hósdagur 1. juni 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
19
NDNA ÍMÓTI
AÐA
har spurt varð um ymisk viður
skifti hjá samkyndum. Meiri
lutin av føroyingum vóru ímóti,
at samkynd skulu giftast í
kirkjum. Mótstøðan var nógv
størst í Norðoyggjum, meðan
størsta undirtøkan fyri hesum
var í Suðurstreymoy. Ein lítil
meiriluti av teimum spurdu
tóku undir við, at samkynd pør
skulu kunna ættleiða børn, og
tað bygdi á eina stóra undirtøku
í høvuðsstaðnum.
Tá ið talan er um undirtøku
og mótstøðu ímóti fiskivinnu
nýskipanini hjá landsstýrinum,
tykist uppbýtið millum høvuðs
stað og øki kring landið – serliga
Eysturoy og Norðoyggjum – at
verða markant. Verðandi vinna
er serliga uttanfyri høvuðsstaðin,
og stórur partur av vinnuni er
ímóti nýskipanum.
Kanning, sum grannskoðara
fyritøkan NUMO fyrr í ár
gjørdi fyri Vinnulívsráðið í
Klaksvík, vísti, at Eysturoy og
Norðoyggjar eru nógv sterkastu
vinnuøki í landinum, meðan
almenna umsitingin í nógv
størsta mun er í Havn. Sambært
kanningini hjá NUMO liggja 94
prosent av bruttovinninginum
í útflutninginum í fyritøkum
uttan
fyri
Suðurstreym.
Hinvegin fara góð 80% av
teimum 1,8 mia kr, sum fara
til at reka meira staðbundnar
almennar stovnar, til at reka
stovnar í Suðurstreymoy.
Harvið kann argumenterast
fyri at polariseringin í málinum
um samkynd hjúnaband og
fiskivinnunýskipan í vissan
mun eisini er ein polarisering
millum høvuðsstaðarøkið og
øki úti um landið. Í høvuðs
staðnum eru almenni sektor
urin, tænastuvinnan og út
búgvingarøkið sterk, og økið er
í størri mun eyðkent av einum
postmodernistiskum hugsanar
hátti enn øki úti um landið.
Úti um landið – og serliga í
Eysturoy og Norðoyggjum – eru
fiski- og alivinnan krútsterk,
og har trívast meira siðbudnu
sjónarmiðini betri enn í
høvuðsstaðnum.
Modernaða rákið vinnur
Árni Gregersen, politiskur
viðmerkjari, heldur, at Føroyar
eru í einari broytingartíð.
– Vit uppliva eina gjógv
millum partar í samfelagnum.
Í málinum um broytingarnar
í hjúnabandslógini er tað ein
gjógv millum tað siðbundna
og tað modernaða. Hetta er ein
virðiskampur, sum vit hava sæð
áður – eitt nú í sambandi við
266b, sigur Árni Gregersen.
– Vit hava fingið alt fleiri út
búgvin fólk í Føroyum, og tað
broytir samfelagið. Tey útbúnu
fólkini eru bæði millum tey, sum
taka undir við tí modernaða
rákinum, og millum tey, sum taka
undir við meira siðbundnum
virðum. Tí fáa vit eisini eitt kjak
við nógvum argumentum frá
báðum síðum.
– Í løtuni tykist tað, sum at
tað modernaða rákið hevur
yvirvág samanborið við tað
siðbundna, og tí uppliva vit
sterkar reaktiónir frá fólki. Men
tað snýr seg í stóran mun um
argumentatión og ikki aktión,
tí mótmælistiltøkini hava verið
sera friðarlig.
Árni Gregersen heldur, at tá
ið tað kemur til fiskivinnuný
skipanina, er tað eitt kjak um
fordeilingina av virðunum í
landinum, og tað er nakað annað
enn samkynda hjúnabandið.
– Men vit síggja, at tað er eitt
samanfall í hesum, tí í báðum
førum er stór undirtøka fyri
grundleggjandi broytingum í
høvuðsstaðnum, meðan onnur
øki úti um landið – serliga í Norð
oyggjum og Eysturoy – eru hart
ímóti.
– Tað, sum politikararnir í
grundini gera, er bara at seta
Føroyar inn í ein altjóða sam
anhang, tí samkynda hjúnalagið
er jú eitt rák, sum er komið
uttanífrá, og sum eisini rakar
okkum. Vit fara við rákinum,
sigur Árni Gregersen.
Ósemjan um
samkynd
hjúnaband
og fiskivinnu
nýskipan er í
vissan mun ein
polarisering
millum
høvuðsstaðar
økið og øki úti
um landið«
– Rembingarnar, sum síggjast
í samfelagnum, eru lutvíst
ein polarisering millum eina
siðbundna fatan, sum vanliga
hevur betri fastatøkur á økjum
uttan fyri høvuðsstaðin, og eina
postmodernistiska fatan, sum vanliga
er serliga sterk í høvuðsstaðnum