Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 14 DANJAL AV RANA E in av stóru avbjóðing­un­ um í samband við fólka­ talsframskriv­ingarnar hevur verið, at talið á kvinnum í barnsburðaraldri hevur verið lutfalsliga lítið í mun til restina av fólkinum. Hetta ávirkar sjálvandi føðitalið í Føroyum eisini, og meðan fólkatalið í Før­ oy­um í løtuni veksur, so siga fram­ søgnirnar framvegis, at fólkatalið fer at minka nógv í framtíðini. Ilt er at síggja, at land og komm­unur taka ítøkilig tøk fyri at draga hesar kvinnurnar aftur til Føroya og avbjóðingarnar eru mangar hjá teimum, sum velja at flyta til Føroya. Ein teirra er 32 ára gamla Marita Gunnarstein Nielsen, sum eftir lokna útbúgving í 2014 flutti heim til Føroya aftur. – Tað var fyrst og fremst mað­ urin, sum ynskti, at vit skuldu flyta heim til Føroya. Eg var við barn og hevði einki ímóti at vera verandi í Danmark undir barsilstíðini og síðani finna mær eitt starv niðri. Hann ynskti tó at sleppa heim og sjálvandi var tað lokkandi at flyta nærri familjuni, nú eitt barn var á veg, sigur hon. Børnini komu ov tætt Av tí at hon var við barn, fór Marita Gunnarstein Nielsen í barnsburðarfarloyvi beinanvegin. Har fekk hon eitt ávíst mánaðarligt útgjald, men av tí, at hon ikki hevði búð í Føroyum seinastu árini og tí onga skrásetta inntøku hevði havt, var upphæddin ikki tann stóra. Hetta var eisini áðrenn nýggja avtalan millum a-kassan og ALS kom í lag, so heldur ikki í arbeiðsloysisskipanini vóru nakrir pengar at heinta. – Tað var ómetaliga strævið og hetta vísir, hvussu illa skipanin er løgd til rættis fyri at draga kvinnur við børnum aftur til Føroya. Skipanin tekur ikki hædd fyri, at kvinnur eiga børn og tí verða tær ótilvitað revsaðar fíggjarliga, sigur hon. Útbúgvin sum miðnámsskúla­ lærari í enskum eru starvs­møgu­ leikarnir avmarkaðir og gerast ikki betri av, at Marita Gunnarstein Nielsen býr í Suðuroy. Stutt eftir, at barnsburðarfarloyvi er liðugt, gerst hon aftur við barn. – Eg søkti fleiri størv hesa tíð­ ina, men eg fekk einki. Eg boð­ aði eisini frá, at hóast eg var við barn, so var eg fús at stytta um barnsburðarfarloyvi eftir barns­ burðin, fyri at sleppa til arbeiðis. Kortini var einki starv til mín, sigur hon. Marita Gunnarstein Niel­sen heldur ikki, at Arbeiðs­loysis­ skipanin var til stórvegis hjálp hesa tíðina. – Har fekk eg greið boð, um at eg mátti søkja starv allastaðni í landinum og flyta, um tað gjørdist neyðugt. Hvagar skuldi eg flutt við einum smábarni? Ein av fremstu orsøkunum til, at vit valdu at flyta til Føroya, var fyri at vera nær familjuni, og hon býr her suðuri. Hvør loysn er tað at flyta í eina dýra íbúð í Havn, senda barnið á stovn átta tímar um dagin og so sita einsamøll heima við barninum restina av degnum, tí maðurin arbeiðir 12 tímar um dagin? Sosialu skipanirnar, sum skulu hjálpa fólkum, ið gerast arbeiðsleys ella við barn, megna ikki at lofta kvinnum, sum eru við barn, tá tær flyta heim ella eiga fyrsta árið eftir TEMA Fólkatalið VIT TAKA IKK HÆDD FYRI BARNSBURÐ Marita Gunnarstein Nielsen