hósdagur 1. juni 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017
SOSIALURIN 64
22
DANJAL AV RANA
E
in broyting er farin fram
innan yvirgang seinastu
árini. Meðan teir, ið stýrdu
flogførini inn í tey bæði
tornini í New York 11. septembur
2001, vóru fundamentalistiskir
muslimar, sum valdu at fremja
harðskap, er rættari at lýsa nýggja
ættarliðið av yvirgangsmonnum
sum ófriðarkroppar, sum taka
víðgongdu versini í Koranini til sín.
Yvirgangsálop eru ikki nakað
nýtt, ei heldur í Evropa. Longu síðst
í 19. øld framdu anarkistiskir bólkar
yvirgangsálop móti tilvildarligum,
ósekum fólkum. Broytingin, sum er
farin fram seinastu 20 árini er, at
nú eru sjálvmorðsatsóknir vorðnar
alt meiri vanligar og tað tykist, sum
nútíðar yvirgangsmenn síggja tað
sum sítt endaliga mál – at lata lív
í atsóknini. Osama Bin Laden og
hansara lærusveinar hava jú ofta
sagt, at teir elska deyðan, eins og
vit elska lívið.
Fram til miðskeiðis í nítiárunum
vóru flestu yvirgangsmenninir
úr miðeystri. Teir høvdu verið í
Afganistan, har teir høvdu barst
móti sovjettisku hersetingini. Eftir
at Sovjetsamveldið bleiv rikið út úr
Afganistan í 1992, vendu teir heim
aftur. Hesir menninir, upplærdir av
monnum sum Osama bin Laden og
Khalid Sheik Mohammed, framdu
álopini á World Trade Center í 1993,
á amerikansku sendistovurnar í
Kenja og Tansania í 1998 og álopið
á amerikanska herskipið Cole í
persiska flógvanum í 2000 og á
World Trade Center í 2001.
Venda við í fongslinum
Nýggja ættarliðið av yvirgangs
monnum er í stóran mun brots
menn av ymsum slag. Talan er ikki
longur um menn, sum eru vaksnir
upp í miðeystri, men ofta um
eftirkomarar av tilflytaru til Evropa.
Flestu teirra hava livað eitt sekulert
lív í longri tíð, hava drukkið alkohol,
gingið á barrum, gjørt brotsverk
av ymsum slag, áðrenn teir, ofta í
fongslinum, venda við og leita sær
aftur til Islam. Teir eru fyrrverandi
ránsmenn og rúsevnisseljarar. Í
yngri døgum vóru teir partur av
ungdómsmentanini í landinum,
teir eru komnir til, lurtaðu eftir
sama tónleiki sum onnur, gingu
ílatin sum øll onnur. Heldur enn at
hava samband við lokalu moskuna
hava teir samband við lokalu
brotsmannaliðini. Og allir eru tær
sonevndir kenningar hjá løgregluni.
Tað er ofta í fongslinum, at teir
gerast radikaliseraðir. Ein kanning
av yvirgangsmonnum í Evropa
vísir, at eingir teirra vóru aktivir
í lokalu moskunum áðrenn teir
endaðu í fongsli. Eingir tóku lut
í muslimskum vælgerandi enda
málum, eingir vístu samhuga
við palestinska fólkinum, teir
vístu ongan áhuga í muslimskum
átøkum. Ikki fyrr enn teir endaðu
í fongslinum.
Talan er altso um ungar menn,
ofta annað ættarlið av tilflytarum,
ofta smákriminellir, uttan nakra
átrúnaðarliga uppaling, men verða
brádliga umvendir. Síðani gongur
stutt tíð áðrenn teir fremja álop
síni.
Trúgvin gevur
teimum eitt mál
Hetta er søgan hjá Kouachi-
brøðrunum, sum framdu álopið á
Charlie Hebdo í París í januar 2015,
hjá Abdeslam-brøðrunum, sum
framdu álopið á Bataclan í París í
novembur 2015. Og hetta er søgan
hjá Salman Abedi, sum herfyri
sprongdi seg sjálvan í luftina beint
eftir eina konsert í Manchester.
Hesir yvirgangsmenninir ger
ast ikki harðskapsmenn av átrún
aðinum, men vóru longu harð
skapsmenn áðrenn teir vendu við.
Fyri fleiri teirra hevur átrúnaðurin
lítlan týdning, men at hon gevur
teirra harðrenda lívið eitt mál og
eina meining. Skjøl hjá IS, sum
vesturlendskar fregnartænastur
hava fingið hendur á, vísa, at 70%
av yvirgangsmonnunum hava
einans eina heilt einfalda fatan av
Islam. Eingin ivi er tó um, at teir eru
erligir trúgvandi. Teir trúgva, at teir
fara til Himmals, um teir doyggja
í eini sjálvmorðsatsókn. Teir eru
ikki tætt knýttir at IS ella limir í
IS, sum onnur eru limir í einum
felagsskapi ella eini samkomu.
Men teir eru skjótir at svørja IS
trúskap og IS eru skjótir at taka
ábyrgd av yvirgangsálopunum, tá
tey tæna teirra endamáli.
Fremsta endamálið við yvir
gangi er og hevur altíð verið at
skapa ótta. The terror is not in the
bang, but in the anticipation of
the bang, segði Alfred Hitchcock.
Ræðuleikin er ikki í brestinum
sjálvum, men í óttanum fyri brest
inum. Yvirgangsálopini hava ikki
stórvegis aðra ávirkan á vestur
heimin enn at skapa ótta, ótta fyri
Islam. Álopini gera ikki vestur
heimin veikari, hvørki hernaðarliga
ella fíggjarliga. Men tey fáa okkum
at óttast IS og islam.
YVIRGANGUR
Meðan hann áður var ein radikalur muslimur úr
miðeystri, sum valdi harðskap sum sítt vápn, er
hann nú eitt ungt bartrog, uppvaksin í Evropa,
sum er vorðin radikaliseraður í fongslinum
EIN NÝGGJUR YV
SOSIALURIN 49
FRÍGGJADAGUR 28. APRÍL 2017
Myndir eftir
yvirgangsálopið
í Manchester