Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 23 Kvinnurnar smæðast ikki burtur Tað er ikki av órøttum, at teir bera heitið yvirgangsmenn heldur enn yvirgangsfólk, tí sannleikin er, at nógv teir flestu eru menn. Tó so, 9 prosent, 221 av 2.581 sjálv­ morðsatsóknum seinastu 40 árini hava verið framd av kvinnum. Afturat hesum koma tó 2.335 álop, har tað er óvist, júst hvør hevur framt álopið. Tað eru í høvsuðheitum Boko Haram, tamilsku tikararnir, Hiz­bollah og aðrir palestinskir yvir­gangsfelagsskapir, PKK og tjetjenskir uppreistrar­felags­ skapir, sum hava nýtt konufólk sum sjálvmorðsbumbarar. Svørtu einkjurnar lupu ræðslu á Moskva í 2008, mammur og konur hjá tjetjenum, sum høvdu latið lív í stríðnum móti russisku yvir­vøldini. Vit hava hoyrt mangar søgur um kvinnur og gentur, sum hava sprongt seg sjálva í luftina á bussum ella við markaeftirlit í Ísrael. Og lagnan hjá nógvum av gentunum, sum Boko Haram burturflytir, er at gerast ein sjálvmorðsbumba. Ymiskt, og óvist, er, hvussu nógvar teirra velja tað sjálvar, og hvussu nógvar vera noyddar til at fremja álopini. Kortini eru tær ov nógvar, til at ein kann siga, at hetta einans er ein mannfólkatrupulleiki, okkurt, sum liggur í teirra veru. Í hesum 221 álopunum, sum kvinnur hava framt, hava 2.286 fólk latið lív og 5.184 eru særd. Kvinn­urnar nýta í høvuðsheitum sjálv­morðsbelti fyri at fremja síni álop (83%). VIRGANGSMAÐUR Kristnar kvinnur tiknar til fanga og lætnar í búna, sum ikki vísir nakra húð. New York Times endurgav onkra teirra fyri at siga: – Kunnu tit ikki bumba okkum? Síðani eg var tikin fangi, eri eg neyðtikin minst tredivu ferðir. Eg vil ikki liva longur.