Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. oktober 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 194 - 12. oktober 2004 Nr. 194 - 12. oktober 2004 33 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in PAM Offshore Service søkir elektrikarar til arbeiði í Noregi Av tí at eftirspurningurin eftir dugnaligum elektrik- arum til arbeiði í Noregi økist,hava vit brúk fyri fleiri fólki. Talan er um útbygging av gass-verkætlanini »Snø- hvit« ið Statoil letur byggja á oynni Melkøya, uttan- fyri Hammerfest í Norðurnoregi. Arbeitt verður tvær vikur og frítíðin er tríggjar vikur. Um tú lýkur niðanfyri nevndu krøv, vilja vit fegin hoyra frá tær: • Tú er elektrikari, helst við royndum frá oljuvinnu ella skipi • Dugur at samskifta á norðurlendskum • Ert álítandi, ágrýtin og samvitskufullur Ringið og hoyrið nærri hjá P/f PAM Offshore Service Gunvør Balle, tlf. 30 11 00 P/f PAM Offshore Service er dóttirfelag hjá P/f Tórshavnar Skipa- smiðju og veitir tænastur til oljuvinnuna. Í løtuni starvast um 20 fólk uttanlands í hesu vinnu. Pedagogar til Bústovnin og Sambýlið á Mýruvegi í Klaksvík. Innan Almanna- og heilsumálaráðið og stovnum undir tí, við tænastu inntil víðari á Bústovninum og Sambýlinum á Mýrivegi er eitt pedagogstarv leyst at søkja á Bústovninum og eitt á Sambýlin- um. Bæði størvini eru frá 15.11.04 ella eftir nærri avtalu. Størvini verða sett sum tænastumannastørv, lønt lønarstigini 24 - 33 eftir lønartalvuni frá oktobur 2004. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við skiftandi arbeiðstíðum og arbeiði annahvørt vikuskifti. Á Bústovninum búgva 4 ung fólk við sjúkragein- ingini autismu. Á Sambýlinum búgva 6 vaksin menningartarnaði. Endamálið við okkara arbeiði er, at skapa tryggar karmar hjá búfólkunum og seta skipa fyri virksemi, sum er til gagns fyri hvønn einstakan. Vit bjóða eitt spennandi arbeiði, við nógvum av- bjóðingum bæði persónliga og fakliga. Umráðandi er at umsøkjarnir eru væl fyri krops- liga og eru áhugaðir í at verða nógv úti í nátúruni, svimja o.a. Somuleiðis hevur tað týdning at um- søkjarnir hava góð samstarvs- og innlivingar- evnir. Bert fólk sum hava lokið námsfrøðiligt prógv, kunnu setast í pedagogstørvini, men um ikki út- búgvið fólk verður sett, verða fólk við øðrum førleika sett í starv í avmarkað tíðarskeið. Nærri fæst at vita um størvini frá leiðarnum á telefon 456310.Umsóknarfreistin er 1.november 2004 og skulu umsókninar, saman við prógvum, viðmælum v.m. sendast til Bústovnin á Mýruvegi Att. Leiðarin Mýrivegur 13A 700 Klaksvík Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingur til goymsluna Til goymsluna á Landssjúkrahúsinum er eitt full- tíðar starv sum sjúkrarøktarfrøðingar leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Goymslan hevur umleið 7.000 ymiskar vørur, og umsitur umleið 13. milliónir kr. árliga. Vit veita vørur til Landssjúkrahúsið, Suðuroyar sjúkrahús, Klaksvíkar sjúkrahús umframt onnur viðskiftarfólk innan heilsuverkið. Goymslan umsitur eisini útlán av hjálpartólum, sum verða lænt sjúklingum heim styttri tíðar- skeið. Umframt tað vanliga arbeiði á goymsluni kemur viðkomandi at umsita hesi útlán. Tað starvast í løtuni 6 starvsfólk á goymsluni. Førleikakrøv: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøð- ingur. • faklig vitan innan tól og vørur, sum dagliga verða nýtt í røktini á sjúkrahúsum • edv-kunnleiki á brúkarastøði (Navision Finan- cials forrrit verður brúkt) • kunnleiki til goymslur og vørustýring er ein fyrimunur. Eginleikar: • góður røkjuskapur • góð samstarvsevni og tænastusinni • at verða opin og positiv/ur, eisini tá nógv er at gera. Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggj- armálaráðið. Upplýsingar um starvið Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Malenu Meitelberg, leiðara á goymsluni. Telefon 30 45 99 - 1163 ella e-post malenam@lsh.fo Umsóknarfreistin er 26. oktober 2004 kl. 12.00. Skrivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk" Frá Vestmanna Skúla Søkt verður eftir lærara til Vestmanna Skúla í tíðarskeiðnum 1.nov.2004 til 28.juni 2005.Tíma- talið verður umleið 22 um vikuna, og lærugrein- arnar, undirvíst verður í, eru enskt og smíð. Har- umframt verða nakrir tímar sum stuðulslærari. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla- leiðaran, tlf. 470100 ella 444386, ella formannin í skúlastýrinum, Jógvan í Dávastovu, tlf. 424566. Umsóknir til starvið skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 18. oktober. Snarskivan kommunulækni til kollafjørð PDF 96% C M Y K 33 32