Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÁRSAÐ AL- FUNDUR Ársaðalfundur felagsins verður hósdagin 8. juni kl. 16 á Føroya Prent, Hoyvíksvegur 59, Tórshavn Dagsskrá samb. viðtøkum felagsins BÓKMENTAFELAGIÐ VARÐIN SÍÐAN 1936 GUMMIBÁTATÆNASTAN Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo VIT HAVA VOGNIN TIL EINHVØNN TØRV OPIÐ ER: Týsd. - fríggjad. kl. 11.00-17.30 Collage 2 10 x 15 Collage 3 10 x 15 Collage 4 10 x 15 Collage 2 13 x 18 Collage 3 13 x 18 Collage 4 13 x 18 Lidnar rammur Keyp 3 rammur -20% TILBOÐ Í JUNI 7 x 9 10 x 15 13 x 18 15 x 15 15 x 20 18 x 24 20 x 20 20 x 25 20 x 30 21 x 30 A4 24 x 30 30 x 40 30 x 30 30 x 42 40 x 40 30 x 45 40 x 50 42 x 60 (A2) 50 x 70 60 x 80 AVBJÓÐANDI SKRIVSTOVUSTARV Í LØGTINGINUM Í sambandi við, at eitt av okkara trúgvu starvsfólkum gevst í starvinum vegna aldur, er eitt ógvuliga spennandi og avbjóðandi skrivstovustarv í Løgtinginum fulla tíð leyst at søkja til setan 1. august ella eftir nærri avtalu. Uppgávurnar fevna m.a. um: . at skráseta innkomin tingmál og at ansa eftir, at hesi eru málsliga røtt . at umsita tingmál og tingfundir á heimasíðuni og hava ábyrgd av, at tilfarið er dagført og tøkt á síðuni . at umsita post og teldupost tingsins . at umsita tinglistan . at vera nevndarrøkil í Landsstýrismálanevndini og Uttanlandsnevndini Talan er um eitt til tíðir rættiliga krevjandi starv, har nógv er at halda skil á. Tann, sum settur verður, skal hava skrivstovuútbúgving, hava góðan kunnleika til føroyskt mál, áhuga fyri arbeiðinum í politisku skipanini og góðan kunnleika til nýtslu av teldu. Starvið verður lønt sambært 7. lønarflokki í sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi 7. juni 2017, kl. 16. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til logting@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegi 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294 ella Thurid Debess á tlf. 363912. torshavn.fo Broytt byggisamtykt Broytingar í byggisamtyktum fyri Tórshavnar kommunu. Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 27. apríl 2017 samtykti uppskot um nýggja serstaka byggisam- tykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, Tórshavn. Nýggj serstøk byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini Uppskot um at gera nýggja serstaka byggisamtykt fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, soleiðis sum er víst sambært viðheftu skjølum. Tilfar, sum lýsir uppskotið um nýggju serstøku byggisamtyktina fyri matr. nr. 1116a, undir Gráasteini, Tórshavn, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 26. mai 2017 til og við 7. juli. 2017, frá mánadegi til hósdag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, tó fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 7. juli 2017.