Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 10 SÓLVIT E. NOLSØ E vnið, ið vit hyggja eitt sind­ ur nærri eftir hesa vikuna í Sosialinum, er fólkatalið í Føroyum. Vit hava í nógv ár tosa um fólkatalið í Føroyum og av­bjóð­ingina at fáa fólk at velja Før­oy­ar, heldur enn til dømis Dan­mark ella annað grannaland hjá okkum. Ræðumyndin, ið ofta enn verður nýtt er støðan fyrst í ní­ti­ár­un­um, har ein stórur partur av ung­um fólki í bestu árum fluttu av landinum, serliga tí einki arbeiði var at fáa í Føroyum og sam­fe­ lags­støðan sum heild var ógvuliga vánalig. Nú er tað tó hent, at fyri fyrstu ferð í søgu okkara eru vit farin upp­um 50,000 íbúgvar í Føroyum. Al­menna hátíðarhaldið var fyrst í apríl mánaði, tá løgmaður fór út á føðistovuna við eini gávu til borg­ ara nummar 50,000. Tað var tó nakr­ar mánaðir frammanundan boða frá, at vit fóru at gerast 50,000 fólk. Vit vórðu farin uppum tað tann 1. apríl, men í hagtølunum sást tað ikki fyrrenn tá. Íbúgvaratalið er vaksið í fleiri ár. Í ár 2000 vórðu vit umleið 45,300 íbúgv­ar og eftir lutfalsligum fáum ár­um er talið vaksið við smáum 5000. Ein øking á góð 11% eftir 17 ár­um. Tað er tó serliga tey seinastu trý árini, at fólktalið serliga hevur tik­ið dik á seg og gjørt eitt rættiligt lop uppeftir. Vend komin í Tað eru ikki nógv ár síðan, at flestu lúðrar ljóðaðu og ávaraðu, at fólka­ tal­ið í Føroyum minkaði skjótt og nærk­aðist einum punktið, har tor­ ført var at venda gongdini aftur til fólkavøkstur. Serliga stórur var trup­ul­leikin, at kvinnur fluttu av land­inum og vendu ikki aftur til Før­oya. Tað hevði við sær eitt stórt und­ir­skot av kvinnum í Føroyum, sum eisini var viðgjørt sum eitt mál fyri seg. Síðani kom ein vend í. Fyrsta remb­ingin síðan ár 2000 var frá 2000-2005, síðani javnaði gongdin seg nakað, men aftur frá 2013 til í dag hevur verið ein stórur fólka­ vøkst­ur. Tað er sjálvandi eitt sam­ an­sett svar til spurningarnar um hví fólkatalið er vaksið. Til at svara nakrar av teimum spurn­ing­um, hava vit í dag eina sam­røðu við Hans Paula Strøm, sosio­log, ið starv­ast á Hagstovuni og fæst nógv við sat greina fólka­tals­broyt­ ing­ar­nar í Føroyum. Millum annað verður tosa við Hans Paula Strøm um tað løgnu støðu, at hóast fólktalið veksur skjótt, so vísir framskrivingin av fólkatalinum enn eina stóra mink­ ing aftur um nøkur ár. Hans Pauli Strøm vísir á, at núverandi fólka­ vøkstur hevur ikki verið áhald­andi í nóg nógv ár til at broyta heild­ar­ mynd­ina enn, um hann helt fram á henda hátt, so fór myndin at síggja øðr­vísi út. – Tað sær út til at tær fyrstu av­ bjóð­ing­arnar við til- og fráflyting eru komnar á røttu kós, fyribils í øllum førum. Næsta avbjóðing verð­ur fáa bólkin við ungum fólki í burðardyggum aldri at støð­ast og gerast nóg nógv, til at verða grundarlagið undir fólka­vøkstr­ in­um. Herfyri fóru vit uppum 50,000 íbúgvar í Føroyum. Tó vísa fólkatalsframskrivingar, at neiliga gongdin er ikki vend enn, hóast tað gongur rætt vegin SETA MET Í FÓLKATALI MEN GONGDIN ER IKKI VEND E Tað eru ikki nógv ár síðan, at flestu lúðrar ljóðaðu og ávaraðu, at fólka­tal­ ið í Føroyum minkaði skjótt og nærk­aðist einum punktið, har tor­ført var at venda gongdini aftur til fólkavøkstur. Serliga stórur var trup­ul­leikin, at kvinnur fluttu av land­inum og vendu ikki aftur til Før­oya Fólkatalið