Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 Tíðaravmarkað starv sum dagrøktari og avloysarastarv í Oyndarirði Dagrøktari í Oyndarfirði, starvið er ¾ tíð, byrjar 14 august 2017 og heldur fram til 01 desembur 2017. Starvsstaðurin verður á Lítlumørk. Avloysari, at avloysa í Oyndarfirði. Starvið er tímalønt hjálparfólkastarv eftir sáttmála við Pedagogfelagið Í dagrøktini eru børn í aldrinum 0 – 5 ár Vit bjóða dagrøktara • Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv • Hollan námsfrøðiligan stuðul frá leiðsluni Vit vænta, at dagrøktarar • kunna arbeiða sjálvstøðugt • hava hug og áræði at skapa ein tryggan og mennandi gerandisdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum Setanarviðurskifti Dagrøktarar eru løntir eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Ein triðingur av lønini verður roknaður sum útreiðslur í sambandi við dagrøktina og er tí skattafríur. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til dagrøktarleiðaran á tlf. 44 85 94 ella 22 85 94, er ivamál um at lata inn umsókn á netinum, ber til at venda sær til journalina í Runvíkar kommunu á 417000 Søk størvini á netinum á www.runavik.fo umsóknarfreist 07. Juni 2017. Runavíkar Kommuna Heiðavegur 26 600 Saltangará runavik@runavik.fo Kunngerð um serstaka byggisamtykt fyri høll yvir turdokkina á Skála skipasmiðu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 24.05-2017 hevur samtykt serstaka byggisamtyktin fyri bygging av høll yvir turrdokkina á Skála skipasmiðu. Serstaka byggisamtyktin umfatar: • Ásetingar og treytir fyri bygging av høll yvir turrdokkina á Skála Skipasmiðu Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 6. juni 2017 til 27. juni 2017. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 18. juli 2017. Runavíkar býráð Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundum 23.02-2017, 30.03-2017, 27.4- 2017 og 24.05-2017 hevur samtykt broytingar í Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri Runavíkar kommunu. Broytinginarnar í byggisamtyktini umfata: • At mest loyvda hædd fyri havnarøkini D1, D2, D3 og D4 í Runavík, Saltangará og Glyvrum, verður broytt frá 8,5 m til 12 m. • At mest loyvd hædd fyri havnarøki D10 við oljutangarnar í Søldarfirði, verður broytt frá 6,5 m til 20 m. • Broyting í ásetingunum fyri nýtslu í A1, A2, A3 og A4 økjunum soleiðis, at “bústaðarendamál” verður lagt afturat og at “Veghædd skal nýtast til útvent virksemi”. • Broyting í ásetingunum fyri nýtslu fyri B10-B39-økjunum soleiðis, at tað er møguligt at byggja tvíhús, raðhús og tøtt/lág bygging við serloyvi frá byggivaldinum og ásetingar um stødd av grundstykkjum skulu broytast til, at grundstykkini fyri tætta/lága bústaðarbygging, raðhús og tvíhús kunnu lækkast niður í 250 m2 og fyri sethús niður í 400 m2 , har kommunan metir tað ráðiligt. Broytingar í Býarplaninum umfata: • At matr. nr. 186 við Leitisveg 49 í Saltangará verður broytt frá E2 til B-øki. • At uml. 750 m2 av matr. nr. 190 í Rituvík, verður broytt frá E1-øki til B27-øki • At markið millum E1 og E2, omanfyri bátahylin í Skálafirði, verður flutt uml. 200 m suðureftir Broytingin í byggisamtyktini er til skjals á Býráðsskrivstovuni/Kunningarstovuni í Saltangará í upplatingartíðini í tíðarskeiðnum frá 6. juni 2017 til 27. juni 2017. og á heimasíðuni www.runavik.fo Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 18. juli 2017. Runavíkar býráð UMHVØRVISGÓÐKENNING Umhvørvisstovan hevur hin 30. mai 2017, sambært løgtingslóg um umhvørvisvernd, góðkent: Umlastingarstøð hjá IRF til burturkast í grótbrotinum á Gjánoyri Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvistovuni og á www.us.fo. Avgerðin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til : Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo