hósdagur 1. juni 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
8
PERSÓNSSØGA
æðrin í hjartanum var ov smøl,
og tí pumpaði hjartað ikki nokk
av iltaðum blóði út í kroppin hjá
henni.
– Tað kennist løgið onkursvegna
at liva í óvissu, men sum nú er, so
hevur hon tað gott. Vit merkja eis
ini tað, at vit eru í góðum hondum,
sigur Benjamin um hjálpina frá
læknum og sjúkrarøktarfrøðing
um.
Ringt at byrja aftur
Eftir tveir mánaðir vendi lítla fam
iljan heimaftur til Føroyar, men tað
var als ikki so lætt, ið man kundi
væntað, greiðir Benjamin frá.
– Tá høvdu vit í meir enn tveir
mánaðir liva undir áhaldandi
strongd. Vit vistu ikki, hvat fór at
henda og vóru stúrin fyri Teklu
alla tíðina. Men brádliga ein dagin
fingu vit boðini, at hon var nóg
frísk til at vit sluppu heim, sigur
Benjamin og heldur fram.
– Nú skuldu vit heim at liva sum
ein vanlig familja. Keypa inn, halda
hús, koyra eldru dóttrina í skúla, eg
aftur til arbeiðis og at umgangast
fólki aftur. Tað var øgiliga løgið, og
tók tað mær langa tíð at fáa ger
andisdagin upp at koyra aftur, sig
ur Benjamin.
Sjúkralegan hjá dóttrini hevur
eisini sett síni mark í Benjamin,
sum í dag er meira takksamur fyri
ta hjálp, ið vit føroyingar hava so
lætta atgongd til.
– Eitt tað ringasta, ið kann
henda, er at missa barn sítt. Tann
kensla kann ikki lýsast. So í dag eri
eg takksamur fyri, at sjúkraverkið
er so gott, sum tað er. At læknar
hava førleikarnir at fara inn í eitt
so lítið hjarta og fáa tað at virka
aftur, sigur Benjamin.
Sangurin er sterkasta
amboðið
Undir sjúkraleguni hjá dóttrini
valdi kendi tónleikarin at venda
sær til tað sterkasta amboðið, ið
hann kennir, tá hann sat við dóttr
ini.
– Eg sang fyri henni hvønn dag.
Tónleikur er eitt tað sterkasta am
boðið, ið vit menniskjur hava. Tað
ber ikki til at seta orð á tær kenslur,
ið tónleikur vekir í fólkum. Tað er
eisini mín máti at úttrykkja meg
á, tónleikurin er mítt mál, so sjálv
andi sang eg fyri henni, greiðir Ben
jamin frá.
Nú dóttirin er komin fyri seg
aftur, og tilveran er vorðin meira
støðug, følir Benjamin eisini, at
tíðin er komin at venda aftur til
tónleikin.
– Seinastu tvey árini hava
verið hørð, men nú eri eg klárur at
arbeiða við egnum tónleiki aftur.
Tað var eingin kjansur, at eg megn
aði at geva nakað út mitt í rokanum,
men nú er tilveran aftur so støðug,
at eg føli, at eg havi yvirskot at lata
okkurt nýtt úr hondum. Tónleikur
er gjørdur at koma út til fólkið, tí
tað er tá ið hann verður deildur, at
hann verður vaktur til lívs, sigur
Benjamin Petersen.
Ave verður at hoyra aftur
Ein av verkætlanunum, ið Ben
jamin Petersen hevur ætlanir at
menna víðari er bólkurin AVE, ið
hann myndar saman við Petur
Pólson. Sama vunnu teir Væl-á-
Veg prísin hjá Iceland Airwaves,
Atlantic Airways og G! í 2015, men
vegna sjúku hevur nærum einki
verið at hoyrt frá bólkinum síðan
tá. Men um alt gongur eftir ætlan,
so kunnu føroyingar vænta at
hoyra meira frá bólkinum.
– Nýliga var Petur so óheppin at
fáa ein blóðpropp. Vit høvdu sett
tíð av at fara í upptøkuhølini at
spæla fleiri løg inn, og eftir ætlan
skuldu vit verið í upptøkuhølunum
nú, men so vildi ikki. Men Petur
kemur vónandi fyri seg aftur, og
so gera við tað tá. Løgini eru har,
og tey fara aldrin burtur. Tá tíðin er
búgvin, so koma tey út, lovar Ben
jamin Petersen.
Hóast Ave hevði nógvar møgu
leikar at sleppa út í heim við tón
leikinum áðrenn sjúka spilti kjans
in, so er eingin beiskleiki at hóma
hjá Benjamin Petersen í dag.
– Vit høvdu stórar ætlanir við
bólkinum og nógvar bóltar í luftini.
Fløgan hjá Ave varð útgivin í Týsk
landi og vit skuldu á konsertferð.
Alt møguligt kundi hent, men lív
ið vildi tað ikki ordiliga. Tað má eg
bara góðtaka, sigur Benjamin Pet
ersen og heldur fram.
– Eg tími ikki hyggja aftur og
iðra meg yvir spilta kjansin. Tað
týdningarmiklasta er, at vit hava
tað gott. Tónleikurin er komin
út, og hann livir millum fólk. Tað
eri eg glaður fyri. Og eg eri takk
samur fyri, at vit hava tað gott,
hóast bæði eg og Petur hava verið
gjøgnum alt møguligt. Tað er tað
týdningarmiklasta, sigur Benjamin
Petersen.
Eydnusonur
Fyrsta fløgan í tvey ár frá Benja
min Petersen er á veg til landið,
og verður givin út seinni í mánað
inum. Fløgan hevur fingið heitið
Fullmáni, men merkisvert er, at
Benjamin Petersen hevur valt at
útgeva fløguna undir einum nýggj
um navni.
– Fyriuttan Ave, so havi eg altíð
givið tónleik út undir navninum
Benjamin, men til nýggju verkætl
anina havi eg tikið kunstnaraheitið
Son of Fortune, ið merkir eydnu
sonur, greiðir Benjamin Petersen
frá.
Tað eru ymiskar orsøkir til, at
Benjamin Petersen nú velur at
framføra og útgeva tónleik undir
einum nýggjum navni.
– Mær dámar væl navnið og
týdningin av tí. Men tað er eisini tí,
at í øllum meldrinum av interneti,
Spotify og Itunes, so er torført at
finna Benjamin, tí tað eru túsund
Benjaminar til í verðini. Tá man
fer á Spotify og leitar, so skal man
veruliga leita fyri at finna mín
tónleik. Son of Fortune er tað eing
in annar, ið brúkar, greiðir Benja
min Petersen frá, ið eisini sær eitt
frælsi í at brúka eitt annað navn.
– Onkursvegna er tað deiligt at
kunna leggja tær ymsu byrðurnar í
koma við at framføra sum tónleik
ari á Son of Fortune og ikki á meg
sum privat persón. Eg elski tað eg
geri, og eg livi fyri tónleikin. Tað
er ikki nakað, ið eg geri fyri løtu
vinning ella fyri at blíva kendur,
men tað at spæla tónleik er mín
háttur at liva. Men eg eri eisini so
nógv annað, m.a. pápi at tveimum
børnum, sigur Benjamin Petersen.
Gamal tónleikur
Hóast fløgan kemur út miðjan juni,
so er tónleikurin á henni tvey ára
gamal. Tónleikurin var nevniliga
skrivaður og innspældur áðrenn
sjúkan rakti Teklu.
– Summarið 2015 fóru eg og Jan
Rúni Poulsen til Fuglafjarðar at
jamma í hornorkesturrúminum,
har vit so mangan hava sitið saman
fyrr. Tað var okkara venjingarhøli,
tá vit vóru tannáringar og er tað
eitt sera týðandi stað í okkara
menning sum tónleikarar, greiðir
Benjamin Petersen frá.
Ætlanin var einans at hugna
sær og spæla eitt sindur saman,
men brádliga byrjaði nýggjur tón
leikur at floyma úr teimum.
– Øll hugskotini til fløguna
blivu gjørd hetta gandakenda
fullmána kvøldið, og tí varð tað
greitt, at temaið á plátuni skuldi
vera fullmánin, greiðir Benjamin
Petersen frá.
Teir báðir upptóku hugskotini
á telefonirnar, og fóru síðan í upp
tøkuhølið við Mikael Blak. Við Fred
Ruddick sum upptøkumanni, tóku
teir alla fløguna upp uppá tríggjar
dagar.
Til tekstirnar á Son of Fortune
fløguni hevur Benjamin Petersen
fingið hjálp frá tveimum monn
um, ið eru kendir yrkjarar og rit
høvundar.
– Av tí at løgini til plátuni komu
til lívs á so serligan hátt, metti eg, at
tekst alheimurin kravdi meir enn
bert gerandismál. Tað skuldi vera
okkurt størri, tí leitaði eg mær
til yrkingasøvn. Yrkinga søvnini
Pinna brenni til sosialismuna hjá
Jóanes Nielsen og Opus 6: ein
symfoni fyri æðrar hjá Petur Pól
son blivu brúkt, og so skrivaðu eg
og Petur eisini nakrar av tekstun
um í felag, greiðir Benjamin Peter
sen frá.
Eitt fyribils farvæl
Samstundis sum Fullmáni kann
tulkast sum at Benjamin Petersen
vendir aftur til tónleikin eftir tvey
hørð ár, so er tað samstundis eisini
eitt farvæl til Føroyar. Eftir summ
arferiuna flytur familjan nevni
liga til Danmarkar, har Benjamin
Petersen er sloppin inn á musik
konservatorium í Aarhus, meðan
unnusta fer at lesa á design skúl
anum í Kolding.
– Hetta er ein gamal dreymur, ið
verður veruleiki. Eg søkti inn sum
15 og 16 ára gamal, men tá bleiv eg
avvístur. Tað var bara gott, tí hetta
noyddi meg út í ”veruliga lívi” at
spæla og uppbyggja mína egnu
yrkisleið, sigur Benjamin Petersen.
Tað førdi til eitt ártíggjund á
føroyska tónleikapallinum, har
hann hevur framført við nøkrum
av teimum størstu føroysku nøvn
unum og verið við á hópin av út
gávum sum tónleikari, framleiðari,
upptøkumaður ella ljóðblandari.
– Eg havi spælt saman við fant
astiskum fólkum sum Eivør, Hanus
G., Guðrið Hansdóttir, Teitur og
Kára P. Eg havi spælt saman við
listafólkum, ið eg elski tónleikin
hjá. Eg havi verið úti og spælt eina
rúgvu, fingið royndir, men nú er
tíðin búgvin at prøva okkurt ann
að. Eg fari at lesa tónleik og kanska
grava eitt sindur í tí, ið eg geri. Tað
verður spennandi hvat kemur
burturúr tí, sigur Benjamin Pet
ersen.
Av tí at løgini til
plátuni komu til lívs á
so serligan hátt, metti
eg, at tekst alheimurin
kravdi meir enn bert
gerandismál. Tað
skuldi vera okkurt størri, tí leitaði eg
mær til yrkingasøvn.
Í dag er Tekla
frísk og
trívist væl
MYND: ÁLVUR HARALDSEN