hósdagur 1. juni 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
17
Guðrum Sólja:
Sigi altíð ja til
eina avbjóðing
Guðrun Sólja Jacobsen er ein av
songkvinnunum, sum syngur við
til konsertinar “Minnist tú enn”.
Hon er av Tvøroyri, og hevur trý
ára sangútbúgving frá privat
skúlanum Complete Vocal Insti
tute í Keypmannahavn. Guðrun
Sólja Jacobsen gjørdist navnfrom
í Føroyum, tá hon í 2003 luttók í
og vann donsku sangkappingina
Stjerne for en aften, sum Danmarks
Radio skipaði fyri. Fyri tveimum
árum síðni flutti hon heimaftur til
Føroya at búgva og nú undirvísir
hon í sangi.
– Hetta er stórt, og eg gleði meg.
Tað er ein onnur orka í einum slík
um bólki enn tað er í einum van
ligum bólki, sigur hon.
– Ljóðið er samansett á ein ann
an hátt: akkordirnar eru annar
leiðis, tí tað er eitt swing band, og
sangirnir eru langdir upp eftir tí,
leggur hon afturat.
Hon vil ikki avdúka hvørjar
sangir hon skal syngja enn, men
hon syngur fýra av teimum 16
sangunum, sum eru á skránni fyri
kvøldini og hon sigur, at teir fýra
sangirnir, sum hon skal syngja,
allir eru sera ymiskir.
– Tað er lekkurt við eitt sindur
av spenningi og at koma til kon
sertina og ikki vita, hvør syngur
hvat, flennir hon.
– Eg havi tó ikki verið við til at
velja sangirnar, sum eg skal syngja,
men tað eru alt sangir sum eg kenni
væl frammanundan. Á skránni eru
sangir, sum vit øll kenna, og hóast
eg ikki havi sungið allar av teimum
sjálv, so er ongin á listanum, sum eg
ikki kenni. Tað er tað deiliga við tí,
sigur hon spent.
Tá Guðrun Sólja Jacobesn varð
spurd, um hon vildi vera við til kon
sertina hjá Tórshavnar Big Band,
segði hon ja við tað sama.
– Eg eri altíð við uppá slíkt, og
tá eg verði spurd um eg vil vera við
til slíkar konsertir ivist eg ongatíð.
Um eg harafturat haldi, at tað er
avbjóðandi so sigi eg altíð ja, tí ein
avbjóðing er góð at fáa, sigur hon.
Umráðandi
at finna sína
egnu leið
22 ára gamla Kristina Thede Jo
hansen, sum lesur tónleik á Det
Jyske Musikkonservatorium
í Århus, er vi í Tórshavnar Big
Band við saxofon síni. Hon er
komin heim til Føroya at venja
við orkestrinum og at spæla
konsertirnar í Norðurlanda
húsinum og í Løkshøll. Kristina
Thede Johansen var eisini við í
konsertini, sum Tórshavnar Big
Band spældi á mentanarnáttini
í fjør, og hon fegnast um at vera
við aftur í ár.
– Eg lesi klassiskan tón
leik á tónlistaháskúlanum í
Århus, so hetta er nakað heilt
annað enn tað, sum eg geri í
gerandisdegnum. Hetta er ikki
tað slagi av tónleiki, sum eg
spæli so ofta, men tað er bæði
stuttligt og mennandi. Eisini
er tað stuttligt at spæla tónleik
saman við slíkum royndum tón
leikarum sum teimum, ið eru við
í orkestrinum, sigur hon.
Kristina Thede Johansen er
22 ár, og hon hevur spælt sakso
fon í 10 ár. Hon greiðir frá, at
hon tilvildarliga fann sálarvin
sín í saxofonini, tá bíðilistin til
bæði klaver og guitar á musikk
skúlanum ongan enda fekk.
– Eg lurtaði nógv eftir ameri
konsku songkvinnuni Whitney
Houston um tað mundið, og í
navnframa sanginum »I Will
Always Love You« er eitt stórt
stykki við saxofon spæli í. Hetta
var við til, at eg vildi royna meg
sum træblásara.
– Tað er umráðandi at finna
sína egnu leið sum tónleikari, og
serliga tá man spælir saxofon,
sigur Kristina Thede Johansen,
sum fer av landinum aftur
mánadagin, tá konsertinar við
Tórshavnar Big Bandi eru av á
hesum sinni.
Hon greiðir frá, at av tí at hon
er ein av teimum yngru spæl
arunum í Tórshavnar Big Bandi,
og av tí at sangirnir sum spældir
verða á konsertunum fevna
seg um eitt 60 ára tíðarskifti, so
kennir hon ikki allar sangirnir,
sum hon skal spæla við orkestri
num.
– Eg kenni bara nakrar heilt
fáar av sangunum, men eg gleði
meg til at læra at spæla teir ordi
ligt, sigur hon.
Saxofonspælarin
Kristina Thede Johansen:
Umframt at vera við í
Tórshavnar Big Band, er
Kristina Thede Johansen
við í hesum bólkunum:
• Asynja Saxophone
Quartet, sum vitjar í
Føroyum í november
• Trio Ovis, sum var í
Føroyum og spældi í fjør
• Ensemble Sirius, sum
vitjar í Føroyum í august
• Duo Morsing og Thede.
Hesir
sangirnir
verða
spældir á
konsert-
unum:
1. Vælkomnir føroyingar
2. Rasmus í Gørðum
3. Eitt sunnukvøld í
Plantaguni
4. Minnist tú enn?
5. Hvønn ein mánadagur
6. Heimkoman
7. Mín góða
8. Timburmenn
9. Mær leingist
10. Leygarkvøld í Havn
11. Vit eru Tórshavnar Big
Band
12. Motormani
13. Kvøld á Tinganesi
14. Havnin er ein lítil
bygd.
15. 1001 nátt
16. Til Havnar við fara
(Gentukæti)
MYNDIR: ÁLVUR HARALDSEN