Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 21 Alkendur sálmur – gátuført upprunaár Lítil ivi man vera um, at danskur sálmaskaldskapur hevur verið týðandi grundstuðul undir trúarlívinum í Føroyum. JANUS MOHR E itt navn sum Thomas Kingo munnu tey flestu kenna. Úr sálmabók Kin­ gos, “Den forordnede Kir­ ke-Psalmebog”, sum kom á fyrsta sinni í 1699, sungu før­oy­ing­ar í um­ leið 200 ár. Kingobók, sum “Den for­ord­ne­ de Kirke-Psalmebog” vanliga verð­ ur kallað, hevur umleið 300 sálm­ar; av teimum hevur Kingo yrkt 86, meðan onnur skald hava yrkt ella týtt hinar. Teir flestu týddu sálm­ ar­nir eru upprunaliga týskir. Bókin er skipað eftir kirkju­ár­ inum. Hon byrjar við “Psalmer paa første Søndag i Advent” og end­ar við “27de Søndag efter Tre­fol­dig­ hed”, og aftrat teimum 272 sálm­un­ um, sum hava samband við kirkju­ ár­ið, koma so nakrir sálmar til ávís høvi, t. d. “Brudevielser” og “Daglig Chor­sang i Kirken” og at enda “Pas­ sions­psalmer” til tær sjey vikurnar í føstu og langafríggjadag. Eitt av skaldunum, sum er um­ boð­að í Kingobók, er Hans Christ­ en­sen Sthen, sum livdi frá 1544 til 1610. Seks av hansara upp­runa­ sálm­um og tvær týðingar eru í bókini. Í “Dansk Salmehistorie” sigur Anders Malling, at Sthen eins og fleiri av samtíðarmonnum hans­ ara dámdi væl akrostika. Byrj­an­ ar­bókstavirnir í fleiri av sálmum hans­ara mynda hansara egna navn ella nøvnini á øðrum, t.d. “Hans Anno”, “Johannes Christianus Ros­ kil­densis”, “Johan Christ” o.o. og í onkr­um førum alt stavraðið. Ein av hesum sálmum er “Herre Jesu Christ, min Frelser du est”, sum her skal umrøðast, men fyrst er helst rætt at greiða frá, hvat eitt akrostikon er. - Axel Tórgarð hev­ ur einastaðni lýst tað soleiðis: “Í ein­um akrostikon tekur tú fyrsta bók­stavin í hvørjum versi ella fyrsta orðið, og setur tú saman, fært tú eitt navn ella skriftorð ella okkurt annað, sum sigur tær okk­ urt um sjálvan sálmin.” Sálmin “Herre Jesu Christ, min Frelser du est” yrkti Hans Chris­ten­ sen Sthen í 1589, Hann hevur átta vers og er settur til at verða sungin til “Aftensang til Indgang” “Første Søn­dag efter Hellig 3 Kongers Dag”, og í einari ritgerð um føroyskar kirkju­siðir, sum Hans Iversen í Kví­vík hevði í Kirkjutíðindum í 1981, síggja vit, at har í bygdini varð hesin sálmurin eisini sungin í sam­ bandi við jarðarferðir. Sálmurin “Herre Jesu Christ, min Frelser du est” er eitt akro­sti­ kon, tí seta vit saman fyrstu bók­ stav­irnar í teimum átta versunum, fáa vit “Hans Anno”, - HANS, sum vís­ir til fornavnið á yrkjaranum, og ANNO, sum er tað latínska orðið fyri “í árinum”. Men hetta endar út í tóman heim, vil helst onkur vera við. –Nei, ikki eftir tí, norski sálmagranskarin Hans Saron Blom Svendsen (1882- 1969) fann fram til, tá hann setti saman og taldi saman teir bók­ stav­irnar í síðsta versi, sum hava tal­virði, - M = 1000, D = 500, L = 50 , V = 5 og I = 1, tí tá gjørdist úr­slitið 1589. Versið kann hava sæð soleiðis út í tí upprunaligu útgávuni, sum ikki er til longur, heldur Blom Svend­ sen: O gIffVe det Gud/ VI effter dIne Bud/ Kunde oss saa skIcke tILsammen: At VI met dIg/ EVIndelIg/ I HImmerIg/ Kunde leffVe I SaLIgheD/ AMen. Tey stóru tølini: 1000, 500 og 50 koma fyri í teimum báðum síðstu orð­unum í síðstu reglu, og í øllum vers­inum kemur V = 5 fyri fimm ferðir = 25 og I fjúrtan ferðir = 14, t.v.s. 1000 + 500 + 50 + 25 + 14 = 1589, - árið, tá sálmurin er yrktur. Seinni er sálmurin “Herre Jesu Christ, min Frelser du est” eitt sind­ur broyttur av Fr. Hammerich (í 1850). Á donskum byrjar hann nú “Du, Herre Krist”. Í Kingobók eru átta sálmar eft­ ir Hans Christensen Sthen, seks upp­runaligir og tveir týddir, og í núverandi donsku sálmabók frá 2003 eru 16, av teimum 11 upp­runa­ lig­ir og fimm týddir. Har hevur sálm­urin “Du, Herre Krist” tó eina aðra tíðarfesting, 1588 og ikki 1589, sum hjá Blom Svendsen og í “Den danske salmebog” frá 1954. Í føroysku sálmabókini frá 1990 eru seks av sálmum Sthens, fimm upprunaligir og ein týdd­ur, men har sjálvandi allir før­oysk­ að­ir. Tríggjar týðingar til føroyskt eru til skjals av sálminum “Du Herre Krist”, eftir Emil Jo­en­sen í Ungdómssangbókini, sum Hitt Kristi­liga føroyska ung­manna­fe­ lag­ið í Keypmannahavn gav út, fyrstu ferð í 1928, eftir Gudmund Bruun í savninum “Vallaraljóð”, sum kom út í 1939, og eftir Edmund í Garði í sálmabókini frá 1990. Hjá Emil og Edmundi byrjar sálm­urin “Tú, Harri Krist”, og hjá Gud­mundi “Krist, Harri mín”. Hans Christensen Sthen (1544-1610) yrkti »Herre Jesu Christ, min Frelser du est« Tríggir hava týtt sálmin »Du Herre Krist«: Edmund í Garði, Emil Joensen og Gudmund Bruun Sálmurin hjá Sthen hevur verið sungin við gomlum føroyskum sálmalag. Tónaskaldið Hans Jacob Højgaard uppteknaði og harmoniseraði tann variantin, sum varð sungin í Nes kirkju. Nótablaðið, sum her er avmyndað, eigur Meinhard Bjartalíð 1) Herre Jesu Christ, Min Frelser du est 2) Alt eftir din Villie, O Herre mig stille 3) Nu vil jeg være, O Jesu kjære 4) Saa iuderlig forlader jeg mig alt 5) Al min Tillid Nu og altid 6) Naar Sorgen mig trænger, Efter dig mig forlænger 7) Nu veed jeg vist, Herre Jesu Christ 8) O give det Gud, Vi efter dine Bud Fyrsti bókstavur í fyrstu regluum í teimum átta versunum í sálminum »Herre Jesu christ, Min Frelser du set« myndar orðini HANS ANNAO