hósdagur 1. juni 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
4
MANGT OG HVAT
Sjúkrahússtjórin Johnny í Grótinum verður
nýggjur kringvarpsstjóri frá 1. september
at rokna. 41 ára gamli klaksvíkingurin
er búskaparfrøðingur, hevur verið
bankamaður, formaður í Búskaparráðnum
og nú sjúkrahússtjóri, men sjálvur sær
hann kortini ein reyðan tráð gjøgnum alt
virksemi.
- Í øllum, sum eg havi fingist við
seinastu árini, havi eg á onkran hátt
havt ein almennan leiklut. Tað
er eisini hesin áhugin fyri
samfelagsviðurskiftum
og tað samfelagsliga
“engagementið”, sum
gjørdi, at eg valdi at
søkja hetta starvið,
sigur hann.
Mikukvøldið hevði danska fólkatingið
sonevnt endakjak, áðrenn tingið í
næstum fer í summarfrí. Føroysku
fólkatingsmenninir Magni Arge og
Sjúrður Skaale vóru millum røðararnar.
Seinastur at halda røðu
var Lars Løkke Rasmussen,
forsætismálaráðharri. Hann nevndi
móti endanum av sínari røðu herverkið
móti Lítlu Havfrúnni, sum hevði
tilknýti til føroyska grindadrápið.
– Eg taki frástøðu frá slíkum
herverki, og vit stuðla rættinum hjá
Føroyum at brúka tilfeingið í havinum
á burðardyggan hátt. Hesum stuðla vit
bæði í
talu og gerð,
segði
Lars
Løkke Rasmussen.
– Og eg tosi ikki bert um grind. Eg
elski tvøst. Tað er ivaleyst vandamikið
at siga tað her, tí hvørjaferð grindadráp
er í Føroyum, verður mín Twitter-konto
undirdíkt í viðmerkingum, og nú gongur
tað helst
galið, segði Lars Løkke
Rasmussen.
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Eg sá 500 fiskarar og 33
stemmufiskarar á Tinghúsvegnum í
Havn
Herleif Hammer
er settur sum
nýggjur stjóri á
Tjóðsavni Føroya
Mánadagin
savnaðust sjómenn
í Klubbagarðinum
í Havn at mótmæla
fiskivinnunýskipanini.
Týsnáttina var
herverk gjørt á
Lítlu Havfrúnna í
Keypmannahavn.
Herverkið hevði
samband við
grindadrápið.
Týsdagin samtykti
løgtingið endaliga
broytingarnar í
hjúnabandslógini.
Annika Smith verður
sett sum nýggjur
stjóri á Lands
bókasavninum.
Johnny í Grótinum verður
settur sum
nýggjur
stjóri í
Kring
varpi
Før
oya.
»Hjúna
bandslógin«
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
tingfólk atkvøddu
fyri broytingunum í
hjúnabandslógini
18
Týsdagin varð triðja viðgerð av
broytingunum í hjúnabandslógini
í løgtinginum. 18 tingfólk atkvøddu
fyri, og harvið vórðu broytingarnar
samtyktar, so at samkynd nú kunnu
giftast borgarliga. Kjakið um
broytingarnar hevur verið sera drúgt
og til tíðir kensluborið. Nú skulu
neyðuguar kunngerðir lýsast, og tað
fer at taka nakrar mánaðir, áðrenn
samkynd kunnu giftast í Føroyum.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Einaferð var endamálið at minki vinningin
hjá reiðarunum. Nú verður endin, at
føroyskir fiskimenn verða skiftir út við
útlendskar, sum ikki skulu gjalda skatt í
Føroyum
Løkke
elskar tvøst
2-7 m/s av suðri og útsynningi.
Tað verður klárt og turt og
nakað av sól. Hitin verður
millum 9 og 13 stig. Út á náttin
fellir hitin niður í 6 til 9 stig.
Framhaldandi turt og gott veður.
2-7 m/s av landsynningi, sum
fer í eystan. Sólglottar, men
eisini okkurt æli. Hitin um
dagin verður millum 10 og
13 stig, um náttina 8 stig.
2-7 m/s av eystri. Skiftandi skýloft
og ælaveður. Hitin um dagin millum
9 og 12 stig. Um náttina 8 stig.
2-7 m/s
2-7 m/s
2-7 m/s
Johnny skal stýra
Kringvarpinum
Visti tú?
At í 2016 fiskaðu
føroysk skip saman
lagt 568 túsund tons
á øllum leiðum