Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 7 uttanfyri hús­ini. At byrja við vistu tey ikki hvat var áfatt, men gjørdist hetta tó greitt, tá tey møttu tveimum port­ørum við nýføddu dóttrini og ein­ari skelkaði mammu. Læknamál Lítla Tekla og foreldrini vórðu koyrd út til sjúkrahúsið alt fyri eitt, har læknar og sjúkrasystrar bein­an­vegin fóru undir at kanna ný­føð­ingin, meðan foreldrini stóðu hjálp­arleys og hugdu at. – Vit komu inn í eitt rúm, ið var fult av læknum. Tekla lá har á ein­ um borði, fleiri tól góvu ljóð frá sær, nálir vóru stungnar allastaðni í dóttur okkara og læknarnar og sjúkra­røktarfrøðingarnir tosaðu sín­á­millum á einum máli, ið vit ikki skiltu, minnist Benjamin Petersen aft­ur á, tá hann lýsir løtuna, tá lækn­arnir stríddust við at bjarga lív­ið hjá dóttrini. Brádliga hoyrdi Benjamin Pet­ er­sen tó ein setning í rúgvuni av fak­máli, ið hann skilti. – Eg hoyrdi barnalæknan stað­ festa yvirfyri restini av teimum, ið stóðu runt um borðið, at tað var hjart­að, ið var trupulleikin. Líka skjótt sum hetta var staðfest, góvu tey henni alt fyri alt eina sproytu við heilivági, og so kom lív í hana aft­ur, greiðir Benjamin frá. Undir skurð Á Landssjúkrahúsinum gjørdu lækn­ar­nir og sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ ar­nir tað, ið tey kundu fyri at hjálpa lítlu Teklu, men tað varð greitt, at hon mátti sendast til Dan­markar. – Vit blivu send við hasti til Danmarkar, har hon skuldi leggj­ ast undir skurð. Men áðrenn tað, so mátti hon koma so mikið fyri seg aftur, at hon megnaði eina skurð­viðgerð. Alt systemið hjá henni steðgaði jú upp, tá hon fekk tilburðin í Føroyum, sigur Benja­ min Petersen. Komin niður á Ríkissjúkrahúsið lá Tekla eina viku á neonatal deild­ ini, meðan hon kom fyri seg. Eftir ætl­an skuldi hon undir skurð eft­ir tvær vikur, men bleiv tað fram­ skunda, tá ið tað gjørdist greitt, at heilivágurin ikki longur virkaði eft­ir ætlan. Tíðin var komin at leggja Teklu und­ir skurð, men tað var ikki uttan váða. Foreldrini fingu nevniliga at vita, at eingin trygd var fyri, at dótt­ir­in ikki fekk skaða av neyðugu við­gerðini. – Hon kundi missa førleikar, fáa heila­skaða ella okkurt heilt annað. Men skurðviðgerðin var neyðug, sig­ur Benjamin. Sjálv skurðviðgerðin eydnaðist væl, men tá dóttirin bleiv koyrd úr skurð­stovuni, varð aftur galið. – Hon fekk hjartasteðg, tá ið hon var komin inn á Thorax deildina. Tí bleiv hon við skundi skorðin upp aft­ur og givin hjartamassagu, og eft­ir trettan minuttir eydnaðist tað teim­um at fáa lív í hana aftur, sigur Ben­ja­min Petersen og heldur á. – Eftir hetta livdu vit í óvissu um dóttir okkara hevði fingið skaða av skurðviðgerðini og hjarta­ steðg­inum. Eingin visti at siga okk­ um, hvat vit kundu vænta, tá hon kom úr respiratorinum, greiðir Ben­ja­min frá. Eitt heilt serligt vanligt barn Hóast óvissuna og hørðu byrjanina upp á lívið, so kom Tekla fyri seg, og so líðandi gjørdist hon betri fyri. – Í dag er hon eitt vanligt barn. Hon trívist væl, veksur sum hon skal og er frísk. Tað eru eingin tekin um, at hon hevur tikið skaða av hjart­atilburðunum. Hon hevur ov høgt blóðtrýst, men tað er vanligt í slík­um førum, og fær hon heilivág fyri tað, sigur Benjamin Petersen. Tó at hon er frísk í dag, so kann tað vera at Tekla seinni lív­in­um má leggjast undir skurð aft­ur. Trupulleikin botnaði í, at høv­uðs­ Framhald á næstu síðu Vit komu inn í eitt rúm, ið var fult av læknum. Tekla lá har á einum borði, fleiri tól góvu ljóð frá sær, nálir vóru stungnar allastaðni í dóttur okkara og læknarnar og sjúkrarøktarfrøðingarnir tosaðu sínámillum á einum máli, ið vit ikki skiltu Útgávur Benjamin: 2008 Ghost with Skin: 2011 AVE: 2014 (Við Petur Pólson) Parfume Variations: 2015 Fullmáni: 2017 Lítla Tekla var álvarsliga sjúk og mátti leggjast undir skurð í Danmark