hósdagur 1. juni 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
16
TÓNLEIKUR
Tórshavnar Big Band var mannað fyrstu ferð í 1972, sum tað fyrsta big
bandið í Føroyum. Orkestrið hevur verið virkið øll árini, og skal nú aftur á
pallin við serstakari konsert um vikuskiftið. Hesu ferð fara 18 tónleikarar,
ein dirigentur, sjey sangarar og eitt frásøgufólk á ferð gjøgnum føroysku
tónleikasøguna við sangum úr øllum Føroyum, ið umboða seinastu 60 árini.
ANNIKA KUNOY IM
F
ríggja- og leygarkvøld
ið trínur Tórshavnar
Big Band aftur á pallin
í Norðurlandahúsinum
við serstakari konsert. Konsertin
við heitinum "Minnist tú enn"
tekur støði í væl umtóktu sjón
varpsrøðini, sum Suni Merkistein
gjørdi í 2010. Sendingin lýsti,
hvussu rútmiski tónleikurin birt
ist í Føroyum miðskeiðis í fimmti
árunum.
Saman við sangarunum Sámali
Ravnsfjall, Kristinu Skoubo
Bærendsen,
Guðruni
Sólju
Jacobsen, Signari í Homrum og
Carlsen systrunum, framførur
orkestrið fleiri av vælkendu før
oysku perlunum, ið eru vorðnar
fólkaogn. Teir 16 sangirnir, ið
framførdir verða umboða allir
ymisk tíðarskeið frá miðskeiðis
í fimmtiárunum til nútíðina, og
sangirnir eru eisini valdir frá
bygdum og býum kring alt landið.
Tað er Magnus Johannessen, ið
hevur sett løgini út fyri orkestrið.
Tað er íslendski saksofonleikarin
og dirigenturin Sigurður Flosason,
sum stjórnar orkestrinum og Suni
Merkistein er sjálvur frásøgufólk
til konsertina. Harumframt verða
forkunnugar myndir og filmsbrot
varpað á stórskíggja meðan kon
sertin er.
Torført at finna
løg sum rigga
Sangirnir, sum valdir eru til kon
sertina eru frá 1957 til 2017 og um
boða øll ártíggjuni harímillum.
Konsertin er eitt inniligt innlit í
søguna hjá rútmiska tónleikinum
í Føroyum, og áherðsla hevur
verið løgd á, at tónleikurin eisini
umboðar alt landið. At finna løg úr
øllum Føroyum og yvir eitt 60 ára
tíðarskeið, sum eisini skal hóska
seg til eitt big band var ein stór
avbjóðing, greiðir Eirikur Skála,
fyriskipari, frá.
– Í eitt gott ár hava vit leitað í
føroyskum uppruna tónleiki, sum
eisini riggar at skriva út fyri eitt
big band. Tað er ikki allur tón
leikur sum hóskar seg, men ein
fyrimunur er heilt víst, um lagið
upprunaliga er í swing. Tá er tað
næstan góðkent frammanundan,
sigur Eirikur Skála.
Hann greiðir frá, at tað er Magn
us Johannessen, ið hevur skrivað
og lægt til rættis tónleikin, sum
orkestrið spælir, og at tað eisini
hann, sum hevur valt sangirnar
til skránna.
Stórt projekt
Endamálið við eini slíkari konsert
er at geva fólki innlit í ymisku
tíðarskeiðini í føroyskum tónleiki
– umframt góðan big band tónleik,
fáa áhoyrararnir innlit í upprunan
og søguna hjá hvørjum einstøkum
lagi, sum spælt verður við stillum
og livandi myndum á stórskíggja,
greiðir Eirikur Skála frá.
Hann leggur afturat, at um
støðurnar hjá einum orkestri sum
Tórshavnar Big Band ikki eru ser
stakliga góðar, og at ynskiligt hevði
verið um orkestrið hevði bæði
meir pening og meir tíð til at vera
virkið fleiri ferðir um árið, tí slíkar
verkætlanir geva ikki fíggjarligt
yvirskot.
Hóast tiltakið hevur fleiri stórar
stuðlar, so eru nógv fólk knýtt at
verkætlanini, og fíggjarliga melur
tað ikki runt.
– Tað er ræðuliga tíðarkrevjand,i
og tá verkætlanin er liðug, er sjálv
sagt stórt ruddingararbeiði eftir,
sigur Eirikur Skála.
Hóast stóra og kostnaðarmikla
arbeiði, so er ætlanin hjá Tórshavn
ar Big Bandi at verða fastur táttur á
mentanarnáttini, við einum nýggj
um evni ella tema hvørt ár, greiðir
hann frá.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
EIN FERÐ VIÐ TÓRS
HAVNAR BIG BANDI
GJØGNUM FØROYSKA
TÓNLEIKASØGU
Við í Tórshavnar
Big Bandi eru:
18 tónleikarar
1 dirigentur
7 sangarar
Konsertirnar
Minnist tú enn
verða 2. og 3. juni klokkan
19.30 í Norðurlandahúsinum,
og í Løkshøll í Runavík 4. juni
klokkan 15.00
Um Tórshavnar Big Band
Tórshavnar Big Band var mannað fyrstu ferð í 1972, sum
tað fyrsta big bandið í Føroyum nakrantíð. Navnframi
saxofonleikarin, tónleikalærarin og tónlistarliga eldsálin
Brandur Øssurson tók við sínum serliga tokka til jazz og
swingtónleik stig til at seta orkestrið á stovn.
Í fleiri ár virkaði Tórshavnar Big Band sum húsorkestur
bæði í V4-sendingunum í Útvarpi Føroya, sum vóru sendar
beinleiðis úr aulini á Føroya Læraraskúa í 70’unum, og á
Tórshavnar Jazz-, fólka-, og Blues Festivali, sum Brandur
Øssurson eisini tók stig til fyrstu ferð í 1984. Festivalurin
var á mangan hátt ein mentanarstovnur, sum frá 2004
gjørdist ein liður í árliga tiltakinum, Summartónum. Í
kjalarvørrinum av hesum umboðaði Tórshavnar Big Band
Føroyar á mongum festivalum bæði í Føroyum og uttanfyri
oyggjarnar.
Tey árini, ið Tórshavnar Jazz, Fólka- og Blues Festival var
til frá 1884 til 2003, var orkestrið sera virkið, oftast við
egnari skrá ella sum húsorkestur, tá útlendskir solistar
vóru við. Hesin festivalur gjørdist karmur um nógv stór
big band átøk, og Tórshavnar Big Band var ofta á skránni.
Í 2011 gav Tórshavnar Big Band út fløguna Úr
Sangskattinum. Magnus Johannessen setti út øll løgini fyri
orkestrið á fløguni. Fløguverkætlanin hevði uppruna sín
í 2009, tá Tórshavnar Kommuna hátíðarhelt 100 ára dagin
sum fólkavald kommuna. Kommunan heitti á Tórshavnar
Big Band um at seta út og framføra løg, sum á ein ella annan
hátt hava samband við Havnina. Hendan verkætlanin fekk
tá heitið “Gamla Havnin í nýggjum tónum”. Konsertið var
so væl fagnað, at gjørt varð av at geva tónleikin út á fløgu.
Hetta eydnaðist, tá Kringvarp Føroya eisini gjørdist
partur av verkætlanini.