøtu 9, sum er ein av
fyriskiparunum,
sigur,
at
tá
Mentanarnáttin var í fjør, skipaði
Føroya Bjór fyri tiltaki, sum
eydnaðist stak væl.
– Nú Mentanarnátt verður aftur,
hava vit í gøtuni tosað saman og
hava skipað so fyri, at handlar og
fyritøkur fara at hava “opið hús” í
tímunum millum klokkan 17 og 19.
Hann heldur, at ein steðg
ur í Akranesgøtu verður er eitt
útmerkað høvi hjá fólki, sum
annars ætla sær á Mentanarnátt
heimi í býnum seinni um kvøldið.
Handlar og fyritøkur, sum verða
við í tiltakinum í Akranesgøtu, eru
Blika, Føroya Bjór, Landshandilin,
Kjøtbúðin,
DPR
Snikkaravirki,
Wenzel og Gasssølan.
Opið hús
Eyðun Hansen vísir á, at um
framt at felagstiltøk við eitt nú
tónleikaundirhaldi verða í gøtuni,
fara fyritøkurnar eisini hvør í
sínum lagi at hava smakkiroyndir
og ymiskt annað at bjóða fólki, sum
koma á gátt.
Hann væntar, at nógv fólk
fara at leita sær út í Akranesgøtu
fríggjakvøldið millum klokkan 17
og 19, og vegna handlar og fyritøkur
í gøtuni letur Eyðun Hansen heilsa,
at øll eru hjartaliga vælkomin.
Grill og Húsasuppa
Eyðun Hansen sigur, at Blika
fær vitjan av nýggja og flytbara
køkinum hjá Magna Garðalíð á
Húsum, og her fer frálíki kokkurin
at bjóða Húsasuppu.
– Magni Garðalíð fer eisini at
grilla, og bæði av suppuni og grillini
verða ókeypis smakkiroyndir til
vitjandi, leggur hann aftrat.
Fleiri handlar og fyritøkur
í Akranesgøtu bjóða seg
fram, nú Mentanarnátt
verður fríggjakvøldið