Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 18 FØROYSKA SAMFELAGIÐ Politiskar rembingar: EYÐUN KLAKSTEIN F arna leygardag var sungið, røtt og biðið á Vaglinum í Havn, tá ið tiltakið “Varðveit sið­ bundna hjúnabandið” var hildið. Fleiri hundrað fólk vóru til tvør­ kirkjuliga tiltakið, sum var ein áheitan á løgtingið um ikki at gera broytingar í hjúnabandslógini, sum skal loyva samkyndum at giftast borgarliga. – Vit eru komin saman at vísa Føroya Løgtingi og Føroya fólki okkara støðu til ætlaðu broyt­ ing­arnar í hjúnabandslógini. Við okkara luttøku í dag standa vit saman um tað siðbudna hjúna­ bandið og vísa á og staðfesta, at hjúnabandið er millum mann og kvinnu. Lat meg undirstrika, at hjúnabandið einans er mill­um mann og kvinnu, segði tals­mað­ urin fyri tiltakið, Poli Jacobsen. Tveir dagar seinni vóru aft­ ur nøkur hundrað fólk savnað uttan fyri løgtingið. Nú vóru tað sjómenn kring landið, sum vóru komnir av fiski­skip­ um at mótmæla ætl­aðu fiski­ vinnunýskipanini hjá lands­ stýrinum. Í Klubba­garð­inum hildu fakfelags­for­menn og aðrir røðu, og teir funnust harð­liga at uppskotinum um fiski­vinnu­ nýskipan, sum løgtingið hevði fyrstu viðgerð av. – Hetta sigur nakað um upp­ skotið hjá samgonguni, at so ymiskir partar sum reiðarar og manningar kunnu standa saman her í dag. Uppskotið kann als ikki brúkast, segði Jan Højgaard, for­ maður í Fiskimannafelag Føroya. Dagin eftir vóru broytingarnar í hjúnabandslógini til triðju við­ gerð í løgtinginum, og tá vóru tær endaliga samtyktar, so at tvey av sama kyni nú kunnu gift­ast borgarliga í Føroyum. Týs­kvøldið var hátíðartiltak á skeinkistaðnum Sirkus í Vágs­ botni, har tey feir­aðu rættindini, ið serliga fe­lagsskapurin LGBT Føroyar, sum er fyri samkynd, tvørkynd og trans­persónar, hev­ ur virkað fyri at fáa til borgarar í Føroyum. – Tað eru dagar, sum tú ongantíð fert at gloyma. Ein slíkur dagur er í dag. Eg eri rørd, glað og takksom. Havi sein­astu 15 árini arbeitt fyri rættindum hjá samkyndum, og hetta er ein stórur sigur fyri øll, sum vilja einar litfagrar og rúmligar Føroyar, segði Sonja Jógvansdóttir, løg­tings­kvinna, sum hevur verið ein av teim­um, sum hevur stríðst fyri broyt­ ingunum í hjúna­bands­lógini. Polarisering millum bý og bygd Rembingarnar, sum síggjast í samfelagnum, eru lutvíst ein polarisering millum eina sið­ bundna fatan, sum vanliga hevur betri fastatøkur á økjum uttan fyri høvuðsstaðin, og eina postmodernistiska fatan, sum vanliga er serliga sterk í høvuðs­ staðnum. Bæði tá ið tað snýr seg um hjúna­bandslógina og fiski­ vinnu­nýskipanina standa øki í landinum í vissan mun uppi ímóti hvørjum øðrum. Undirtøkan fyri samkyndum hjúnabandi er sterkast í høvuðs­ staðnum, meðan mótstøðan er størsta í Norðoyggjum og Eystur­ oy. Mótstøðan ímóti fiskivinnu­ nýskipanini er størst í teim­ um vinnuliga sterkastu økjun­ um, sum eru Eysturoy og Norð­oyggjar, meðan flokkarnir, sum vilja gera nýskipan av fiski­ vinnuni, í stóran mun grundað sín politikk á eina sterka undirtøku í høvuðsstaðnum. Tá ið Spyr.fo í 2015 spurdi 300 tilvildarligar føroyingar, um tey taka undir við, at samkynd kunnu verða vígd borgarliga, var nógv tann sterkasta og greiðasta undirtøkan fyri málinum í høvuðsstaðnum. Í Norðoyggum var nógv tann størsta mótstøðan, men eisini í Eysturoy vóru nógv ímóti. Í Havn tóku meira enn 76 pro­ sent av teimum spurdu undir við borgarligum hjúnabandi millum samkynd. Bert 18 prosnet prosent vóru ímóti. Í Norðoyggjum tóku 36,2 prosent undir við sam­ kyndum hjúnabandi, meðan heili 45,2 prosent søgdu seg verða ímóti. Í Eysturoy vóru 53,7 prosent fyri og 41,6 prosent ímóti. Gallup gjørdi í november eina kanning fyri Miðflokkin, TAÐ SIÐBUN TÍ MODERNA Vit uppliva eina gjógv millum partar í samfelagnum« Á Vaglinum sungu og bóðu tey á tvørkirkjuligum tiltaki. Í klubbagarðinum mótmæltu sjómenn. Í løgtinginum varð samkynda hjúnabandið endaliga samtykt. Og í Sirkus feiraðu tey nýggju rættindini. Fýra dagar vístu stórar rembingar og munir í føroyska samfelagnum, og lutvíst er talan um eina uppgerð millum eina siðbundna fatan úti um landið og eina modernaða hugsan í høvuðsstaðnum