hósdagur 1. juni 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
5
JANUAR, løggilt grannskoðanarvirki, er ein samanrenning av tveimum teimum elstu grannskoðanarvirkjunum í landinum. Tilsamans hava tey bæði virkini virkað
í Føroyum í 92 ár. Í JANUAR starvast í løtuni 33 fólk. Sostatt er JANUAR størsta virkið av sínum slagi í Føroyum. I løtuni eru tilsamans níggju løggildir grannskoðarar
í vinnu í Føroyum. Av teimum arbeiða fýra hjá JANUAR, sum allir harumframt eru statsaut. revisorar. Í JANUAR verður dentur lagdur á, at góðskan er í hásæti og
á einum altjóða stigi. Umframt kjarnuvirkisøkini grannskoðan og roknskap, hevur JANUAR eina røð av øðrum tænastum at bjóða sínum viðskiftafólkum.
Á bókhaldsdeildini, sum eisini tekur sær av øðrum
vanligum skrivstovu arbeiði, starvast í løtuni 5 fólk.
Arbeiðstíðin verður avtalað við tann, ið verður
settur. Til tíðir er neyðugt at taka eitt eyka tak, eitt
nú tá meirvirðisgjalds uppgerðirnar skulu gerast og
latast myndug leikunum. Arbeiðið verður fyri tað
mesta gjørt á skriv stovuni, tó er avtalað við nakrar
kundar, at bókhaldið verður gjørt á staðnum.
Lønin verður avtalað við leiðsluna og ásett eftir
førleikum og royndum.
Skrivlig umsókn við prógvum og øðrum
upplýsingum skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi týsdagin 6. juni 2017 og skal sendast til
januar@januar.fo ella Januar – Óðinshædd 13 –
Postboks 30 – Fo-110 Tórshavn
Bókhaldari til Januar
Vit sóknast eftir einum bókhaldara til bókhaldsdeild okkara at byrja skjótast gjørligt.
Les meira á www.januar.fo
Ert tú sjúkrarøktarfrøðingur og hevur áhuga í at
varpa ljós á sjúkrarøktina sum fak, er tað møgu
liga tær, vit leita eftir. Endamálið er at nágreina
og varpa ljós á fakið sjúkrarøkt í samband við, at
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verður 30
ár 1. oktober 2018.
Arbeiðsuppgávur
•
At nágreina og varpa ljós á kjarnuøkið í sjúkra
røktini við tí fjølbroytni, sum fakið inniber
•
Lýsa føroysku sjúkrarøktarsøguna síðstu
30 árini
•
Lýsa visjónir og ætlanir fyri framtíðar føroyska
sjúkrarøkt
•
At miðla arbeiðið við verkætlanini so hvørt, sum
økini verða lýst
Vit vænta, at tú
•
Hevur útbúgving og góðkenning sum sjúkra
røktarfrøðingur.
Víðari útbúgving er ein fyrimunur
•
Dugir væl at orða teg í skrift og talu
•
Dugir væl at samskifta, samstarva og arbeiða
sjálvstøðugt
•
Dugir at innsavna upplýsingar og at arbeiða
víðari við teimum
•
Hevur góðar telduførleikar
•
Megnar at arbeiða undir trýsti
Vit bjóða
•
Eitt spennandi og avbjóðandi starv
•
Góðar karmar at arbeiða í
•
Løn sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og fíggjarmálaráðið
Starvið er tíðaravmarkað til tíðarskeiðið frá
1. august 2017 til 1. oktober 2018.
Umsóknir skulu vera Felagnum Føroyskum
Sjúkrarøktarfrøðingum í hendi í seinasta lagi 8. juni
2017 kl. 12:00.
Setanarsamrøður verða í viku 24 og 25.
Nærri kunning um starvið fæst
við at venda sær til Óluvu í Gong, forkvinnu,
oig@sjukrarokt.fo ella tel 211309.
Sjúkrarøktarfrøðingur til
spennandi verkætlanarstarv starv
FELAGIÐ FØROYSKIR SJÚKRARØKTARFRØÐINGAR