Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 13 leik­lut í tí fólkaøking, ið vit hava sæð í Føroyum. Føroyar eru eisini blivn­ar meira rúmaligar og hava til­boð til teirra, ið hava tørv á til døm­is eini viðgerð av onkrum slag. Tað er alt eitt úrslit av politiskari rað­festing, tí mann hevur sæð ein tørv, ið mann ikki hevur nøktað. – Tað er neyðugt, at halda hes­ um við líka. Nógvar skipanir eru komn­ar uppá pláss, sum fólk vilja hava. Tí snýr tað seg í stóran mun at halda fram við hesum og ikki leggja seg afturá, sigur Hans Pauli Strøm. Tølini vísa, at tað eru fyrst fremst tey undir 40 ára aldur, sum hava flutt út Føroyum fyrr. Í stóran mun eru tey, ið eru yvir 40 ikki farin úr Føroyum, men hava verið verandi. Tað gleðiliga, sum nú er hent er, at tey undir 40 annahvørt flyta heim aftur ella velja at verða verandi í Føroyum Hans Pauli Strøm er sosiologur og starvast á Hagstovuni. Hann hevur í nógv ár fylgt við gongdini í fólkatalinum í Føroyum