hósdagur 1. juni 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
11
ENN
Fólkatalið var 50.045 tann 1. apríl. Tað vaks við 762 fólkum í 12-mánaðarskeiðinum apríl 2016
– mars 2017. Hetta kemur av stórari nettotilflyting á 462, ið er munurin millum tilflyting og
fráflyting, og av einum burðaravlopi á 300, ið er munurin millum fødd og deyð. Burðaravlopið
er tað størsta síðani 2007, og nettotilflytingin hevur ongantíð verið størri, undantikið 2001,
tá fleiri fluttu heimaftur aftaná stóru kreppuna fyrru helvt í 1990-unum. Og undantikið
árini 2000 og 2001 hevur árligi fólkavøksturin ongantíð verið størri í tali enn nú.
Ein avbjóðing hevur verið fólkasamansetingin, ið vísir at skjótast vaksandi bólkurin
av fólki eru tey, ið eru eldri enn 67 ár, tað vil siga, tey, sum annahvørt eru farin av
arbeiðsmarknaðinum ella eru á veg av arbeiðsmarknaðinum. Tað hevur verið ein orsøk til
tað sokallaðu eldrabyrðuna, ið tosa hevur verið um í nógv ár, har tað verða færri og færri,
ið skulu rinda fyri at varðveita vælferðarsamfelagið. Sum grafurin eisini vísir, so er tað
serliga tann størsti grafurin, tey millum 16-66 ár, ið minkar skjótast í mun til allar hinar.
Fólkatalsframrokningin
vísir enn, at um eini 20 ár,
her fólkatalið aftur at ganga
niðureftir. Hetta hóast vit
hava ein stóran vøkstur
í fólkatalinum. Um 30 ár
ella so koma vit niðurum
aftur 50,000. Hetta skal
tó takast við fyrivarni,
tí tølini frá Hagstovuni,
sum framrokningin er frá,
ganga aftur til 1985 og øll
árini fram til í dag verða
brúkt í framrokningini.
Tískil kann myndin
broytast um komandi árini
gerast eins góð sum tey undanfranu trý árini.
Fólkatalsframrokning 2016 - 2055
Fólkatalsframrokning 2016 - 2055