Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 20 POLITIKKUR EYÐUN KLAKSTEIN B jørt Samuelsen, løg­tings­ kvinna fyri Tjóðveldi, er part­ur av samgonguni, sum hevur atkvøtt broyt­ing­ar­nar í hjúnabandslógini ígjøgn­um og hevur gjørt semju um ný­skip­an av fiskivinnuni. – Eg upplivi tað, sum hendir, sum avbjóðandi og stak spennandi um somu leið. Vit eru mitt í einari broyt­ingartíð, har vit førka okkum frá tí forútsigiliga til eitt meira opið, góð­tak­andi og skapandi samfelag, har øll ikki liva innanfyri somu sið­ bundnu vælkendu karmar. Bæði í mun til arbeiði og heimalív, sigur Bjørt Samuelsen. – Tá vit í 2013 fyrstu ferð løgdu fram hjúnabandsmálið, stóð tað mær greitt, at hetta snúði seg um øði­liga nógv annað, enn at geva sam­kyndum rætt til borgarliga giftu. Tað snúði seg um at flyta mørk og definera virðir. Eitt virð­ is­stríð, um tú vilt, um «Hvørjar Før­oy­ar?». – Hjúnabandsmálið er eitt av fleiri málum, sum eru ein upp­gerð við djúpt gróðursetta kon­ser­va­ tismu, sum gjøgnum politiskt, átrúðn­aðarligt og peningaligt vald hevur definerað óskrivaðu regl­ur­ nar, vit innrætta okkum eftir. Í so máta hevur hjúnabandsmálið ver­ ið eitt framhald av stríðnum fyri at fáa javnsetta løn, fleiri kvinnur á ting, kvinnuligar prestar og so framvegis. Tað hevur sjáldan ging­ ið friðarliga fyri seg, tá vit hava flutt okkum til at góðtaka ting, sum fyrr vóru óvanlig, óynskt ella enn­tá óhugsandi, sigur Bjørt Samu­el­sen Hon heldur, at fiski­vinnu­ný­ skip­anin bjóðar somuleiðis einum etabl­er­aðum valdi av – teimum, sum ráða yvir landsins størsta ríki­dømi. – Tað gevur rumbul og remb­ing­ ar, sum grundleggjandi snúgva seg um, hvør hevur rættin at gera av, hvussu virðini í hesum landi koma til høldar og hvørjum, tey koma til góð­ar. – Hesar rembingar sýna eisini, at vit eru lopin útí tey truplu kjak­ ini. Mál, sum samgongur hava mál­ ið um, sum ketta um heitan greyt, í mong harrans ár - júst tí tey eru so av­bjóðandi – og kunnu gera teg illa lýddan. – Føroyar sveima ikki í ein­ari luftbløru, har tíðin hevur kast­að akker, fjart frá heimsins av­bjóð­ing­ um og broytingum. Hol er komið á, og vit eru lend í veruleikanum, har vit noyðast at taka støðu – og truplar avgerðir., sigur Bjørt Samu­ el­sen. EYÐUN KLAKSTEIN J ógvan á Lakjuni hevur verið ídn­asti mótstøðumaðurin ímóti broytingunum í hjúna­bandslógini, og hann er eisini ímóti ætlaðu nýskipanini av fiskivinnuni, sum landsstýrið hev­ur gjørt semju um. – Eg føli nakað, sum eg ongantíð áð­ur havi følt í politikki, hóast eg havi verið við í nógv ár. Eg føli ein koll­velt­ing­ar­hug, har Tjóðveldi gong­ur á odda fyri einum sera vinstra­hall­um landsstýri, sigur Jógv­an á Lakjuni – Hetta er óhugnaligur tend­ ensur, tí mann hevur sett gongd á eitt kynsleyst sam­fe­lag. Hetta gongur beint ímóti okk­ara mentanararvi og tí, sum for­fedr­ ar­nir hava trúð uppá. Tí havi eg barst sum úlvur á skóg ímóti broyt­ingunum í hjúnabandslógini, sig­ur hann. Jógvan á Lakjuni heldur, at broyt­ingarnar í hjúnabandslógini fara at fáa nógv størri avleiðingar fyri samfelagið, enn fólk geva sær far um. – Hetta er ein kynsneutral ideo­ logi, og broytingarnar í hjúna­ bands­lógini eru bert byrjanin. Vit síggja aðrastaðni, hvat hetta hevur við sær av øðrum broytingum. Í Nor­eg kann mann nú velja sítt egna kyn. Og hetta er bert byrjanin í Før­oyum. Men tað nyttar einki at argu­mentera ímóti, tí hetta er eitt pol­it­iskt korrekt mál, sum bara skal ígjøgnum líkamikið hvat. Mann lumpar og kroystir fólk til at taka undir við hesum. – Tað verður tosað um at geva fólki rættindi og javnstøðu, men eing­in vil tosa um, hvat hetta til dømis merkir fyri børnini og teirra rættindi at kenna sítt upp­hav. Samkynd hjúnalag hevur aðra­ staðni havt við sær, at tvær kvinn­ ur kunnu fáa eitt barn – onnur er mamm­an og hin er meðmamma – og pápin verður bara strikaður. Pápin verður lóggivin burtur, men tað ber ikki til at lóggeva ímóti nátt­úruni. Jógvan á Lakjuni heldur, at við­ gerð­in av broytingunum í hjúna­ bands­lógini hevur verið sera grunn. – Tú sigur bara, at hetta er at geva samkyndum borgarligan rætt, men eingin útgreinar, hvat tað í veruleikanum liggur í hesum. Tú skalt bara góðtaka gongdina. Lóg­gávuarbeiðið hevur verið sera iva­samt, og tað hevði ikki verið góð­kent í nøkrum øðrum máli. Men hetta er so politiskt korrekt og hevur so stóran týdning fyri sam­starvið í samgonguni, at tað skal ígjøgnum óansæð hvat, og fólk geva sær ikki veruliga far um, hvørj­ar avleiðingarnar verða fyri sam­fe­lagið í framtíðini, heldur Jógv­an á Lakjuni. – Eg eri ómetaliga harmur og arg­ ur um gongdina, og hvussu broyt­ ing­arnar í hjúnabandslógini vórðu sam­tyktar – og serliga harmar tað meg, at ikki ein tingmaður skuldi vera í Javnaðarflokkinum, sum tordi at ganga ímóti Tjóðveldi og Fram­sókn, sum eru farnir púrasta út at koyra, bæð etiskt, moralskt og ikki minni vinnuliga. Men eg eri glaður fyri, at eg havi verið ein ordilig rødd ímóti, og eg haldi meg hava brúkt góð argument. Og í grundini haldi eg, at hetta er so álv­arsamt, at hetta er ikki poli­ tikk­ur. Vit hava ikki mandat til at broyta hjúnabandið, sum frá upp­havi hevur verið millum bæði kyn, sigur Jógvan á Lakjuni, sum sig­ur seg hava fingið sera nógvan re­spons frá fólki hesa tíðina. – Vit førka okkum frá tí forútsigiliga til eitt meira opið, góðtakandi og skapandi samfelag, heldur løgtingskvinnan Bjørt Samuelsen – Eg føli nakað, sum eg ongantíð áður havi følt í politikki, hóast eg havi verið við í nógv ár, sigur løgtingsmaðurin Jógvan á Lakjuni VIT ERU Í EINARI BROYTINGARTÍÐ – Hjúnabandsmálið er eitt av fleiri málum, sum eru ein uppgerð við djúpt gróðursetta konservatismu, sigur Bjørt Samuelsen – Hetta er óhugnaligur tendensur, tí mann hevur sett gongd á eitt kynsleyst samfelag, sigur Jógvan á Lakjuni FØLI EIN ÓHUGNALIGAN KOLLVELTINGARHUG