Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-05-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. mai 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 31. mai 2017 · Nr. 63 Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýtt smíl? Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum 2 Røktingarmenn Søkjast til hagapartin RUSTIN í Fuglafirði. Áhugaðir kunnu venda sær til hagaformannin á tlf: 443063 ella 267040. Formaðurin STØRV Í VIÐAREIÐIS SKÚLA Søkt verður eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2017/2018. Starvið er vegna avlopstímar umleið 8 - 10 tímar um vikuna. Søkt verður somuleiðis eftir einum stuðulsfólki til næmingar við serligum tørvi: Starvið er eitt fast námsfrøðiligt stuðulsstarv við 1100 árstímum (lønarbrot 0,62) 27,78 skúlatímar. Meira fæst at vita um størvini á heimasíðuni hjá skúlanum: www.vis.fo SØKT VERÐUR EFTIR MASKINMEISTARA TIL SP/F TAVUNA Starvið umfatar dagliga røkt av øllum maskinum og amboðum, sum hoyra til eitt flakavirki. Herundir flakamaskinur, frystarí, frystiútgerð o.a Umsøkjarin skal kunna skipa og leiða arbeiðið. Lønin verður ásett eftir avtalu við leiðsluna. Umsóknin verður at senda til: Ingvard @ tavan.fo ella SP/F Tavan Kulibakki 4 520 Leirvík Í seinasta lagi 15. juni Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til stjóran telefon 219955 Leiðari til Alvalon Sørvágs kommuna søkir eftir leiðara í fulltíðarstarv til dagstovnin Alvalon at byrja 1. august ella eftir nærri avtalu. Stovnurin er skipaður í vøggustovur, barnagarðsstovur og fríðtíðarskúla. Í løtuni eru uml. 100 børn í aldrinum 0-8 ár og uml. 25 starvsfólk knýtt at stovninum. Vit bjóða eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at samstarva við og leiða dugnalig og eldhugað starvsfólk og saman við teimum at seta dám á virksemið í stovninum. Vit vænta, at tú • hevur hug og hegni at leiða, dugir at samstarva og ert fyrikomandi • hevur førleika at taka avgerðir, arbeiða sjálvstøðugt og í toymi • við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki vilt virka fyri einum fjølbroyttum og tryggum gerandisdegi • saman við starvsfólkunum tryggjar trivnað og fakliga menning • leggur dent á gott samskifti við foreldur, avvarðandi, starvsfólk, kommunu og aðrar myndugleikar • hevur telduførleika og lætt við at orða teg munnliga og skrivliga Leiðarin skal hava námsfrøðiliga útbúgving. Umsøkjarar við leiðsluroyndum og viðkomandi eftirútbúgving kunnu hava ein fyrimun. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til virkandi leiðara á tel.: 225404 ella teldupost: alvalon@sorvag.fo Umsókn við avriti av prógvum, viðmælum v.m. skal vera Sørvágs kommunu, Varðagøtu 8, 360 Sørvági ella sorvag@ sorvag.fo í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 12. juni 2017 Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo VA R Ð A G Ø TA 8 · F O - 3 8 0 S Ø R VÁ G U R S O R VA G @ S O R VA G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0