hósdagur 1. juni 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
á ið Benjamin Petersen
seinni hendan mánaðin
letur úr hondum nýggja
fløgu undir kunstnara
heitinum Son of Fortune, er tað
fyrsta fløgan frá evnaríka tónleik
aranum, síðan hann fyri tveimum
árum gav út fløguna Perfume
Variations.
Frammanundan hevði Benja
min Petersen gjørt vart við seg
sum ein av Føroya dugnaligastu
tónleikarum við tveimum egnum
fløguútgávum, Benjamin Petersen
í 2008 og Ghost with Skin í 2011,
men legði hann veruliga føroyska
tónleikaheimin fyri sínar føtur, tá
hann sum annar parturin av Ave
gav út Ave í 2014.
Til Faroese Music Awards
2015 vann Benjamin Petersen og
Ave fýra heiðurslønir, harímill
um ársins bólkur, ársins sang
ur og ársins útgáva, og um tað
ikki var greitt fyri teimum flestu
frammanundan, at ungi tónleik
arin hevði ein lovandi framtíð, so
varð tað sligið fast við sjey tumma
seymi, tá Ave vann Væl-á-Veg prísin
hjá Iceland Airwaves, Atlantic Air
ways og G! Festivalinum seinna
sama summar.
Samband var fingið í lag við út
varpsstøðir, spælistøð og onnur
í Týsklandi og framtíðin sá sera
spennandi út, men beint tá Benja
min Petersen og Petur Pólson vóru
á gáttini til tað, ið kundi flyta Ave
útum Føroyar og út á ein størri
marknað, kom lívið í vegin.
Ein smeitur
Alt tyktist at ganga rætta vegin,
men fleiri óvæntaði ting gjørdu,
at ferðin á tónleikinum mátti set
ast niður, meðan onnur, meira
týdningarmikil viðurskiftir, fylti
hugaheimin og lívið hjá Benjamin.
– Fyrst hendi tað, at Petur Pól
son fekk eina heilabløðing. Tað
steðgaði rímiliga nógv av tí arbeið
inum, ið vit vóru í gongd við, greiðir
Benjamin frá.
At hin helvtin av Ave brádliga
gjørdist sjúkur var ein veruliga
smeitur hjá Benjamin Petersen, ið
hevur høgar tankar um vinmannin.
– Petur Pólson er ein stórur
partur av tí, ið eg geri. Hann er mín
tekstligi og tónleikaligi partnari.
Saman hava vit gjørt Ave, ið nokk
er ein av teimum útgávunum, ið
fólk hava tikið best ímóti av øllum
tí, ið vit báðir hava gjørt. So tað var
ein stórur smeitur, men hann kom
tíbetur fyri seg aftur, sigur Benja
min.
Møttu sjúkrabilinum
Samstundis sum Petur kom fyri
seg og Ave varliga byrjaði at spæla
aftur, bleiv gleðin enn størri, tí
unnusta Benjamin var við barn.
Dóttir Benjamin og Maibritt bleiv
fødd í apríl, alt gekk væl og vóru
tey saman við stórusystrini, Ranju,
spent uppá nýggju tilveruna.
Alt broyttist tó, tá Tekla bert
var átta dagar gomul. Benjamin
og eldra dóttirin, Ranja høvdu
verið í býnum og hugna sær til
sjónleik, men tá tey komu heim,
vórðu tey møtt av einum sjúkrabili
– Vit høvdu stórar ætlanir við bólkinum og nógvar
bóltar í luftini. Fløgan hjá Ave varð útgivin í Týsklandi
og vit skuldu á konsertferð. Alt møguligt kundi hent,
men lívið vildi tað ikki ordiliga. Tað má eg bara góðtaka,
sigur kendi tónleikarin Benjamin Petersen, ið mátti
seta ferðina niður, tá sjúka rakti hansara nærmastu
LÍVIÐ
KOM
Í VEGIN
Eg sang fyri
henni hvønn
dag. Tónleikur
er eitt tað
sterkasta
amboðið, ið
vit menniskjur
hava. Tað
ber ikki til at
seta orð á tær
kenslur, ið
tónleikur vekir
í fólkum.