Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 15 Mátti taka av starvstilboðnum At enda fekk hon eitt farloyvisstarv bjóða sum lærari í enskum á Fróð­skaparsetrinum. Hon var til starvssamrøðu mánadag, fekk starvið bjóða mikudag og átti sunnudag. Avbjóðingin var tó, at starvið byrjaði longu ein mánað eftir, at hon hevði átt og tað var í Havn. Fyrsti starvsdagur var longu tá sonurin var tríggjar vikur gamal. – Eg føldi meg noydda at taka av. Fyri tað fyrsta, so er hetta eitt nógv betri starv, enn eg í veru­ leikanum havi útbúgving til, so ein slíkan møguleika fái eg ikki aftur. Starvið gevur mær heilt víst nógvar virðismiklar royndir. Harnæst so hekk tað ikki saman fíggjarliga longur. Eg fekk lítið frá barsilsskipanini í fyrra umfari og hóast eg fekk eitt lítið sindur meiri í seinna umfari, so var tað ikki nokk til at fáa hjólini at mala. Marita Gunnarstein Nielsen mátti tí ferðast til Havnar til a­r­ beiðis. Sonurin var einans tríggjar vik­ur gamal, so hann var ov ungur at fara í barnaansing. Tá fingu tey tó staðfest sína avgerð um at flyta heim til familjuna. – Uttan ommurnar hevði tað verið ógjørligt. Tær hava traðka til og hjálpt okkum, tá vit hava havt tørv á tí, sigur hon. Seinasti arbeiðsdagur í fyri­ bils­starvinum á Setrinum var so 31. mars. Marita Gullstein Nielsen hevur hálvan annan mánað til góðar av barnsburðarfarloyvinum og hevur søkt barsilsskipanina um stuðul. Hon gjørdist tó sera bilsin av svarinum. – Hóast eg nú havi arbeitt í nakrar mánaðir, so velur barsils­ skipanin at taka útgangsstøði í upprunaligu umsókn míni, tá tey skulu rokna barsilsgjaldið. So lønin, eg havi fingið hesar seinastu mánaðirnar, velur ikki tikin við, sigur hon. Hetta staðfestir enn einaferð hennara fatan av, at skipanin ikki tekur hædd fyri at kvinnur í barnsburðaraldri kunnu fáa børn. – Talan er um barsilsstuðul í hálvan annan mánað afturat. Tað kann ikki gera stórvegis mun fyri barsilsskipanina, men fyri okkum fýra, meg, mannin og børnini, er talan um fleiri túsund krónur til dagliga húsarhaldið. Ringa byrjanin fylgir enn Marita Gunnarstein Nielsen vísir eisini á, at tíðina millum bæði barnsburðarfarloyvini meldaði hon seg upp í arbeiðsloysisskipanina, men bleiv brádliga tveitt úr aftur. – Orsøkin var, at eg søkti og fekk eitt lítið starv sum stuðul nakrar tímar um vikuna. Tá boðaði ALS frá, at eg forvann ov nógv til at fáa nakað frá teimum. Tá hevði altso loyst seg betur ikki at arbeitt yvirhøvur og bara fingið útgjald úr ALS. Tað kann ikki vera meiningin, sigur hon. Nú, trý ár eftir at hon flutti heim, fylgir vánaliga fíggjarliga byrj­anin henni enn. Fyrst fekk hon lítið í barsilsútgjaldið, tí hon ikki hevði búð í Føroyum. Síðani fekk hon lítið ALS-útgjald, tí hon ikki hevði havt nakað starv. Harnæst fekk hon skert barsilsútgjald fyri seinna barnið, tí hon framvegis einki starv hevði havt í Føroyum. Og nú, tá hon søkir um at fáa sein­asta hálvan annan mánaðin av barsils­tíðini, fær hon boð um, at útgjaldið verður sum tað var, áðrenn hon fór til arbeiðis. – Sjálvandi fari eg at kæra hesa avgerðina. Talan er bara um útgjald í nakrar vikur. Tað kann ikki gera barsilsskipanini stóran mun, men okkara gerandisbúskapi hevur tað nógv at siga, sigur hon. Vónin um at kæran vinnur frama er tó so sum so. – Eg svørji upp á, at kæruskip­ anin er gjørd so at fólk skulu geva upp. Eg eri um at drukna í skjølum. Váttanir skulu heintast her og har og alt skal henda her og nú. Men tá eg so biðið um svar, tá taka tey sær góða tíð, sigur hon. Sum støðan er nú, ivast Marita Gunnarstein Nielsen í, um tey skulu tora at fáa sær eitt triðja barn. – Vit hava snøgt sagt ikki ráð til tað í løtuni. Eg má fáa eitt fulltíðar­ starv og arbeiða í eina tíð, áðrenn tað kann vera hugsingur um at søkja um barnsburðarfarloyvi aftur, sigur hon. Í kappingini við onnur lond hev­ ur Føroyar tó ein trumf: Familjuna. Mong eru tey, sum hava upplivað, at framtíðarætlanirnar broytast, tá børnini eru komin og longsulin til heimlandið og familjuna veksur. – Vit høvdu als ikki klára okk­ um uttan familjuna. Og tí er eisini burtur við at siga, at vit bara kunnu flyta, har sum størvini eru. So kundu vit eisini verið verandi í Danmark. Vit vildu, at børn okkara skuldu vera nær ommum og abbum sínum, tí fluttu vit heim aftur. Men korini, sum Føroyar bjóða nýheimkomnum kvinnum, bæði tá tað kemur til størv, bústað og sosialar skipanir, halta enn nakað væl aftan fyri onnur lond, sum Føroyar eru í kapping við. Í støðuni sum eg var í, er tað nógv lættari at vera verandi í Danmark. Men so verður tað verri at koma aftur til Føroya seinni, sigur Marita Gunnarstein Nielsen. KI ÐUM »Eg svørji upp á, at kæruskip­ anin er gjørd so at fólk skulu geva upp. Eg eri um at drukna í skjølum. Váttanir skulu heintast her og har og alt skal henda her og nú. Men tá eg so biðið um svar, tá taka tey sær góða tíð« Marita Gunnarstein Nielsen