Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-06-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. juni 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. JUNI 2017 SOSIALURIN 64 24 Nú summarið er fyri durum, eru nógv, sum fara uttanlands at ferðast. Ofta eru biltúrarnir langir og strævnir hjá børnunum. Tey minstu hava ikki sama tol sum foreldrini, og hava ikki hug til at sita og hyggja at áhugaverdum merkisstøðum gjøgnum vindeygað, meðan koyrt verður. Lættara loysnin er at hava teldil ella telefonina tøka og fylta við undirhaldi til børnini, men til ber eisini at hava undirhald og spøl klár, soleiðis at øll familjan fær nakrar góðar og stuttligar løtur saman í bilinum. Her eru uppskot til spøl, sum familjan kann spæla saman í bilinum, fyri at stytta um stundirnar. Vónandi verður ikki spurt “eru vit har nú?” ella “nær eru vit har?” líka ofta, tá undirhaldið er fyrireikað áðrenn fráferð. LÍVSSTÍLUR Nær eru vit har? SPØL OG UNDIRH BILTÚRINUM VIÐ PREI: Á bókasavninum ber til at leiga spennandi ljóðbøkur til fløguspælaran, sum øll kunnu lurta eftir á túrinum. Um børnini sjálvi sleppa at velja bøkurnar, so tíma tey ofta betur at lurta 1 Hvat djór hugsi eg um? Ein av teimum, sum eru í bilinum hugsar um eitt djór og skal lýsa tað fyri hinum, sum síðani skulu gita, hvat djór hugsað verður um. Dømi: Djórið er svart við ljósari ál undir búkinum. Tað heldur til í Norðurhøvum. Tað etur serliga høgguslokk. Undir Føroyum etur tað gullaks og svartkjaft. Tað verður umleiðs 6,5 metrar langt. Í Føroyum drepa og eta vit hetta djórið. Nógv fólk kring heimin eru ill um, at vit drepa og eta hetta djórið. Endamálið hjá hinum, sum eru í bilinum er at gita, hvat djór hugsað verður um, og tey skiftast um at gita. Viðkomandi sum hugsar um djórið gevur bert eina ábending í senn. PREI: Legg nakrar góðar barnavinaligar filmar á teldilin í so fall, at børnini veruliga byrja at keða seg Fer familjan at ferðast í bili í summar? Ofta eru túrarnir nakað langir hjá børnunum, og tey tíma ikki líka væl sum tey vaksu at sita í bili frá einum staði til eitt annað. Serliga um teinurin er langur. Tí er skilagott at leggja ferðina til rættis fammanundan – eisini undirhaldið til børnini! Tað eru nógv góð hugskot til, hvat ein kann gera í bilinum, soleiðis at løturnar verða hugnaligar, og ótolandi spurningurin “nær eru vit har?” ikki verður endurtikin alt ov ofta. PREI: Kalt vatn í eini termokannu og lítlir koppar, smáir fruktbitar og skornir breyðbitar er gott at hava við á túrinum, tá børnini verða svong. Minst til køkspappír til fingrarnar