Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 9 Týsdagin í farnu viku bórust boð­ ini sunnan av landi, at Tórfinn Smith ikki var okkara millum long­ur. Hann varð brádliga tikin burt­ur bert 71 ára gamal. Vit í Javnaðarflokkinum drýpa høv­ur við deyða hansara. Dagin eftir, at Tórfinn var farin um sýn, fylti hjartabarn hansara Sosi­alurin 90 ár, og hevði hann gjørt seg til reiðar at fara norður um fjørð at hátíðarhalda dagin á blað­num, har hann stóran part av lívi sínum hevði starvast. Thomas Kingo yrkti í sínari tíð, "Sorrig og glæde de vandre til hobe," og enn eina­ferð mugu vit ásanna, at júst hetta er partur av okkara veru­ leika. Lívs­leiðin er ein ferð millum gleði og sorg. Tórfinn varð borin í heim í Havn 27. mars 1946. Eftir at hava starv­ast eina tíð á Veðurstøðini, kom hann at starvast á Sosi­al­ inum. Hann arb­eiddi á blaðnum í mong ár bæði sum blaðstjóri og fyritaksstjóri, og var tað fyrst og fremst Tórfinn, sum saman við øðrum legði lunnar und­ir, at blaðið gjørdist eitt ný­tím­ans tíð­ inda­blað við útbúnum blað­fólk­ um. Politiskt var eingin ivi hjá Tór­ finni. Hann var ein rættur sosi­al­ demo­kratur, og tók hann sam­an við øðr­um stig til, at ung­manna­ fe­lagið SU varð stovnað í 1967. Hann var eis­ini fyrsti formaður felagsins, og tók hann aktivt lut í samstarvinum við sosialistisku ung­mannafeløgini í hin­um Norð­ ur­londunum. Í 1984 varð Tórfinn vald­ur í býráðið í Havn fyri Javn­að­ar­ flokk­in, og umboðaði hann flokk­ in í bý­ráð­num í samfull 18 ár. Í 2003 fór Tórfinn undir Kunn­ingartænastuna Rit&Ráð, sum síðani tá hevur staðið fyri út­gáv­um av einum hópi av bók­ ling­um, bløðum, tíðarritum, fald­ ar­um og ikki minst felags- og fakfelagsbløðum. Í hesum arb­eiði komu hansara drúgvu roynd­ir innan journalistikk og markn­ að­ar­føring honum til góð­ar. Hann var tætt knýttir til Starvs­ mannafelagið og stjórnaði blað­ num hjá felagnum í fleiri ár. Tórfinn giftist Guðbjørg, og fingu tey børnini Erlu og Eyðun sam­an. Tað var teimum ein sera dygg­ur smeitur og stór sorg, at tey mistu sonin Eyðun á blaðungum aldri. Tórfinn flutti seinni suð­ur til Vágs, haðani pápin var slekt­ að­ur. Tórfinn var ein persónur, sum styrkti munandi um politiska bak­land­ið. Eitt bakland, sum er al­neyð­ugt, skal politikkurin eydn­ ast. Hann var trúgvur sum trøll­ ið ímóti pol­it­isku hugsjónini, og har var ong­antíð nakar slingur í vals­inum. Men harumframt var hann eisini per­són­urin, sum eggj­aði mongum øðr­um til at bjóða seg fram á pol­it­iska pall­ in­um og stuðlaði teim­um á sín ser­liga sermerkta hátt. Still­førur og hóvligur og altíð posi­tiv­ur og við tí góða orðinum. Við Tór­finni átti flokkurin ein, sum eggj­aði og stuðlaði øðrum, og hann var odda­ fólk­unum góður í ráðum. Vit menniskju hava so nógv at vera takksom fyri, um tað eydn­ ast okk­um at leggja okkurt gott eftir okk­um. Politiskt laðaði Tór­ finn tveir sera týðandi varðar eft­ir seg. Ann­ar var, at hann fekk endurreist blað­ið Sosialin til eitt nýmótans tíð­indablað á pro­fessionellum grund­ar­lag. Hin var SU. Javnaðarflokkurin vísir sam­ kenslu við hansara nærm­astu í stóru sorgini, og Javn­að­ar­ flokkurin ynsk­ir við hesum orð­ um at siga Tór­finni Smith tøkk fyri hansara stóra íkast í politiska arb­eiðið. Flokkurin lýsir frið yvir minnið um Tórfinn Smith. Javnaðarflokkurin Minningarorð um Tórfinn Smith Íslendski Kiwanis.felagsskapurin Helgafelli og Kiwanis Eysturoy lótu 90.000 krónur til ungdómsarbeiði í Eysturoy. Árni Gregersen Tað kom uttan iva væl við hjá skótunum í Leirvík og í Fugla­firði umframt hjá Tae­ kwondu fe­lag­num á Skála­ fjørð­inum, tá í Ki­wanis lat til­sam­ans 90.000 krón­ur í stuðli til arbeiðið. Oyggjavinir er ein fe­lags­ skap­ur millum Vest­manna­ oyggj­arnar og Eyst­ur­komm­ unu. Í seinastu viku vóru ís­ lend­ingar á vitjan í Føroyum og millum teirra, sum vóru við vóru eisini umboð fyri Ki­wa­nis í Oyggjunum. Fe­ lags­skap­urin har kallast Helga­felli. Við sær høvdu íslendingar eina peningagávu uppá 45.000 krónur, ætlað ung­ dóms­arbeiði í Føroyum. – Men íslendingar lótu tað yv­ir til Kiwanis Eysturoy at av­gera, hvørjum peningurin skuldi latast, sigur Petur Oliv­ar í Hoyvík frá Kiwanis Eyst­ur­oy. Honum gjørdist rættuliga skjótt greitt, at brúk er fyri nógvum pengum og tí av­ gjørdi Kiwanis Eysturoy at hækka gávuna við øðrum 45.000 krónum, so tilsamans vóru 90.000 krónur at lata til ung­d­ómsfelagsskapir í Eyst­ ur­oy. – Vit avgjørdu, at æv­in­týr­ ið við taekwondu fe­lags­skap­ in­um hjá 12-ára gamla Høgna Dávason í Søldarfirði hev­ur uppi­borið stuðul, so tann fe­lagsskapurin fekk 30.000 krón­ur. Eg haldi tað kom ómetaliga væl við, sigur Pet­ ur Olivar í Hoyvík. 30.000 krónur fóru eis­ini til skótarnar í Leirvík, sum kall­ast Leirvíks Páll eins og bæði skótaliðini í Fugla­firði, Erla Kongsdóttir og Guld­ brand­ur fingu til­sam­ans 30.000 krónur. Sambandið millum Ki­wa­ nis í Eysturoy og í Vest­mann­ oyggj­unum er tætt, tí tað var fe­lagsskapurin Helgafelli og Ki­wa­nis Tórshavn, sum vóru við, tá ið Kiwanis Eysturoy var stovnað 5.januar 2004. Gisli Magnusen, fyrr­ver­ andi venjarin hjá GÍ, var ein teirra, sum var við í Før­oy­ um. Tað var hann, sum hand­ aði Høgna Dávason pen­inga­ gáv­una. Oddbjørg Han­sen hand­aði peningin til skót­ar­ nar í Fuglafirði og Martin J. Jar­skor handaði gávuna til Leir­víks Páll. STÓRGFINGIN GÁVA FRÁ KIWANIS TIL LOKALT UNGDÓMSARBEIÐI