Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 SÓLVIT E. NOLSØ SOLVIT@SOSIALURIN.FO S einastu trý árini hevur fólkatalið veruliga tikið dik á seg og gongdin hevur verið ógvuliga positiv. Somikið positiv, at vit seta met í fólkatali í Føroyum. Tilflytingin økist meðan fráflytingin minkar. Harumframt hava vit eitt burð­ ar­av­lop, ið er umleið 300 børn um árið, eins og føðitíttleikin hjá før­ oysk­um kvinnum er umleið 2.5 barn fyri hvørja kvinnu, ið er tað hægsta í Evropa. – Í nógv ár høvdu vit ein áhald­ andi vøkstur av fólkum eldri enn 40 ár í Føroyum, meðan nógv av teim­um yngri enn 40 ár, fluttu av landinum og nógv komu ikki aft­ur. Tí fingu vit eina skeikling í fólkasamansetingini, ið var ógvu­ liga óheppin, sigur Hans Pauli Strøm. Tað, sum vísir seg at henda seinni er, at henda skeiva ringrásin verð­ur vend og tey yngru fólkini ann­að­hvørt flyta heima aftur ella velja at verða verandi. Tað eru ser­ liga tann yngri aldursbólkurin, ið nú veksur og tað er lykilin til fram­ hald­andi vøkstur og at tryggja grund­ar­lagið betur undir einum fram­haldandi. Undanfarin ár ávirka framrokningina Tað kann tykast eitt sindur løgið, at tá fólkatalið í Føroyum veksur so mik­ið skjótt og hevur gjørt tað í nøkur ár eftirhondini, at fram­rokn­ ingin av fólkatalinum enn vísir eina stóra afturgongd. Eftir fram­ rokn­ingini hjá Hagstovuni, fara vit nið­ur­um aftur 50,000 um nøkur ár og enntá enda vit niðri á umleið 48,000 um góð 40 ár. Hetta hóast til­flyting og fráflyting síggja út at verða komin í eina trygga legu og før­oy­ingar velja Føroyar til heldur enn frá, sum annars var rákið. Sambært Hans Paula Strøm, so er orsøkin, at ein framrokning kann gerast á fleiri mátar og tann, sum Hagstovan nýtur, tekur øll tøl við síðan 1985 og koyrir tað í ein frymil, ið roknar fólkatalið fram­ eft­ir. – Ein framrokning kann gerast á nakrar mátar. Til dømis kann ein skrúva uppá nøkur tøl, til dømis burð­aravlop og flyting, og á tann hátt gera eina framrokning, men tá verð­ur ein subjektiv framrokning, sig­ur Hans Pauli Strøm. Hagstovan nýtur hinvegin ein frym­il, ið nýtur øll tøl síðan 1985 og roknar eitt rák frameftir, ið vísir hvussu fólkatalið fer at hátta sær. – Tað vil siga, at burðaavlop, deyða­tal, tilflyting og fráflyting verða roknaði frá 1985 og til dagin í dag. Hetta verður brúkt at rokna fram­eftir, sigur Hans Pauli Strøm. Av tí sama, so eru eisini øll árini við afturgond, til døm­is stóra skrædlið í níti ár­un­um, eisini roknaði við í fólka­tals­fram­rokn­ ing­ini. Tey árini eru somikið nógv og hava ofta so stór sveiggj við sær, at tey viga tungt í heildarmyndini enn. Stóra framgongdin seinastu trý árini telja tí ikki so nógv í tí stóru heildarmyndini á higartil 32 ár, men um tey komandi árini eisini hava eina øking í fólkatalinum við sær, so broytast fyritreytirnar fyri fram­rokningini. – Um framtíðin fer at síggja líka út sum fortíðin hevur gjørt, so passar framroknining, ið nú er gjørd. Tí skulu nøkur góð ár til afturat, áðrenn tað sæst aftur í framrokningini og tað fer at venda rætt veg, tí hesi tølini byggja part­ víst á eitt tíðarskeið, ið er óheppið demo­grafiskt, sigur Hans Pauli Strøm. Mugu fáa sterkt ungt ættarlið at bera fólkavøksturin Hans Pauli Strøm sigur, at fyrr ella seinni fer tað at koma javnvág í lut­fallið millum tilflyting og frá­ flyti­ng, tí tað eru ein ásett nøgd av fólki, sum kunnu flyta heim og lata verða við at flyta burt. Tann stóra puljan minkar fyri hvørt ár. Tí verða fyrst og fremst onn­ ur viðurskiftir, ið koma at verða avgerandi í framtíðini, um fólka­ tal­ið annahvørt skal halda áfram at vaksa ella verða á einum jøvnum høg­um støði. – Við tíðini mugu vit koma har­ til, at vit hava nóg mikið av ungum fólki, sum hava aldur at eiga børn, ið verða verandi í Føroyum. Tá javn­vágin er komin millum til- og fráflyting, tá skulu vit verða nóg mikið her heim at halda fólka­tal­ in­u­m uppi, sigur Hans Pauli Strøm. Við tí í huga er tað gleðiligt, at tað hevur verið ein markantur vøkst­ur at síggja í fólkatalinum í ald­ursbólkinum, sum er yngri enn 40 ár, bæði hjá kvinnum og monn­ um. Serliga síðan 2013/14 hevur ein vøkst­ur verið at síggja. Fyri at fáa framhaldandi fólka­ vøkstur, er tað eitt krav, at politiska skip­anin ikki setur seg afturá, nú gongd­in sær út til at verða vend. Pol­it­iska skipanin skal verða nøgd við tey átøk, ið hava verið við­ virkandi til góðu gongdina, men tað skal arbeiðast við tí allatíðina. – Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi ein ofta, at ung fólk tímdu illa at verða í Føroyum. Tað hoyrir mann ikki ofta longur. Føroyar eru í nógvar mátar blivnar meira mod­ernaðar og hava fleiri tilboð til fam­ilj­u­r og teirra børn, sigur Hans Pauli Strøm. Hann metir tað spæla ein stóran 12 Skal góða gongdin halda fram, so er neyugt, at vit fáa eitt breiðari grundarlag av ungum fólki, ið kunnu halda fólkatalinum uppi MUGU ARBEIÐA FYRI AT GÓÐA GONGDIN SKAL HALDA FRAM TEMA: Fólkatalið Um framtíðin fer at síggja líka út sum fortíðin hevur gjørt, so passar framroknining, ið nú er gjørd. Tí skulu nøkur góð ár til afturat, áðrenn tað sæst aftur í framrokningini og tað fer at venda rætt veg, tí hesi tølini byggja partvíst á eitt tíðarskeið, ið er óheppið demografiskt